Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Formaðurin í búskap- arráðnum ivast ikki í, at okkurt slag av til- feingisgjaldi fer at verða innført í før- oysku fiskivinnuna. Longu nú heldur hann, at ein stór hugburðs- broyting er hend hes- um viðvíkjandi.Men samstundis leggur hann dent á,at ein slík viðgerð skal hava eina breiða og gjølliga við- gerð,áðrenn hon verður sett í verk TILFEINGISGJALD Jákup Mørk Tá ið búskaparráðið á fyrsta sinni kom við hug- skotinum um eina tilfeing- isrentu, var hetta avgjørt ikki nakað, sum fall í góða jørð hjá politisku skipanini. Eitt nú varð sagt, at tá- verandi formaðurin, Bjarni Olsen, neyvan hevði pissað í saltan sjógv, og at hann tí ikki var maðurin, sum skuldi ráðgeva høvuðsvinn- uni. Og aðrar politiskar røddir kravdu bart út, at formaðurin varð settur frá. Tølini avleiða reaktiónir Núverandi - og kanska eis- ini seinasti - formaðurin í búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, heldur, at í so máta er ein stór hugburðs- broyting farin fram seinnu árini. Ein broyting, sum kanska ikki merkir, at allir partar glaðbeintir vilja seta eina slíka skipan í verk her og nú. Men ein broyting, sum hevur inniborið, at tankin um eitt tilfeingisgjald ikki longur er nakað banni- orð, men tvørtur ímóti ein spurningur, sum nú verður viðgjørdur á sakligum grundarlag frá fleiri síðum. - Tað er jú ein skipan, sum so líðandi er sett í verk í fleiri londum kring okkum, og tað hevur helst sína ávirk- an. Í dag sært tú til dømis eisini allir fjølmiðlar viðgera spurningin, og tó at eg ikki eri samdir í øllum tí, sum verður skrivað um hetta, so bendir hetta á eina veruliga broyting. Kann hendan broytingin ikki eisini hanga saman við teimum stóru handlum, sum vit hava sæð gjøgnumførd- Ωar seinastu tíðina? - Tað er ikki annað enn náttúrligt, at so er. Hasir handlarnir fóru tó eisini fram, longu tá fyrsta álitið um spurningin varð skrivað. Men tá varð fokus kanska meira sett á politisku hand- faringina av hesum. Hetta við at reiðarar høvdu fingið bindandi tilsøgnir um at leggja loyvi saman, longu áðrenn teir keyptu onnur og smærri loyvi. Men veruleiki- n var, at tað blivu fleiri fiski- før handlað fyri upphæddir, sum vóru nógvar ferðir tað, sum sjálvt farið var vert. - Í ár hava vit tó brádliga sæð nakrar handlar av slík- ari stødd, at fólk kanska hava ilt við at fyrihalda seg til tølini. Og hetta hevur sjálvsagt eisini avleitt nakr- ar reaktiónir. Bæði millum fólk sum heild og í polit- isku skipanini. Umsetiligheitin skal varveitast Hesar reaktiónir hava so eis- ini havt ta ávirkan, at stórur partur av løgtinginum í dag tykist arbeiða fram ímóti einum tilfeingisgjaldi av onkrum slag. Ein gongd, sum formaðurin í Búskapar- ráðnum tykist fegnast um, men har hann samstundis vísir á, at fólk ofta hava hug at misskilja tey sjónarmið, sum verða førd fram. - Tað er í øllum førum fullkomuliga skeivt, tá tað frá ávísum síðum verður ført fram, at okkara tanki er at brandskatta umsetilig- heitina í skipanini. - Júst umsetiligheitin er jú tað, sum tryggjar dyna- mikkin í skipanini. Tá ein reiðari til dømis setir eina toskakvøtu fyri 40 mió kr., so er tað væl eitt úttrykk fyri, at keyparin metir seg kunna forrenta hesa upp- hæddina betri enn seljarin heldur seg