mikudagur 2. november 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 2. november 2005
9
Tá ið verkfall var, og
leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum tók
avgerð um at avlýsa
allar ikki bráðneyð-
ugar skurðviðgerðir,
vóru avvarðandi
læknar ikki altíð
kunnaðir um hetta
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tá ið sjúkrahúsleiðslan
hevði tikið avgerð um at
avlýsa allar skurðviðgerðir,
ið ikki vóru bráðneyðugar,
var hetta gjørt uttan um
fleiri av avvarðandi lækn-
um. Í onkrum føri var tað,
sum
skilst,
enntá
ein
sjúkrarøktarfrøðingur, ið
gjørdi av, um talan var um
bráðneyðuga skurðviðgerð
ella ikki.
Tóku læknafakligar
avgerðir
Tá ið Jóhan Petur David-
sen, uppsagdur yvirlækni,
frætti, at yvirsjúkrasysturin
á skurðdeildini hevði avlýst
fleiri av ætlaðu skurðvið-
gerðunum hjá honum eftir
øllum at døma við vælsign-
ilsi frá sjúkrahúsleiðsluni,
var hann ikki blíður.
Jóhan Petur Davidsen tók
so ógvusligani til í hesum
sambandi, at sjúkrahús-
leiðslan ynskti at siga hann
úr starvi. Jóhan Petur Dav-
idsen kundi ikki góðtaka, at
sjúkrarøktarfrøðingur tók
læknafakligar avgerðir.
Hóast ákæruritið móti
Jóhan Petur Davidsen, sum
Sosialurin hevur fingið
hendur á, bert viðgerð
ósemjur
í
leiðsluhøpi,
ynskir sjúkrahúsleiðslan at
siga hann úr starvi sum
tænastumannasettur yvir-
lækni eisini.
Sum skilst kunnaði Jóhan
Petur Davidsen sjúkrahús-
leiðsluna á fundi tann 19.
oktober um, at hann ikki
kundi góðtaka, at sjúkl-
ingaviðgerðir hjá honum
vóru avlýstar, uttan at hann
var vitandi um hetta. Dagin
eftir fekk Jóhan Petur Dav-
idsen bráddliga at vita, at
sjúklingarnir vóru kallaðir
inn aftur, og heldur ikki
hesaferð varð hann kunnað-
ur um hetta.
Sum skilst á læknum, er
væntandi, at avgerðin hjá
sjúkrahúsleiðsluni um at
lata sjúkrarøktarfrøðingar
taka avgerð um, hvat er
bráðneyðug skurðviðgerð
og hvat er ikki, verður kærd
til landslæknan.
Sjúkrahús-
leiðslan fór
út um sína
heimild
Sambært advokat-
inum hjá Jóhan
Petur Davidsen,
uppsagdum yvir-
lækan, fór sjúkra-
húsleiðslan út um
sína heimild, tá ið
hon sendi
yvirlæknan til hús
UPPSAGDUR
YVIRLÆKNI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í skrivi dagfest 25.
oktober til advokatin
hjá Landssjúkrahúsin-
um sigur Christian
Andreasen, advokatur,
umboðandi
Jóhan
Petur Davidsen, at av-
gerðin hjá sjúkrahús-
leiðsluni er ógyldug,
og hann krevur tí, at
hetta verður broytt
beinanvegin.
Ikki setanar-
myndugleiki
Christian Andreasen
ger í skrivinum vart
við, at sjúkrahúsleiðsl-
an ikki er setanar-
myndugleiki, og hann
metir tí, at avgerðin hjá
leiðsluni er ein ógyld-
ug avgerð, og tí verður
kravt, at hetta verður
broytt beinanvegin.
Í skrivinum sigur
Christian Andreasen,
advokatur,
eisini:
»annars skal eg endur-
taka, at grundgeving-
arnar fyri uppsagnini
m.a. er, at Jóhan Petur
Davidsen ikki skal
hava aktað givin boð,
og at talan tí er um
disiplinær viðurskifti,
og at Jóhan Petur
Davidsen tí ikki kann
sigast upp, uttan so at
ein tænastumannasak
er reist móti honum.
Hesa avgerð kann
sjúkrahúsleiðslan held-
ur ikki taka, tí sjúkra-
húsleiðslan
er
ikki
setanarmyndugleiki«.
