Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 2. november 2005 7 Eftir at hava fingið eitt ófrávíkiligt krav, atkvøddu seks av sjey limum í stýrinum fyri Kommunufelag Føroya fyri at leggja Barnaverndarstovuna í Havn BARNAVERNDAR- STOVA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var á stýrisfundi í Kommunufelagnum tann 14. september, at Komm- unufelagið góðtók at Barnaverndarstovan verður løgd í Havn – í hvussu so er fyribils. Tað sæst á frágreiðing frá fundinum, at tað er ikki semja ímillum Kommunu- felagið og Kommunusam- kipanuna um, hvar Barna- verndarstovan skal vera. Tað stendur eisini í fund- arfrágreiðingini, at stýrið í Kommunufelagnum er samt um, at tað kann ikki góðtaka, at kommunalir stovnar, sum Barnaverndar- stovan, verða miðsavnaðir. Í hesum sambandi høvdu tveir borgarstjórar í Eyst- uroy, Rodmund Nielsen í Runavík og Sigurd Simon- sen í Fuglafirði biðið um at sleppa á fund í stýrinum hjá Kommunufelagnum at um- røða Barnaverndarstovuna. Rodmundur Nielsen er formaður í Kommunusam- skipan Føroya og Sigurd Simonsen er stýrislimur. À fundinum bjóðaðu teir skrivstovuna hjá Komm- unusamskipanini í Havn fram at hýsa Barnaverndar- stovuni. Ført varð eisini fram, at tað var eitt ófrávíkiligt krav at Barnaverndarstovan skal vera í Havn. Tað endaði við, at seks limir í stýrinum fyri Kommunufelagið at- kvøddu fyri at leggja Barnaverndarstovuna í Havn og bara Jóhan Christiansen atkvøddi ímóti. Men sáttmálin um Barna- verndarstovuna skal endur- skoðast longu næsta ár og tað er í hesum sambandi, at stýrið fyri Kommunufel- agið hevur mælt lima- kommununum til at siga sáttmálan upp, vil Komm- unusamskipan Føroya ikki samráðast um at flyta Barnaverndarstovuna út á bygd. Verður hildið fast um kravið at Barna- verndarstovan skal flytast út á bygd, fer samstarvið at slitna BARNAVERNDAR- STOVAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað kemur ikki upp á tal at flyta Barnaverndarstov- una út á bygd. Tað ger Heðin Mortensen púra greitt. Umframt at verða borgar- stjóri í Havn, er Heðin Mortensen eisini næstfor- maður í Kommunusam- skipan Føroya. Mánadagin skrivaðu vit í Sosialinum, at tað var so stór ósemja ímillum kommunurnar um, hvar Barnaverndarstovan skuldi vera, at vandi var fyri, at samstarvið slitnaði. Tær seks býarkommun- urnar, sum eru limir í Kommunusamskipan Før- oya, hava sett sum ófrá- víkiligt krav, at Barna- verndarstovan skal vera í Havn. Hetta góðtaka tær 28 kommunurnar í Kommunu- felag Føroya ikki. Komm- unufelagið vil tí hava, at Barnaverndarstovan verður flutt út á bygd. Sostatt hevur Kommunu- felagið mælt limakommun- unum til at krevja, at sátt- málin um Barnaverndar- stovuna verður endurskoð- aður sum skjótast. Men vilja býarkommunurnar ikki samráðast um at flyta Barnaverndarstovuna út á bygd, mælir stýrið fyri Kommunufelagið til, at sáttmálin verður upp- sagdur. Slitnar samstarvið, kann tað henda, at tað verða tvær Barnaverndarstovur í Før- oyum, ein fyri tær seks býarkommunurnar og ein fyri tær 28 kommunurnar í Føroya Kommunufelag. Kann bara vera í Havn Rodmundur Nielsen, for- maður í Kommunusam- skipan Føroya hevur als ongar viðmerkingar yvir- høvur. Men tað hevur Heðin Mortensen. Og hann ger púra greitt, at samstarvið um Barna- verndarstovuna skal fyrr slitnað, heldur enn at hon verður flutt út á bygd. – Hjá honum er onki ivamál um, at Stovnurin kann ikki vera aðrastaðni, enn í Havn. – Tórshavnar kommuna er tann einasta, sum hevur serfrøði á økinum og sum hevur havt umsiting á økin- um í eitt langt áramál. Tí hava vit bjóðað okkum til at hjálpa til at fáa Barna- verndarstovuna á føtur. Hann vísir eisini á, at Kommunusamskipanin hevur keypt hús í Havn til kommunala umsiting – Alt, sum hevur við okk- ara umsiting at gera, er undir sama taki og tí er tað burturvið at gera eina nýggja umsiting, bara fyri at Barnaverndarstovan ikki skal vera í Havn. Fakliga er tað eisini ein styrki, at umsitingin er savnað og tað tænir ongum endamálið at tæga hana sundur, tí tað ger hana veikari. Kann Kommunufelagið ikki liva við tí, harmar tað Heðin Mortensen. Men hann er ikki til at vika á hesum øki. – Vit betala gildi og tí vilja vit eisini hava eitt orð at siga, og av praktiskum orsøkum, liggur Barna- verndarstovan best í Havn, saman við allari