kunna. Tað vil í sjálvum sær innibera eina effektivisering í vinnuni, og tað vil væl altíð vera hes- um, vit skulu stremba eftir. Men er vansin í eini slík- ari skipan ikki, at øll veiði- loyvi kunnu verða kon- sentrerað á antin fáar før- oyskar hendur, ella kanska á útlendskar hendur? - Tað er rætt, at tað kann vera ein vansi. Men hin- vegin vil ein konsentratión í nógvum førum eisini inni- bera eina effektivisering. Júst hvussu hendan skal koma, er ein politiskur spurningur. Tað kann jú væl hugsast, at politikarar fram- haldandi vilja tryggja aktiv- itet í ymsum økjum kring landið, og tað er so ein spurningur, sum skal við- gerast hareftir. Meinar tú harvið, at tað væl kundi hugsast ein landafrøðilig kvotaskipan við fiskiloyvum? - Til dømis. Og tann tankin nýtist ikki at vera í ósamsvari við umsetiligheit- ina. Men verður tað gjørt, so er tað sera týdningarmikið, at talan framvegis verður um umsetiligheit innan fyri tær avmarkingar, sum verða ásettar. Vansin í verandi skipan er jú, at loyvini verða latin mest sum í allar ævir, og har byggir okkara tilmæli á nøkur væl styttri tíðar- skeið, fyri á tann hátt at tryggja ein meira dynamisk- an marknað. Gongur rætta vegin Tá tosað verður um eina víðari tilgongd í spurning- inum um tilfeingisgjald, tykist Johnny í Grótinum ikki vera í iva um, at hetta er skipan, sum fyrr ella seinni eisini kemur í gildi her í Føroyum. Men hann leggur samstundis alstóran dent á, at spurningurin eig- ur at verða viðgjørdur bæði væl og virðiliga. - Í løtuni situr ein arbeiðs- bólkur undir Fiskimálaráðn- um og arbeiðir við allari fiskidagalóggávuni sum heild. Her vildi tað verið upplagt, at okkurt slag av ráðstevnu varð hildið um spurningin viðvíkjandi til- feingisgjaldi. Bæði soleiðis at vit her í Føroyum fingu eina breiðari viðgerð av spurninginum, og eisini fyri at fáa nøkru input útifrá. Eitt nú høvdu íslendingar eina slíka ráðstevnu fyri einum fýra árum síðani, og vit kundu uttan iva eisini gjørt nýtslu av teirra royndum í hesum. Eisini eru estlending- ar farnir undir eina uppboðs- søluskipan við fiskiloyvum, og tað vil heilt víst eisini vera nakað, sum vit kunnu fáa nøkur input burturúr. - Og í longdini ivist eg ikki í, at ein slík kemur, men nær og hvørjum formi ætli eg mær ikki at gera nakrar gitingar um. Í ís- landi eru tey jú byrjaði í smáum, har gjaldið í dag er 6% av netto, og tann partur- in skal ætlandi hækkast til 9% komandi ár. Júst hvar gjaldið endar, er ilt at siga, men tað er neyðugt, at hetta kemur inn í skipanina, sam- stundis sum dynamikkurin verður varveittur. - Tað ringasta, sum kann henda, er um landið sjálvt fer at spæla fiskidagabanki á tann hátt, at allur handil við fiskidøgum verður fluttur yvir í politisku skip- anina sum eitt annað stempulkontór. Tá hvørvur allur dynamikkurin í skip- anini, tí tá verður tað tann politiski myndugleikin, sum skal gera av, hvør skal hava hvørji loyvi, og tað er ikki serliga fremjandi fyri landsbúskapin, staðfestir Johnny í Grótinum at enda. Millióna-handlar hava broytt hugburðin Johnny í Grótinum ivast ikki í, at ein skipan við tilfeingisgjaldi kemur í føroysku fiskivinnuna. Men nær ella hvussu vil hann enn ikki seta orð á Nr. 210 • mikudagur • 2. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo