Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 2. november 2005 5 Havn: Hóskvøldið kl. 20 verður spennandi ung- dómsgudstænasta í Vest- urkirkjuni, har Bergur D. Joensen prædikar. Tað verður tó ikki bert prædika, tí nógvur sang- ur er eisini á skránni. TenSing-kórið hjá KFUM & K í Havn, Sound of Glory fer at syngja, eins og ung úr Meinigheitshúsinum í Havn koma at standa fyri felagssangi, sum ungum dáma. Innihaldið í prædikuni verður um líðing og óndskap, og um Jesus, sum Gud sendi í heimin at hjálpa og verja okkum. Ein heldur øðrvísi altar- gangur verður eisini. - Møguleiki verður eisini at tendra eitt ljós fyri einum sum farin er, ella einum, sum ein er góður við og ynskir at Gud skal vera hjá ella hjálpa, upplýsir sóknar- presturin, Bergur D. Joensen. Í mai mánaði var ein líknandi ungdómsguds- tænasta í Vesturkirkjuni. Og sum skilst so miðar presturin eftir at hava eina ungdómsgudstæn- astu hvørt hálvár. Ungdómsgudstænast- an vendir sær til øll ung. Konfirmantar, sum ganga at lesa nú, og sum hava gingið at lesa, eru vælkomnir eins og ung í øllum aldri. sb. Ungdómsgudstænasta í Vesturkirkjuni Suðuroyar Sparikassi ætlar at koma við ein- um nýggjum produkti á hvørjum ári. Ársins produkt var í øllum førum væl móttikið SPARIKASSAR Snorri Brend DJ-lán: Ikki kann sigast annað, enn at nýggja ætl- anin hjá Suðuroyar Spari- kassa við teim sonevndu DJ-lánunum hevur verið væl móttikin av fólki. Søren Bruhn, stjóri í sparikassanum sigur, at higartil eru 15 % av hús- lánunum eftir hesi skipan- ini. Og verður gongdin hin sama restina av árinum, so verða helst eini 25 % av lánunum innan ársskiftið eitt DJ-lán. Undirtøkan er so stór, at tey í tíðarbilum ikki hava kunnað arbeitt allar um- sóknirnar undan beinan- vegin. Tey hava ístaðin verið noydd at skriva nøvn- ini niður á fólkunum, og síðani viðgjørt umsóknir- nar sohvørt. Við nýggja DJ-láninum bjóðar Suðuroyar Spari- kassi kundunum tveir av- dráttarfríar mánaðir um árið - t.d. mánaðirnar de- sember og juni – sum navnið á hesum láninum ber heiti eftir. Søren Bruhn upplýsir, at hetta produktið er bara eitt av mongum øðrum, sum teir arbeiða við. Teir miða eftir at hava eitt nýtt pro- dukt á hvørjum ári. Nýggja DJ-lánið hjá Suðuroyar Sparikassa er ein dundrandi succes DJ-lánini sera væl móttikin TenSing-kórið hjá KFUM & K í Havn, Sound of Glory fer at syngja við ungdómsgudstænastuna í annaðkvøld Sundalagið: Eitt av mál- unum á bygdaráðsfund- inum í Sunda kommunu í farnu viku var eitt mál um stuðul til eina av útvarpsstøðum okkara, Rás 2. Málið snúði seg um eina umsókn um fíggjar- ligan stuðul til at seta ein endurvarpara upp oman fyri Nesvík. Á henda hátt fær fólkið í Sundalagnum møguleika at hoyra send- ingarnar hjá støðini enn betri. Fíggjarnevndin í kommununi samtykti at játta 25.000 kr. til hetta endamálið, og á bygda- ráðsfundinum varð hetta einmælt samtykt. Hetta er ikki fyrsta kommunan sum soleiðis hevur stuðlað Rás 2. Frammanundan hava fe- lagskommunan í Vágum, Vestmanna kommuna og kommurnurnar eystan Múla í Norðoyggjum somuleiðis stuðlað hesi útvarpsstøðini, hvørs heimstaður er Søldar- fjørður. sb. Stuðul til endurvarpara hjá Rás 2 Fólk í Sundalagnum fáa nú møguleika at koyra – og hoyra betri – sendingarnar hjá Rás 2 Í morgin letur H. N. Jacobsens bókahandil upp í nýumvældum hølum á Vaglinum í Havn. BÓKAHANDIL Snorri Brend Havn: Hóast bókahandilin nú letur alment upp, so verður ikki gjørt tað stóra burtur úr degnum í morgin. Tað verður hinvegin gjørt um ein mánað ella so. - Vit bíða eftir at Kunn- ingarstovan flytir inn í høl- ini við síðuna av okkum. Hetta verður um 1. de- sember, og tá verður meiri gjørt burtur úr, sigur leiðarin í bókahandlinum, Vagn Andersen. Í nýumvældu hølunum hevur bókahandilin ikki beinleiðis fingið so nógv meiri pláss aftrat. Høvuðs- broytingin er hon, at nú er allur handilin so at siga í einum. - Fyrr vóru nógv smá rúm, men tey eru burtur nú, sigur Vagn. Meðan umvælingin av hesum gamla og stásiliga bygningi er farin fram, hevur handilin verið opin. Í farnu viku var hann kortini stongdur í nakrar dagar, men læt upp aftur mánadagin. Nú Gamli Bókahandil letur upp aftur í morgin, bjóðar hann viðskiftafólk- um sínum nøkur góð tilboð upp á bøkur. Gamal bókahandil í nýggjum hami Tey 6 starvsfólkini í Gamla Bókahandli eru til reiðar at taka ímóti kundunum í nýumvældu hølunum – uttast høgrumegin stendur leiðarin, Vagn Andersen. Mynd: Jens Kr. Vang