mikudagur 2. november 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 2. november 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tummas Pauli Jacob-
sen, skipari, ættaður úr
Nólsoy,
búsitandi
í
Havn, andaðist 1. no-
vember, 81 ára gamal.
Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Kistan við Unu Olsen
fer úr Landssjúkrahús-
kapellinum
hósdagin
klokkan 16.
Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni fríggja-
dagin klokkan 13. Tey,
ið vilja minnast Unu,
kunnu lata Føroya Fe-
lag móti Krabbameini
eina gávu.
Anna Elisabeth Just-
inussen, vanliga nevnd
Betta við Stein, Glyvr-
ar, andaðist á Eystur-
oyar Ellis- og Røktar-
heimi 1. november, 93
ára gomul.
Jarðarferðin verður
kunngjørd seinni.
Frits Witt, Miðvágur,
fer til gravar úr Mið-
vágs kirkju hósdagin
klokkan 14. Sungið
verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Frits kunnu lata eina
gávu á konto í Føroya
Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
síggja í myndunum hjá
Mikinesi, t. d. fyri Jarðar-
ferð, í Sakni ella Aftur av
Jarðarferð. Í hesi mynd av
kvistinum í fýra dimen-
siónin er likamligt hjálpar-
loysi við at taka yvir í
einum lítlum kamari síðst í
fimmti árunum og fyrst í
seksti árunum.
Mong eru ellisvomm.
Lívið, sum nú fjarar burtur
í slitnum hondum og lívs-
merktum andlitsbrøgdum,
hevur bert eina vón fyri
framman. Tað er tann anda-
liga ímyndin av tí veika
ljósinum, sum er í mynd-
unum hjá Mikinesi, sum
dettur inn um gluggan. Har,
sum ljós er, er vón, og
ljósið, sum skínur í myrkri-
num, sum dettur inn um tað
lítla vindeygað, er í breyð-
inum og víninum, sum til
tykkum verður úthelt til
syndanna fyrigeving. Torv-
kassin var himnastólurin,
og kamarið var forgarðurin
til ríki Guðs. Eitt, sum vit
mugu drýpa høvur fyri, er
tann tign, spekt og sómi,
sum hesar kvinnur høvdu
fyri tí andaliga. Eitt lítil-
lætni yvir fyri guddómin-
um, sum bar boð um
heilagleika og reinleika,
sum var sum ein gloria í
fyriklæðnum hjá Dunga
Oluffu. Lívið hevði verið
baldrut og tungt, sum hesar
kvinnur høvdu riðið av sær.
Nú var bara tann æviga
kvirran eftir, sum tepraði í
breyðbrótingi.
Polaris
Mia mostir var mangan í
Fuglafirði og rætti okkum
eina hond, tá ið móðir
kendi snertin av giktini og
ofta var á sjúkrahúsi. Tá
kundi
hon
koma
um
Fuglafjarðar boðar við t. d.
Polarisi. "Jaki" við sínum
ljósa sinni goymdi væl at
ferðafólkinum, sum hann
skjútsaði bygdanna millum.
Jákup dugdi væl við fólk og
við sínum skemtiliga sinni
kendu øll seg væl saman
við honum um borð á
Polarisi. Øll søgdu hann so
góðan til hetta yrki. Hann
kendi bæði dygdir og lastir
hjá sínum skipskundum.
Pól Martin, bátasmiður,
beiggi Miu, gav sær ofta
góðar stundir og reið
kanska ikki altíð sama dag,
sum hann saðlaði. Einki ilt
um tað. Hann kundi koma
heim eftir Bakkalið og
ætlaði sær við Polarisi.
Jákup bíðaði, hóast hann
var komin hálva leiðina
eftir
Bakkanum,
kundi
hann venda innaftur eftir
onkrum, sum hann hevði
gloymt.
Einum
sinni
mamma, Hanna og grein-
skrivarin vóru og vitjaðu og
skuldu yvirumaftur við
Polarisi, var mamma ikki
útskavað,
tá
ið
farast
skuldi. Hon bað meg renna
norður á kaina og biðja
Jákup bíða eitt sindur. Fór
norður og segði hetta við
Jákup.
Hann
svaraði:
"Systir bátasmiðin, veit
eg!" Jú, so var. Jákup kendi
veikleikarnar og styrkina
hjá hesum fólkum. Jákup
bíðaði. Hetta var tann tíðin,
tá ið løtan, sum var, varð
løgd í tann drátt, sum gav
degnum annað innihald.
Sum dagur tín er, skal
styrki tín vera. Hóast tað
rullaði illa um Nestanga og
Boðarnar, var Jákup hin
sami. Hann var sálin í
Polarisi, einum postbáti,
sum bæði Mikenes og
Amariel hava gjørt ódeyði-
ligan í síni list.