hinari umsitingini hjá Kommunu- samskipanini. Hann er heilt ósamdur um, at Barnaverndarstovan skal vera úti á bygd fyri at eisini bygdirnar kunnu fáa lut í tryggum almennum lønum. Í hesum sambandi vísir hann á, hvussu nógv fólk av bygd koma til Havnar hvønn dag til arbeiðis so bygdirnar fáa eisini sín part av einum almennu lønun- um. – Tað hava vit als onki ímóti, men tað er ov stutt- skygd bara at krevja alt úr Havnini, leggur hann aftur- at. Landsstýrið sleppur ikki at renna runt við Tórshavnar Kommunu, er tann heilt greiði boð- skapurin hjá borg- arstjóranum í Havn BARNAVERNDAR- ØKI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit bíða bara til onkur í landsstýrinum rópar bingo! Borgarstjórin í Havn er ógvuliga misnøgdur við framferðina hjá lands- stýrinum, nú ætlanin er at fáa kommunurnar at yvir- taka barnaverndarøkið. Og tá ið Heðin Morten- sen heldur turrisliga sig- ur, at hann bara bíðar eftir, at onkur í landsstýr- inum rópar bingo, meinar hann við, at hann bíðar eftir eini fráboðan úr landsstýrinum. – Men tað skal vera ein klokkuklár fráboðan, tí einki annað verður góð- tikið, sigur hann. Skal ikki kosta skattaborgarunum eitt oyra Landsstýrið hevur boðað frá, at tað skal ikki merkj- ast á skattarokningini hjá fólki, at kommunurnar nú skulu umsita alt barna- verndarøki, sum hevur ligið undir landinum hig- artil. Skulu kommunurnar yvirtaka barnaverndar- øki, fer tað at kosta kommununum nógvar milliónir. Men landsstýr- ið hevur lovað, at lands- skatturin skal lækka, so at kommunurnar kunnu hækka kommunuskattin og sostatt skal skatta- borgarin onki merkja til at barnaverndarøkið verður lagt undir komm- unurnar. Men tað er akkurát her, at Heðin Mortensen heldur, at landsstýrið hevur svikið so dyggiliga. – Hóast kommunurnar eru í ferð við at leggja fíggjarætlanir fyri kom- andi ár, hava vit enn ikki hoyrt eitt orð úr lands- stýrinum um, at ætlanin er at lækka landsskattin, so at kommunurnar kunnu yvirtaka barna- verndarøkið, uttan at samlaða skattatrýstið økist. Men borgarstjórin slær samstundis rimmarfast við sjeytummaseymi, at skattatrýstið á borgaran í Havn skal ikki økjast eitt tveyoyra fyri tað um kommunurnar nú skulu yvirtaka barnaverndar- økið. – Vit hava mett, at tað fer at kosta Tórshavnar Kommunu 16 milliónir at yvirtaka alt barnavernd- arøkið frá landinum. – Men fer landsstýrið ikki at lækka landsskatt- in, so at landsskatturin í Havn lækkar 16 milliónir, fara vit rætt og slætt at nokta fyri at yvirtaka barnaverndarøkið. – Fylgir peningur ikki við, vilja vit ikki hava barnaverndarøkið, tí so skal landið sleppa at eiga tað! Seta ongar pengar av Tórshavnar Kommuna er annars í ferð við at leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár. Hon javnvigar við 493 milliónum. Fyrsta við- gerð hevur verið og tað skulu ganga minst 14 dagar, áðrenn onnur við- gerðin kann vera og fíggj- arlógin verður endaliga samtykt. Sostatt er ikki øll verðsins tíð. Men til vit fáa eina klokkuklára frá- boðan úr landsstýrinum, arbeiða vit sum um at onki er hent og at lands- stýrið eisini næsta ár skal umsita barnaverndarøkið. – Sostatt ætla vit ikki at seta eitt oyra av á fíggjar- lógini til barnaverndar- økið. Tað gera vit ikki, fyrrenn vit fáa greitt at vita frá landsstýrinum, at landskatturin verður lækkaður, so at borgar- arnir í Havn koma at betala 16 milliónir minni í landsskatti. Tá ið vit hava fingið ta fráboðan- ina, kunnu vit seta 16 milliónir afturat av á fíggjarlógini til barna- verndarøkið, sigur Heðin Mortensen. – Men tað verður held- ur ikki fyrr, leggur hann afturat, tí nú skal lands- stýrið vísa í verki, at tað stendur við lyftið um at skattabyrðan skal ikki økjast, hóast barnavernd- arøkið nú verður lagt undir kommunurnar. Hann sigur, at krevur landsstýrið, at kommun- an skal yvirtaka barna- verndarøkið, uttan at veita fult endurgjald í landsskattinum, skal Løgtingið sleppa at kroysta tað niðuryvir kommuna við eini lóg, tí sjálvboðin gera vit tað ikki, slær borgarstjórin fast. Vóru seks ímóti einum Kemur ikki upp á tal at flyta út á bygd – Húsið, har Barnaverndarstovan skal verða í Havn,verður umvælt. Tað er eitt ófrávíkiligt krav, at hon verður verandi í Havn, annars verður samstarvið slitið Bíða bara eftir at onkur í landsstýrinum rópar bingo