Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 210 - 2. november 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kong Frederik í hugkveikj- andi kryolitbroti við bygd- ina Ivituut, í samband við eina almenna vitjan í Grøn- landi í august 1968. Tað danska ríkið vann í yvir 100 ár steinaevni, rá- evni á tí stóru oynni millum annað kol við Ummannaq og blýggj við Mestersvig, meðan tað í árinum 1857- 1887 blivu útvunnar stórar mongdir av kryolit í Suður- grønlandi. Tað hvíta rástoffið (ið er natrium, alminium og fluor) bleiv brúkt sum flussmiddil til framleiðslu av aluminium. Kryolyt kongurin Kong Frederik í kryolitbroti við bygdina Ivituut í Grønlandi í august 1968 Mikudagin 26. oktober andaðist Peter Christian Johannesen, vanliga nevndur Petur hjá Fritleif, í Havn, 79 ára gamal. Petur var havnarmaður. Hann var elst av teimum 7 børnunum hjá Jacobinu, f. Christiansen, av Signabø, og Fritleif Johannesen í Havn. Fritleif var sonur Petur Christian Johannessen, vanliga nevndur Petur í Matta- lág, í Havn, sum Petur varð uppkallaður eftir. Tá Petur varð føddur, búðu foreldrini í Mattalág, men seinni fluttu tey heim í Klettaskot í Gongini, har tey búðu til 1949, tá tey fluttu yvir í Ovaru Lon. Hini systkini hjá Peturi eru Karl, vanliga nevndur Floyti-Karl, sum flutti til Íslands í 1959, hann doyði í 1993, 66 ára gamal, Brynhild Rasmussen, Emmely Forná, sum doyði í august 2005, 74 ára gomul, Iris Petersen, Leivur Johannessen og Birgar Johannessen, øll í Havn. Petur var sum ungur ein av spælarunum á 1. deild hjá B36, og var hann ein av trúføstu viðhaldsfólkunum hjá felagnum. Petur hevði áhuga fyri bilum og meginpartin av lívi sínum, hevði hann bilkoyring sum sítt starv. Hann koyrdi hýruvogn í Havn í 40- og 50-unum, hann koyrdi m.a. á bilstøðini hjá Hugo Øster og á Bilstøðini í J.C. Svabosgøtu. Eina tíð arbeiddi hann hjá S.H. Jacobsen Radiohandli, har hann m.a koyrdi fyri handilin. Hann arbeiddi eisini tvey ár í Danmark. Men arbeiðið sum bilførari hjá Havnar Timburhandli bleiv hansara lívsstarv. Har var hann í 31 ár. Petur koyrdi eisini í mong ár sum avloysari á bilstøðini Auto. Petur var sera røkin, og fór væl um teir bilar og aðrar lutir, hann hevði ábyrgd av. Hann hevði eitt positivt sinni og var ógvuliga tónleikaáhugaður, var stillførur og gjørdi ikki nógvan háva burturúr sær sjálvum. Petur giftist við Annu, f. Djurhuus, sum er ættað av Selatrað, men vaks upp á Eiði. Tey fingu trý børn: Brynja, sum býr í Skálavík, Gulbrit og Finnbogi, sum bæði búgva í Havn. Petur átti seks abbabørn og eitt langabbabarn. Petur C. Johannesen f. 18. aug. 1926 d. 26. okt. 2005 »Bungalowin« hjá Leif og Sonnu stendur eins prýðilig í dag, og hon gjørdi tann 15. februar í árinum 1963, tá vit bæði Ruth hildu brúðleyp í nýbygdu húsum okkara beint omanfyri. At Sonnu var komið til at eiga, góvu vit og brúðleypsgestir okkara ikki far um. Kortiliga legðist til her í grannalagnum dagin eftir, tá Sanna átti tann seinni so navnframa Sigurd, ið megnaði at renna líka sunnan úr Sumba, svimja um firðir og sund líka norður til Fugloyar. Sanna hevur mangan sagt mær, at vit dansaðu Sigurd í verðina. Bjálvingin var ikki betri enn so, at brúðleypsrómurin dundi oman at teimum. Vit hava havt og hava eitt framúr gott grannalag, og vara hvør av øðrum. Nýliga sett í búgv fyrst í sexti- árunum her uppi í uppskornum heiðalendi, komu børn okkara í verðina; spældu saman og trivust væl í einum sera barnavinarligum umhvørvi. Tíðin rennur avstað – skjótari enn vit geva okkum far um. Áðrenn vit varnast eru børnini floygd og flogin úr reiðrinum. Leif starvaðist á telefonverkinum sum tøkningur í nærum ein mansaldur. Dugnaligur, virkisfúsur og vinskipiligur helt hann á, til hann legði frá sær fyri aldur. Umframt sítt dagliga yrki á telefonverkinum, hevði hann bygt upp sín egna verkstað í kjallara sínum. Har hann millum mangt annað umvældi elektro- motorar. Har hevði hann úr at gera, tí skip og útróðrarbátar høvdu ikki stundir at bíða, og tí gjørdist arbeiðsdagur hansara mangan sera langur. At støkka inn á gólvið hjá Sonnu og Leif var altíð hugnaligt. Góður var Leif í ávikum. Tá leið at fjalltíð um heystið, og flettingarknívar mínir skuldu hvessast, var altíð farið oman til Leif at fáa teir brýndar. Tá vóru teir sum røkan, og mangur hevði tað við orðið, hvussu hvassir og vælbrýndir teir vóru. Góði vinur og granni! Títt vinarliga og góðsliga brosandi andlit verður ikki longur at síggja. Vit vistu, at tú vart illa sjúkur, og hvønn veg tað bar; og nú tú nærum var rokkin kappaaldurin, legði tú inn av. Friður verið við tær. Grannarnir omanfyri Leif Lamhauge granna og vinmanni til minnis Grein og mynd eru innsend av Bent Næs Joensen í Keypmannahavn. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, abbi og verfaðir Thomas Pauli Jacobsen, skipari, ættaður úr Nólsoy, búsitandi í Tórshavn, andaðist 1. november, 81 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum fríggjadagin kl 17.00. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju eygardagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Sigbjørg, Janet og Eydna Dagurin í morgin 3. november. Hubertus, deyður ár 727. Var biskupur í Maastricht eftir Lambertus, sum doyði umleið ár 705. Var tiltikin veiðimaður og gjørdist verndarhalgimenni hjá øllum veiðimonnum. Halgisøgan sigur, at hann legði veiðiferðirnar av, tá ið hann ein dagin sá ein hjørt við einum lýsandi krossi millum hornini. Í mongum londum verða havdar sonevndar hubertusveiðiferðir. Harus- kjótingin í Føroyum, sum er um hetta mundið, kann sigast at vera ein leivdin av hesum siði. Týskt navn, samansett av orðum, ið merkja hugur og bjartur. www.sosialurin.fo - í samband við eina almenna vitjan í Grønlandi 1968