Somuleiðis
sigur
Christian Andreasen í
skrivinum, at hann
metir framferðarháttin
hjá sjúkrahúsleiðsluni
við at frítstilla Jóhan
Petur Davidsen og at
innstilla hann til eina
uppsøgn verða langt
uttan fyri løgfrøðisligt
mark, og advokaturin
tekur tí fyrivarni um
øll rættarstig í hesum
sambandi.
Tað var ikki bert
Jóhan Petur
Davidsen, uppsagdur
yvirlækni, ið var
misnøgdur við
avgerðina hjá sjúkra-
húsleiðsluni um at
steðga øllum ikki
bráðneyðugum
skurðviðgerðum
undir verkfallinum
UPPSAGDUR
YVIRLÆKNI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í
einum
notati,
sum
Tummas í Garði, lækna-
stjóri, hevur skrivað, og
sum Sosialurin hevur fing-
ið hendur á, verður greitt
frá eini telefonsamrøðu
millum læknastjóran og
Eliesar Olsen,yvirlækna.
Líkist svartasta
ongum
Í notatinum stendur at lesa,
at Eliesar Olsen tann 19.
oktober ringdi til Tummas í
Garði og segði, at hann var
sera illa nøgdur við, at
leiðslubólkurin hevði tikið
avgerð um, at allar ikki
bráðneyðugar
skurðvið-
gerðir skuldu avlýsast. Eli-
esar Olsen, yvirlækni segði
við læknastjóran, at hann
helt, at tað líktist svartasta
ongum, at hann ikki kundi
fáa loyvi til at fremja nakrar
smáar skurðviðgerðir, ið
hann hevði á skránni. Talan
var um skurðviðgerðir, har
honum ikki hevði nýtst
stórvegis hjálp ella serliga
nógv tilfar.
Tummas í Garði fasthelt
tó, at talan var um eina
undantaksstøðu fyri alt
sjúkrahúsið, og avgerðin
skuldi respekterast. Eliesar
Olsen var kortini sera
misnøgdur, og hann helt, at
tað var ein býtt avgerð, sum
varð tikin, men at hann
kortini
fór
at
fylgja
boðunum frá leiðsluni.
Sjúkrahússtjórin er
ikki samdur við
Christian Andreasen,
advokati hjá Jóhan
Petur Davidsen, sum
vil verða við, at
avgerðin at koyra
uppsagda yvirlæknan
til hús er ógyldug
UPPSAGDUR
YVIRLÆKNI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Poul Geert Hansen sigur, at
sambært lóg er sjúkrahús-
leiðslan
setanarmyndug-
leiki á Landssjúkrahús-
inum, men ikki uppsagnar-
myndugleiki, tá ið talan er
um uppsøgn uttan umsókn.
Hann heldur tískil ikki, at
tað var ein ógyldug avgerð,
ið sjúkrahúsleiðslan tók, tá
ið hon sendi Jóhan Petur
Davidsen til hús.
Fleiri vóru misnøgd
Spurdur hvussu tað ber til,
at Landssjúkrahúsið valdi
bert at gera bráðneyðugar
viðgerðir, meðan verkfall
var, samstundis sum Klaks-
víkar Sjúkrahús og Suð-ur-
oyar Sjúkrahús koyrdu við
fullari megi, sigur Poul
Geert Hansen:
– Vit eru meginsjúkra-
hús, og tí er nógv meiri
virksemi sum heild á
Landssjúkrahúsinum, enn
tað er á hinum báðum
sjúkrahúsunum. Vit eru fyri
so vítt eisini megingoymsla
fyri alt sjúkrahúsverkið. Vit
viðgjørdu málið í leiðsluni
og í leiðslubólkinum, og
avgerðin bleiv so tikin,
hóast tað vóru fleiri, sum
ikki vóru nøgd við avgerð-
ina. Í einari organisatión
vilja tað tó altíð verða
summi, sum eru misnøgd,
sigur Poul Geert Hansen.
Sjúkrahússtjórin hevur
annars ikki hug til at gera
tær stóru viðmerkingarnar
til málið, tí talan er um eitt
persónsmál.
Sjúkrarøktarfrøðingar
tóku læknaavgerðir
Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjóri:
– Vit eru setanarmyndugleiki
Aðrir yvirlæknar vóru eisini misnøgdir