mikudagur 2. november 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 2. november 2005
3
Kvinna
fyllir
1 ár
11. november er eitt ár
liðið, síðani fyrsta út-
gávan av Kvinnu kom út.
Eitt árs fagnaðurin fer
fram á www.kvinna.fo,
har hópin av gávukortum
verða burturlutað allan
november mánað
Nú eitt ár er liðið, síðani
Kvinna kom út fyrstu
ferð, er lítið at ivast í, at
hetta var blaðið, før-
oyskar kvinnur og iva-
leyst fleiri menn, hava
bíðað eftir. Móttøkan av
blaðnum hevur verið sera
góð, kjaksíðan kvinna.fo
er vorðin ein tann mest
vitjaða og umrødda í
Føroyum og onki bendir
á, at orkan hjá redaktión-
ini er minkað. Heldur
tvørturímóti.
Til at hátíðarhalda alt
hetta, fer Kvinna nú undir
at luta burtur gávukort
hvønn dag í hesum mán-
aðinum millum haldarar
og luttakarar í kjakinum á
kvinna.fo tann dagin.
ave
Fríggjadagin letur
upp listaframsýning í
Leikalund við mynd-
um úr hugaverðini
hjá bygdamanninum
Frits Johannesen
LISTAFRAMSÝNING
Fíggjadagin 4. november kl
16 letur Frits Johannesen úr
Fuglafirði upp málninga-
framsýning í Leikalund í
Klaksvík. Hetta er triðja
sýningin, ið Frits hevur í ár.
Hann hevði eina sýning í
gallerí Tøting í vár við vatn-
litsmyndum, málningafram-
sýning í Gallerí Arleth á
Falster frá februar til apríl
umframt eina framsýning av
málningum og vatnlits-
myndum í kirkjuni í Bag-
sværd í summar. Ætlanin
var at hava eina framsýning
í Gallarí Oyggin á Tvøroyri,
men hendan varð avlýst
orsakað av verkfallinum.
Hugans heimur
Myndaevnini hjá Fritsi røkka
frá natúrlýsingum, hug-
tøkum í tónleiki, næmingum
til Manhattan í Mansgjógv í
Fuglafirði. Frits er uppvaks-
in í Fuglafirði, har hann hev-
ur verið lærari síðani 1967.
Kórsangur og tónleikur hev-
ur í mong ár verið hansara
eitt og alt. Og tað er úr hesi
hugaverð nógvar av mynd-
unum hjá Fritsi eru sprotnar.
Snjósóljugentan uppi á
Manni í Blábjørgum er eitt
skaldahugtak. Har vekir hon
yvir Fuglafirði og Norð-
oyggjum, meðan hon við
síni dýrabaru cello spælir
síni løg fyri snjósóljuni, sum
veksur uppi í hesi gjógv og
fyri Manninum, sum so erp-
in stendur í síni mannfólka-
verð og er ringur at tevsa.
Myndirnar hjá Fritsi eru
eisini merktar av poppsang-
arum og klassiskum tón-
leikarum. Sjómaðurin er
eisini við, og úr hesum jør-
ildi eru føroyingar komnir.
Framsýningin í Leikalund
verður at síggja fram til 30.
november.
ave
Tónleikans heimur er aftur-
vendandi myndevni í máln-
ingunum hjá Fritsi Johannesen
Loftferðslupakkin hjá
ES letur upp fyri full-
komuligari fríari
kapping á Føroya-rut-
uni. Hjá Atlantic Air-
ways síggja tey hetta
tó fyrst og fremst sum
eina nýggja avbjóð-
ing, ið gevur nýggjar
møguleikar
FLOGFERÐSLA
Jákup Mørk
Á landsstýrisfundi tann 31.
oktober varð avrátt, at
Føroyar nú skulu knýtast at
loftferðslupakkanum hjá
ES, ella teirri sonevndu
ECAA-avtaluni.
Hetta merkir, at frá 1.
januar 2007 verður latið
upp fyri fríari kapping á
føroya-flúgvingini, sam-
stundis sum føroysk feløg -
t.e. Atlantic Airways - eisini
fáa møguleika at flúgva
upp á rutur innan ES-lond í
javnbjóðis kapping við
flogfeløg í ES.
