mikudagur 2. november 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 210 - 2. november 2005
Bush er komin í álvarsligar trupulleikar og stendur fyri
skotum frá øllum síðum. Fyri handfaring sína av krígnum
í Irak, av vali av nýggjum hægstarættardómara, fyri vænt-
andi leiklutin í herviligu ódnini herfyri og nú fyri ólóg-
liga virksemið millum sínar næstu embætismenn og hjá
leiðandi republikanarum í lóggevandi tingunum. Kring
allan heim havast politikarar og pressan at Bush. Eisini
høgravenda pressan í Danmark tekur undir við kritikk-
inum og sunnudagin skrivar konservativi Berlingarin eina
hvassa oddagrein móti Bush. "Plamegate er et symptom
på forfaldet i Bushs ledelse og præsidentens mænd betaler
prisen for moralsk skråplan" skrivar blaðið. Vit skulu ikki
her reksa upp øll málini, har Bushstjórnin hevur gjørt seg
seka í bæði maktmissbrúki, skeivari information og van-
virðing av tí sanna demokratiinum. Tað kennast tey flestu
við frá mongu útlendsku loftmiðlunum.
Hvønn týdning ella áhuga hevur hetta so fyri okkum í Før-
oyum? Kann tað ikki vera okkum tað sama, hvussu ein
amerikanskur forseti tíggjar sær? Eftir okkara tykki eigur
hetta at hava okkara áhuga. Hóast føroyski almenningurin
ikki ger nógv hóvasták burtur úr tí, sum hendir rundan um
okkum, so síggjast av og á viðmerkingar serliga frá fólki,
sum taka undir við Bush og síggja hann sum veruliga verjan
av okkara vesturlendsku samfeløgum. Hesi fólk eiga at steð-
ga á og geva sær gætur, hvat í veruleikanum hendir í USA,
á Capitol Hill í Washington og annars handan leiktjøldini.
Tað kunnu tey m.a. við at fylgja við á BBC skíggjanum.
Henda heimsgitna útvarps- og sjónvarpsrás gevur okkum
eitt sera gott innlit í tað, sum hendir í "Gods own country".
Eitt nú hava danska DR2 og SVF filmsrøð um baklandið
og ideologiska grundarlagið hjá Bush, tey neokonserva-
tivu. Filmsrøðin hevur eina gjøgnumgongd av teimum neo-
konservativu í USA og teimum mest víðgongdu muslimu-
num í arabiska heiminum. So løgið tað kann ljóða fyri okk-
um, er her ein líkheit, nevniliga hon, at bæði tey neokonser-
vativu og ekstremu muslimarnir brúka sama vápn í roynd-
unum at fáa og varðveita vald. Hetta vápn er ótti. At skapa
ótta í einum og hvørjum. At undirgrava veruliga og sanna
demokratiið við teimum mest tvitnu vápnunum at vísa á,
hvussu vandamikil tey sokallaðu egoistisku liberalismu er
fyri ávikavist eitt kristið USA og eitt islamiskt samfelag.
Um vit vilja tað ella ikki, so hava vit her við fundamental-
ismu at gera. Veruleikin, sum m.a. kemur fram í hesum
BBC sendingum, er tann, at tú hevur religiøsar fundament-
alistiskar kreftir og valdsharrar í USA øðrumegin og í
muslimskum londum hinumegin, sum als ikki ynskja frælsi
fyri tann einstaka. Sum vilja trútta/tvinga niður í øll onnur
teirra egnu og einastu tulking av sannleikanum. Hugsið um
tey mongu á demokratiska og humanistiska vonginum í
USA, sum eru gjørd til fíggindar av USA, hvussu hesi eru
fyri bakbiti. Tá orðið liberalur verður brúkt sum ókvæmis-
orð í hesum samanhangi, so fevnir tað um øll tey á miðjuni
og báðumegin miðjuna á tí politiska ásanum, um tey intel-
lektuellu, um listafólkini, tey, sum vit eisini vanliga nevna
humanistar. Royndirnar hjá Bush at broyta ta so týðandi
"javnvágina" í Hægstarætti við at seta tveir sera konservat-
ivar dómarar er bara ein partur av hesi óhugnaligu gongd,
sum skal geva teimum neokonservativu fundamentalistun-
um alt valt í USA. Hetta er ein gongd, sum eisini vit í Eur-
opa, eiga at hava eina meining um og berjast ímóti.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Bush og tey neokonservativu
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ein óhugnalig uppliving
Erik Christensen,
Porkeri
Den 31-10 2005 hentede
jeg min kone i lufthavnen
kl. 14:10. Vi tog en bekendt
fra Suðuroy - med i bilen til
Tórshavn. Han klagede
over stærke vedvarende
smerter i højre lyskeregion.
