mikudagur 2. november 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 2. november 2005
11
VIÐMERKINGAR
Samhaldsfasti og Visión 2015
Eyðfinn Jacobsen
Eg las tvær áhugverdar
greinar í Sosialinum sein-
asta leygardag, sum sann-
førdu meg um, at ein styrk-
ing av Samhaldsfasta er ein
styrking av arbeiðsmarkn-
aðinum, sum aftur er ein
avgerandi fyritreyt fyri at
kunna standa seg í altjóða-
gerðingini, sum er ein
partur av tí veruleika, Visi-
ón 2015 hjá landsstýrinum
fer at byggja á.
Eina greinin er eftir Boga
Eliasen, cand. scient. pol,
sum hevur tinhelluanalysu
um langtíðarætlanina 2015
hjá landsstýrinum, har hann
heldur tað tykjast løgið, at
størri dentur ikki verður
lagdur á arbeiðsmarknaðar-
viðurskifti í hesi ætlan.
Hann minnir á, at fyri ikki
so langari tíð síðan var
streymurin sløktur, so neyð-
ugt varð at leggja uppí polit-
iskt, og at nú hevur júst
verið orrusta við Starvs-
mannafelagið, sum ikki
fekk eina loysn, fyrr enn tað
lá í kortunum, at lagt varð
uppí politiskt. Hann heldur
heilt víst vanda vera fyri, at
fleiri arbeiðssteðgir kunnu
koma í tíðini fyri framman
og at hetta er ein afturvend-
andi støða.
Boðskapurin hjá Boga er,
at ein fortreyt fyri at menna
Føroyar til at verða ein
vinnari í alheimsgerðini,
krevur nógv betri, tryggari
og meira skipað viðurskifti
á
arbeiðsmarknaðinum.
Hann heldur tað vera um-
ráðandi, at eisini arbeiðs-
takarin kemur í eina til-
gongd, har hann umvegis
eftirútbúgving og umskúl-
ingar verður fyrireikaður til
ta broyting, føroyska sam-
felagið skal ígjøgnum, um
landið skal verða eitt av
heimsins bestu at búgva í
um 10 ár.
Onnur greinin er eftir
Jógvani Sundstein, fyrr-
verandi løgmanni, lands-
stýrismanni og løgtings-
manni, sum nú er búsitandi
í Danmark, við yvirskriftini
"Arbeiðssteðgur og eftir-
lønir v.m.", har hann m.a.
skrivar soleiðis:
Eg skal viðganga, at tá
samhaldsfasti frá fyrstu tíð
kom, var eg ímóti skipanini.
Men sum tíðin er liðin, og
eg havi sæð skipanir aðra-
staðni, eri eg komin á aðrar
tankar. Eisini trúgvi eg, at
tað vandamál, sum nógv
verður talað um, til dømis
her í Danmark, um væl-
ferðarsamfelagið i fram-
tíðini klárar lutfallið mill-
um færri vinnufør og fleiri
eftirlønt, betur verður loyst
við føroysku skipanini.
Føroyska skipanin við
eini lutfalsligari lágari
fólkapansións grundupp-
hædd, sum er skattafrí, og
síðani einum hækkandi
samhaldsføstum gjaldi, vil
sum frálíður virka betur
enn til dømis tann danska.
Jógvan Sundstein endar
greinina við hesi niður-
støðu:
Grundvøllurin
undir
eini tryggari skipan fyri
fólk, tá tey eldast, er so-
statt eftir mínari uppfatan,
at
fólkapensiónsupp-
hæddin verður varðveitt
við líðandi hækking, og at
skattafrælsið fyri grund-
upphæddina verður varð-
veitt. Harafturat kemur so
gjaldið frá samhaldsfasta,
sum um nøkur fá ár kann
koma uppá nakrar tús-
und krónur um mánaðan.
Tann lovaða økingin av
samhaldsfasta eigur tí at
fremjast, sjálvt um skatta-
lættin ikki fullt út kann
fremjast.
Ein treyt fyri einum væl
skipaðum arbeiðsmarknað
er samstundis, at arbeiðs-
styrkin hevur eina sømuliga
inntøku at liva av, tá tey
gevast á arbeiðsmarknaðin-
um og gerast eftirlønarmót-
takarar. Eitt økt inngjald í
Samhaldsfasta vil júst virka
fyri at uppfylla hesa treyt.
Bogi Eliasen vísti á
týdningin av, at arbeiðstak-
arin kemur í eina tilgongd,
har hann umvegis eftirút-
búgving og umskúlingar
verður fyrireikaður til ta
broyting, føroyska samfel-
agið skal ígjøgnum, um
landið skal verða eitt av
heimsins bestu at búgva í
um 10 ár.
