Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 210 - 2. november 2005 Ansastova Tað hevur verið lív undir bitunum í Ansastovu í meira enn 100 ár. Av hes- um árum eigur Mia mostir síni níti ár. Hetta er ein langur dagur sæddur í mannaeygum, men í tíðar- innar havi er hetta bert eitt lítið fon. Ein dagur er sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur. Eitt lítið navnabretti hev- ur hingið uppi á loftinum í Ansastovu við orðunum: Sum dagur tín er, skal styrki tín verða. Hesi stórt 100 árini hava sett seg í bitar, bróst, gólv og í mannaeygu undir skiftandi korum í gleði og í gaman, í tungum løtum og fagnar- løtum. Øll mannabørn kenna á sær, tá ið tað á ymsan hátt slær afturíaftur - tá ið lagnan ikki talar tað mál, sum okkum er til vildar. Mikið lættari er tað , tá ið tað gongur eftir okkara vilja, og lívið smílist til okkum og veitir eina glóð til sál og likam, so styrkin verður, sum gylt ljós mill- um mýrusóljur ein summ- ardag. Her er myndin av Miu mostir í einum eks- pressivum, litríkum dámi av einum níti ára degi, sum hevur borið nógvan skald- skap við sær, sum vit siga tær takk fyri. "Hvussu hevur tú tað, Mia?"- " Eg skal siga tær, eg hoyri væl , síggi væl og mussaskøðið gongur sum á einari piparkvørn!" Soleið- is tekur Mia mostir til, tá ið tú legst á máltráðin og fær tær eitt gott prát við føð- ingardagsbarnið. Orðarík er hon sum fáur, og mangt myndamál hevur verið undir bitunum í Ansastovu, sum hevur verið tann reini skaldskapur. Einki dulsmál er í hesum, sum Hans Marius, rithøvundir, hevur oyst av í sínum skaldskapi úr hesi piparkvørn, sum hvør oyndfirðingur læt á í sínum lagi. Abbi, Daniel Jacob, plagdi onkuntíð at fara niðan á Marknagil til gamla Jústinus og fáa eitt prát við hann. Tað bar meira enn so á, at hann tók soleiðis til: - Tað var so trongt niðri í lágni, at eg mátti koma niðan á Marsknagil at anda. Tað var trongt húsanna millum niðri í Sjóvartúni, men tað var hugnaligt. Kanska vóru tað tær gomlu genturnar, sum komu á gátt við sínum dagligu smá- syndum og fingu ein sárka frá ommu, Lenu í Ansa- stovu. Dunga Oluffa, Elspa við Lið, Elsa í Húsi, Oli- vina, Fía við stein og Ella á Breyt. Tað var kanska ovboðið hjá abba at hoyra teirra njór. Tær plagdu at sita á torvkassanum og tala sítt mál. Torvkassin var staðurin "The Speaking Corner" í Ansastovu, har tú kundi geva ljóð fyri tí degi, sum var lagdur í ein Gamla Testamentligan dám. Haldi ikki, tey gomlu í Oyndar- firði um hetta mundið lósu so nógv í Nýggja Testa- menti, nei, tað var Gamla Testamenti og andaktsbøk- urnar, tey hildu seg at. Í Gamla Testamenti vóru søgurnar, og úr andakts- bókunum fingu tey sálar- ligan styrk til dagsløtuna og til náttarleguna. Torvkassin var ein jarð- iskur himnastólur, har tann sálarligi sárseykin hjá teim gomlu gentunum fekk ein bata, sum rakk til einar tveir, tríggjar dagar - ja, kanska eina viku. Ein linni var at sita her og síggja Lenu, lukka. Onkur av hesum konufólkum vóru fáorðaðar, men tann stumma talan kundi rúgva minst líka nógv, sum ein floymur av orðum. Eitt "ja, lukka" og ....... "alt hvad jeg må lide, lad mig ikke miste mit forstand", kom seigliga frá ommu. Hetta loysti upp fyri innistongdum sálar- kvølum á einum torvkassa, sum veitti ein styrk til eitt menniskja, sum brátt hevði livað eitt heilt lív. Á Dunganum Í øllum hesum meldri var Mia. Hon lyfti og lætti, tók sær av ommu og abba, Jóhan Sofusi, ommu- beiggja, og ikki so sjáldan rætti hon Dunga Oluffu eina hond, sum búði hinu- megin túnið handan lit- fagra aldingarð sín við teimum violettbláu og reyð- dæmdu silkiblómunum á einum frímerki, sum einans var einar tveir fermetrar. Har stóð hon Dunga Oluffa í sínum svarta kjóla og sínum hvítstívaða fyriklæði og heilsaði upp á prest, tá ið hann fór Oman eftir Túni sunnumorgun í kirkju. Tað var gott at sita á himna- stólinunm, torvkassanum, í Ansastovu, men at røkka faldinum á prestakjólanum var andaligi styrkin til ein heilan mánað, til prestur kom aftur til býggja og oysti av sínum guddóms- keldum til alt fólkið í bygd- ini. Meira enn so kom tað fyri, tá ið prestur hevði guðstænastu sunnudag og gamli Høgni Petersen - Dungamaðurin livdi, at hann varð sendur niðan frá, at vita um hann fekk eyga á prest. Hesin gamli, lætt- sinti, snøggi Dungamaður fór seigliga av stað. Oluffa