Aftur í Ansastovu
Ja, Mia, hetta er bara ein
lítil partur, sum tú hevur
upplivað. Enn er tað hugna-
ligt at koma norðurum og
sita við slagborðið og
hyggja at kvistunum í køki-
num, sum eru teir somu enn
tann dag í dag. Átta systkin
vóru tit í tali, sum vórðu
borin í heim, og sjey komu
undan. Enn sita tit báðar,
Kristina mostir á Skorpis-
heyggi og tú, í Ansastovu
so
prýðiligar.
Ikki
er
Margretha drotning eins
tignarlig, sum tit eru - og
verri enn so!
Eitt rend um ánna, so ert
tú inni á Skorpisheyggi.
Har hava Meinhard og
Kristina flutt tíðina í væl-
dæmdan búna úr gamlari
mentan, sum tey bóru við
sær av Gutta og úr Ansa-
stovu. Tað vóru góðir dag-
ar, tá ið átta ljóðkát børn
spældu undir bitunum á
Skorpisheyggi, og tað var
altíð pláss fyri einum aftur-
at. Har, sum hjartarúm er,
er eisini húsarúm.Tá ið tú
hevði verið á gátt á
Skorpisheyggi, lá leiðin
oman til Poul Martin og
Edil. Á sama hátt. Eisini
átta ljóðkát børn undir bitu-
num, og tú var vælkomin...
so hjartaliga vælkomin....
Magda og Johannes á
Línheyggi
búðu
beint
heimanfyri hjá Edil og Poul
Martini. Johannes segði
altíð við meg, tá ið eg kom
norður
at
ferðast
um
sumrarnar: - Nú er tú
komin. Í hesum orðum lá
ein ljósur andi av einum
hjartalag, ið átti dagin og
løtuna, ið gav seg til kennar
í fýra orðum. Ein staðfest-
ing av einari hending, sum
vardi øll míni barnaár.
Úr Ansastovu, inn á
Skorpisheygg oman til
mammubeiggja var ein
tríhyrningsleið í einum
degi, sum livir í huganum
enn tann dag í dag. Góð
minni sum dagliga verður
róð aftur á, og nógv gott
fæst í heintan.
Mia, nú hevur tú livað í
níti ár í túsund ár av einum
degi og førningin, sum tú
fekst, hevur tú mangan
latið til onnur í familjuni.
Hetta hevur verið tín dygd í
hesum degi. Jú, sum dagur
tín er, skal styrki tín verða.
Mia góða, hjartaliga til
lukku við níti ára degnum.
Frits
Góði Dánjal
Góði flokslærari!
Hví hendi hettar........?
Hví ert tú ikki her meira..........?
Hvat við øllum ið vit skuldu.....?
Hví vardi tað so stutt.........?
Hví, hví...?
Tað eru so nógvir ósvaraðir spurningar.
Vit hava havt minningarløtu um teg á skúlanum.
Vit sungu, lósu úr Bíbliuni og vit bóðu.
Vit sluppu at gráta,
vit sluppu at skriva og tekna okkara sorg,
niður á pappír.
Men tað er soooo svárt...
Og tað fer at vera so svárt framyvir at koma í skúla,
koma inn í flokstovuna og tú ert ikki har.
Vit vildu ynskt at vit kundu sagt tær farvæl
Alt sýnist strævið tá ein er 12-13 ár,
Bæði skúli og alt, men tú dugdi so væl.
Tú skilti okkum, og tú var góður við okkum.
Við hvørt mátti tú tala at,
tá vit ikki uppførdu okkum sum 12-13 ára gomul.
Tú var ikki líkaglaður.
Tú ynskti at vit, sum Tínir næmingar
máttu hava góðan atburð fyri at koma víðari í lívinum.
Tú dugdi at fáa alt so áhugavert,
søgu, danskt, enskt og
ikki minst kristnitímarnir.
Og so telvingin, aftaná skúlatíð.
Góði Dánjal!
Í allari sorg okkara, vilja vit siga tær TAKK
Og tey góðu minnini um teg,
tey goyma vit í hjørtum okkara.
Vit síggjast aftur heima hjá Jesupápa
Vit sakna teg.
6 & 7 fl. á Viðareiði
Seinasta heilsanin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum
samkenslu, tá kæra mamma, vermamma,
omma og langomma okkara
Sigrid M. Dalsgaard,
f. Poulsen
andaðist og fór til gravar.
Takk fyri blómur, kransar og gávur
til Tórshavnar Ellisheim.
Takk til øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Ein serlig takk til starvsfólkini á Tórshavnar
Ellisheimi, sum vóru um hana ta seinastu tíðina.
Familjunnar vegna
Kjartan, Suni, Jens og Magni
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður,
pápi, verfaðir og abbi okkara
Frits Witt
Miðvágur
andaðist 30. oktober, 75 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Miðvágs kirkju
hósdagin 3. november kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Anna Maria, Margrethe og Liljan
Dánjal Sjúrður Ennistíg, Klaksvík
f. 10. juni 1956 – d. 30. oktober 2005