Flyturen fra Danmark til
Færøerne havde været en
meget smertefuld oplevelse
for ham. Vi kunne se, at
hans tilstand forværredes
og kørte så hurtig som mu-
lig til Landssygehuset i
Tórshavn, hvor vi ankom
kl.15:00. Sygeplejersken i
modtagelsen nægtede at
indskrive ham med den
begrundelse, at patienten
først skulle have en hen-
visning fra vores bekendts
egen læge i Vágur på Suð-
uroy, men hun mente dog
efter lidt betænkningstid, at
vi kunne forsøge på læge-
huset i Tórshavn. Vi sagde,
han havde haft symptom-
erne i et døgn. Syge-plej-
ersken mente, at så længe
han havde stærke smerter,
var det ikke noget at være
bange for. Hun beroligede
patienten med bemærkn-
ingen om, at hun aldrig
havde oplevet, at nogen var
død af blindtarmsbetænd-
else, men hun ville dog
prøve at få fat i en læge.
Efter en halv times vente-
tid, meddelte hun os, at vi
var nødt til at køre til
lægehuset for at få vores
bekendt indlagt på Tórs-
havn sygehus. Lægehusets
læge konstaterede, at han
havde symptomer på blind-
tarmsbetændelse og gav
besked til sygehuset, at han
måtte indlægges omgå-
ende. Efter yderligere en
halv times ventetid i vente-
værelset på sygehuset blev
han endelig indlagt kl.
16:30. Kl. 19:00 fik han sin
perforedede
blindtarm
fjernet. Han har fomodent-
lig været i livsfare, hvis op-
erationen var blevet yder-
ligere forsinket.
Med forundring måtte vi
konstatere, at der ikke med
det samme var en læge, der
kunne vurdere patientens
tilstand. Hændelsesforløbet
kunne ske for alle.
Johnny í Grótinum,
formaður Búskaparráðsins
Í lesarabrævi í tíðindabløð-
unum tann 1. november
hevur Jóhan Dahl ein fyri-
spurning til formann Bú-
skaparráðsins um útgávuna
av frágreiðing ráðsins. Tað
er ikki á hvørjum degi, at
løgtingsmenn vísa virksemi
Búskaparráðsins ans, tí vil
eg nýta høvi at takka Jóhan
Dahl fyri sýndan áhuga. Í
Búskaparráðnum verða vit
ofta lastaði fyri at vera í so
provokerandi, men í hesum
førinum tykist fyrispurn-
ingurin fullkomiliga óprov-
okeraður, tí formanskapur-
in í ráðnum hevur onki frá-
boðað um konjunkturfrá-
greiðing ráðsins.
Svar
uppá
ítøkiligu
spurningarnar:
(1) Um Búskaparráðið hev-
ur gjørt sítt arbeiði
higartil í ár til lýtar, má
vera upp til Fíggjar-
málaráðharran,
Løg-
tingið og almenningin
annars at meta um.
Sambært
lógini
er
endamálið við ráðnum
"at fylgja við gongdini í
landinum og at ráðgeva
um búskaparlig viður-
skifti", meira ítøkiliga
skal formanskapurin í
ráðnum minst eina ferð
um árið gera "frágreið-
ing um gongdina í før-
oyska búskapinum, har
mett verður um búskap-
arligu støðuna, útlitini
framyvir, og hvørji til-
tøk
eiga
at
verða
framd". Í august lat Bú-
skaparráðið úr hondum
eina frágreiðing um bú-
skaparvøkstur í Føroy-
um, har búskaparfrøði-
lig ástøði og hagfrøði
var nýtt til at lýsa tær
avbjóðingar føroyska
samfelagið hevur fyri
framman, um ætlan
Landsstýrisins at vera
millum fremstu búskap-
ir í 2015 skal fremjast í
verki. Frágreiðingin var
send Føroya Løgtingið,
men hon er annars eis-
ini atkomilig á heima-
síðu
ráðsins,
w w w. e c o u n c i l . f o .
Annars er tað ætlan
formansins eftir innan-
hýsis viðgerð av spurn-
inginum at geva eina
frágreiðing út afturat í
ár, hendan frágreiðing
viðgerð
konjunktur-
gongdina í føroyska
búskapinum.
(2) At konjunkturfrágreið-
ingin ikki er útkomin
enn er onki óvanligt, tí
bæði í 2000 og 2003
kom hendan frágreiðing
í desember tey árini.
(3) „Arbeiðarin er løn sína
verdur" sigur svarta
bók, men um ráðslimir-
nir eru sína samsýning
verdir er - sambært lóg-
ini um Búskaparráð -
ein spurningur millum
Landsstýrið og ráðið.
Svar til fyrispurning frá Jóhan Dahl