Henda tilgongd kann
eisini tryggjast við einum
styrktum Samhaldsfasta. Tí
hetta letur seg gera, um
politiskur vilji er at lata
Samhaldsfasta taka sær av
hesi uppgávuni, soleiðis
sum upprunaliga ætlanin
við grunninum vísir.
Lóg um samhaldsfastan
arbeiðsmarknaðareftirlønar
grunn varð samtyk av løg-
tinginum 7. mai 1988. Tann
lógin fór tó ongantíð at
virka. Í staðin varð hon av-
tikin, tá núverandi lóg um
arbeiðsmarknaðareftirlønar
grunn varð samtykt og kom
í gildi 1. januar 1992.
Upprunaliga lógin (Sam-
haldsfasti)
hevði
sum
høvuðsendamál at tryggja
øllum íbúgvum landsins
eina arbeiðsmarknaðareftir-
løn. Men lógin hevði eisini
eitt annað endamál, nevni-
liga at fremja trivnað,
menning og tryggleika á ar-
beiðsmarknaðinum. Ásett
var í lógini, at stýrið kundi
brúka ein triðing av rentu-
inntøkunum av stovnsfæn-
um til slík endamál. Í við-
merkingunum til lógarupp-
skotið skrivaði landsstýrið
m. a. at tað var umráðandi,
at Samhaldsfasti ikki einans
skuldi vera til frama fyri tey,
sum farin eru úr vinnuni,
men eisini fyri tey, sum eru
í vinnu.
Sum dømi um endamál,
sum kunnu verða við til at
fremja trivnað, menning og
tryggleika á arbeiðsmarkn-
aðinum nevndi landsstýrið í
viðmerkingunum:
skeið-
virksemi,
gransking
og
trygdartiltøk, sum vóru utt-
an fyri skyldu arbeiðsgevar-
ans. Skeið kundu til dømis
vera fyri álitisfólk, vanlig
arbeiðsfólk, arbeiðsleiðarar,
umboð fyri arbeiðsgevarar
og fyri fólk annars, sum
annars hava at gera við ar-
beiðsmarknaðarviðurskifti.
Møguleiki kundi vera fyri at
lata løntakarum á skeiðum
endurgjald fyri mista ar-
beiðsinntøku í ávísan mun,
t. d. ájavnt við sjúkradag-
pening.
Sum dømi um gransking-
arøki nevndi landsstýrið í
viðmerkingunum
tey
heilsufrøðiligu, samfelags-
frøðiligu og sálarfrøðiligu
økini. Víst varð á, at áset-
ingar kundu gerast um ser-
ligar
skeiðnevndir
og
granskingarnevndir mann-
aðar við limum, sum høvdu
førleika til at geva stýrinum
slík tilmæli. Ætlanin var, at
avgreiðsluskrivstovan hjá
Samhaldsfasta skuldi hava
ta týðandi leiklutin at sam-
skipa, sammeta og gera
granskingarúrslit lættskilj-
andi og atkomulig hjá al-
menninginum.
Jú, tit hava lisið rætt.
Hetta var Visiónin hjá
landsstýrinum fyri føroyska
arbeiðsmarknaðin fyri 20
árum síðan.
Hevði tað ikki verið eitt
gott hugskot at styrkt og
broytt Samhaldsfasta, so
hann kundi verið við til at
menna Føroyar til at verða
ein vinnari í alheimsgerð-
ini, so landið verður eitt av
heimsins best at búgva í um
10 ár?
Lærarastørv
Søkt verður eftir tveimum lærarum til Fuglafjarðar
skúla. Størvini, ið er tíðaravmarkað, eru fyri lærarar í
barnsburðarfarloyvi.
Starv 1: 21 t/viku (lønarbrot 0,82)
frá 28. november.
Tímatalva:
3. fl. 13 t/v
kr., fø., heimstl., til. og flokslærari
9. bc fl. 8 t/v
kr. og lívfrøði
Starv 2: 18 t/viku (lønarbrot 0,82)
frá 5. desember
Tímatalva:
8. c fl. 5 t/v
fø. og flokslærari
4., 5., 7. fl. 4 t/v
til. og hand.
og 9 t/v
bókasavn
Størvini verða lønt sambært galdandi avtalu
millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini frá Súna í Hjøllum,
skúlastjóra, tlf. 444087 ella tlf. 214087.
Umsóknir saman við ljósriti av próvskjølum o.ø.
skulu sendast skúlastýrinum í seinasta lagi
týsdagin tann 15. november kl. 10.00. Viðmerkið
møguliga raðfesting av størvunum.
Skúlastýrið f. Fuglafjarðar skúla
Uni Næs, formaður
FO-530 Fuglafjørður
Lesið Sosialin - so eru tit við