Betri atkomuligheit
Tað føroyska virkið, sum
fyrst og fremst kemur at
merkja broytingarnar í hes-
um, er sjálvandi Atlantic
Airways, sum í dag er einsa-
malt um Føroya-flúgving-
ina, men Magni Arge, stjóri,
tykist á ongan hátt at vera
ræddur um nýggju avbjóð-
ingina.
- Alt hevur jú í minsta lagi
tvær síður. Men her hjá okk-
um hava vit valt at síggja
hetta sum eina nýggja av-
bjóðing, sum gevur okkum
nýggjar møguleikar.
Spurdur, hvørjar ítøki-
ligar broytingar hetta kann
geva hjá føroyska felagn-
um, sigur stjórin, at tað
kanska er nakað trupult at
siga her og nú.
- Tú kanst í øllum førum
siga, at vit við hesum fáa
betri møguleika at gera eff-
ektiva nýtslu av flotanum hjá
okkum, sum nú telur fimm
flogfør. Tí vit kunnu neyvan
brúka øll hesi til bara at
flúgva millum Føroyar og
Danmark. Í dag gera vit
sjálvandi eisini nýtslu av
flogførunum til aðrar rutur,
men í verandi støðu mugu
vit hvørja ferð søkja um
loyvi, um vit vilja víðka
ferðslunetið hjá okkum. Eitt
nú hava vit í summar flogið
Føroyar-Aberdeen-Stansted,
men tá hava vit ikki havt
loyvi at taka ferðafólk mill-
um Aberdeen og Stansted.
Við nýggju avtaluni kunnu
vit gera hetta, um vit hava
hug. Ætlanirnar skulu tá
bara fráboðast, so á tann hátt
verður tað meira ómaksleyst
hjá okkum at koma inn á
ymsu ruturnar.
Frátekur politiskari
stýring
Hinvegin, so ásannar Magni
Arge eisini, at broytingin
kann seta nýggj krøv á Før-
oya-flúgvingini, sum í dag
er krumtappurin í virksem-
inum hjá Atlantsflogi.
- Tað gevur jú øðrum
sama møguleika at koma
inn á okkara rutu, sum vit
fáa hinvegin, og tað er sum
so í tráð við tað, sum vit
hava ynskt. Tá vit hava tos-
að við myndugleikarnar um
broytingar á Føroya-rutuni,
hava vit alla tíðina sagt, at
treytirnar mugu vera eins
báðar vegir, og tað er í
grundini tað, sum nú er
hent. Hinvegin haldi eg
ikki, at verandi skipan hev-
ur verið nøkur forðing sum
so, tí myndugleikarnir hava
altíð givið tilsøgn, tá um-
sóknir eru lætnar inn. Men
tað frátekur politisku skip-
anini møguleikan fyri at
stýra útboði og prísseting á
rutuni. Og tað vil náttúrligt
vera nakað, sum vit eisini
skulu tillaga okkum.
Men vil Atlantic Airways
ikki altíð hava ein náttúrlig-
an fyrimun í júst hesi kapp-
ingini, tá tit hava tykkara
heimstað í Føroyum?
- Tað vil so millum annað
vera nakað av tí, sum kapp-
ingin í framtíðini kemur at
snúgva seg um. Tá verða
tað lutir sum marknaðar-
kunnleiki, heimstaður og
annað, sum kemur at vera
kappingarparametrini.
Ikki nakar altjóða risi
Og ætlar Atlantic Airways
sær nú í enn størri mun at
gerast partur av hørðu
kappingini á stóra europe-
iska marknaðinum?
- Sjálvandi gevur hetta
okkum
nakrar
nýggjar
møguleikar. Men tú skalt so
ikki rokna við, at vit í
næstum fara at operera
kring alt Europa. Kappingin
á marknaðinum er knall-
hørð, og vit eru alt ov veikir,
tá talan er um málrættaða
marknaðarføring í ymsu
londunum. Og kunnleiki
okkara til ymsu markn-
aðirnar er eisini rættiliga
avmarkaður í so máta.
- Sum eg síggi tað, so
verður tað framvegis okk-
ara lutur at finna nakrar
nisjur á marknaðinum, har
vit kunnu útfylla nøkur
tómrúm. Ella kanska at ger-
ast liður í einum samstarvi
hjá størri feløgum, sum
onkursvegna hava tørv á
okkara hjálp. Og so mugu
vit bara síggja, hvussu
tingini kunnu útvikla seg
har og frá, heldur Magni
Arge at enda.
Frí kapping í luftini
Frits í Leikalund