skuldi fyrireika seg væl til tann geistliga boðberan, sum hevði allan andaliga guddómsførningin í fald- inum á prestakjólanum. Tá ið so pápin so góðvarin kom aftur við tíðindum um, at prestur nú fór um brúnna við Kvíggjarfoss, hevði Oluffa ein skáa at gera seg til at stilla seg út í tún og fáa eitt orð frá presti fyri gudstænastuna. Meistarin kom framvið í einum prestakjóla og veitti einari gamlari bygdasál linna og bót. Lívið hevði verið og var strævið í mangar mátar, og var hetta andaliga íhaldið matur og drekka fyri sál og likam. Hálshvíti presturin steðgaði á og heilsaði upp á Oluffu í tí hvíta fyriklæðnum. Synda- okið fór í tann hvíta dúkin og goymdi seg í teimum myrku klæðunum, har alt sálarligt dust og bos varð bundið niður. Við Lið Oman fyri Dungan er við Lið. Her búðu systkini Peter og Elspa (Elsebeth) við Lið. Tey høvdu Byrger- sen til eftirnavn, og komst hetta av, at pápin æt Birgir . Peter doyr 1931, men Elspa doyr 1949. Tað var sagt um Peter, at hann skuldi sigla við fransmonnum, meðan hann var í góðum árum. Mær er fortalt, at hann varð settur upp á ein stein undir vestaru síðu á Suðuroynni av fransunum og varð tikin upp av einum útróðrarbáti úr Suðuroy. Hví hetta var, sigur søgan einki um. Onk- untíð, tá ið roykstovugólvið Við Lið varð vaskað, vísti hann systrini, hvussu franskmenninir spulaðu dekkið. Systirin, Elspa, plagdi at læna Dimmu frá abba, og hon í síni verð las um 2. veraldarbardaga, ið reikaði um tann víða heim í fýrati árunum. Hon spurdi abba, hvat hann helt um Hitler, "Kumberlain", "De Galle" "Kyrkhil" og " Lenin" (trýst á seinna stavilsið)? Hon var forvitin og vildi hava eina viðmerking frá einum manni, ið kundi lesa mill- um stavirnar annað enn tað, ið stóð í Dimmu. Hennara kosmiska forvitni fekk eina viðmerking um støðuna, og taldi hetta nógv hjá einum menniskja, har bardagin órógvaði tann víða heim í øgiligum orrustum, men Við Lið stóð við klettin. Dimma var liðið út í heim og abbi var talsmaðurin, ið kundi leggja okkurt afturat út frá sínum metingum. Hugsi ikki at Elspa var einsamøll um hetta. Tað man mangur tann dagin í dag standa spyrjandi um lívsvánirnar úti í heimi, hóast fjøllmiðlarnir eru so nógv øðrvísi í dag í mun til krígsárini. Einum sinni var ein hani í Ansastovu, sum ofta sat á mønuni og gól. Elspa ill- neittist inn á henda hana. Omma tók hetta til eftir- tektar og bað abba høgga høvdið av hananum. Abbi eftirlíkaði hesum. Hanin var kókaður og settur á borðið. Elspa kom á gátt og tók til tann góða døgurða- royk, sum stóð út í tún. " Ja, lukka, kom og fá tær ein bita saman við okkum." Elspa maktaði, hvussu væl hetta smakkaði. Hugsast kundi, at tað komu bangnir tankar á hana, men so var ikki. " Lena, lukka, sum hesir døgurðabitar smakk- aðu mær væl. Nei, lukka, ikki eru tit við turran munn." " Nei, Elspa lukka, hatta er hanin, sum tú hevur etið!" Um Elspa mundi hava ánilsi av hesum, sigur søg- an einki um. Annars var høsnakjøt ikki høgt í met- um manna millum. Tað skuldi líkjast mannakjøti, men ein feitur, treiskur hani var ikki at forsmáa. Sigrid mostir, sum býr í Keypmannahavn, segði mær at hon plagdi at sova hjá Elspu sum smágenta. Áðrenn tær løgdu seg, las Elspa hesar bønir. Søde Gud, min engleskare, alle dine små bevare ja, forlad min fader milde, alt jeg gjorde, som var ilde. O, Jesu Krist, mit håb og trøst, og min beskjærmer være, og hvad jeg har begæret. Frels mig fra al elendighed og giv mig den evige salighed, bøn hør mig, Jesu Krist, amen. Uppi á kvistinum Omma lá nøkur ár blind í songini. Tá ið prestur kom til býggja, plagdi hann at koma at bírætta hana. Tað bar meira enn so á, at Sigga í Heiðriksstovu og Elin í Hvanngarðinum komu upp á loftið við og vóru við í breyðbrótingini. Heiðriksstova er áføst Ansastovu, og Úti hjá Peri er dygst við ímóti Stórá. Kvisturin, omma lá á, var ikki stórt kamar, men tá ið breyðbrótingin var, gjørdist rúmsátt inni. Tá ið sálma- sangur og tváttur í blóðin- um og mettan í likaminum setti seg í bróstið, var kam- arið eitt lítið himmiríki, har andin úr erva steig niður i einum guddómsbúna latin í eitt himmalskt ljós, sum vit NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mia Anthoniussen – Mia í Ansastovu í Oyndarfirði – níti ár 3. november Nøkur minnisbrot F.v.: Kristina, Johanna(Hanna), Mia og Sigrid