mikudagur 2. november 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
UTTAN ÚR HEIMI
Nr. 210 - 2. november 2005
15
Amerikanska fregnar-
tænastan CIA fjalir
loyniligar fangar í
eysturevropeiskum
londum
FANGAR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Amerikanska
blaðið
Washington Post skrivaði í
gjár, at CIA hevur fjalt
fangar ymsastaðni kring
heimin tey seinastu fýra
árini. Talan er um fólk, sum
eru undir illgruna fyri at
hava samband við yvir-
gang.
Keldurnar hjá blaðnum
hava greitt frá, at framferð-
in hjá CIA er so loynilig, at
bara nakrir av teimum
ovastu embætismonnunum
vita, hvar fangarnir verða
fjaldir. Frá sínum keldum
hevur blaðið fingið at vita,
at fangar verða fjaldir í eitt
nú Teilandi, Afghanistan og
í Eysturevropa.
Aðrastaðni
er
komið
fram, at eitt flogfar hjá CIA
millumlendi í Reykjavík
tann 10. oktober, og at tað
fór haðani til Budapest í
Ungarn. Í Danmark hava
fjølmiðlar skrivað, at flog-
før hjá CIA hava flogið í
donskum loftrúmi, og at tey
seinni lendu í Slovakia,
Ukraina,
Russlandi,
Pólandi,
Kekkia
og
Ungarn. Sum skilst hevur
CIA eisini havt eitt loyni-
ligt fongsul á herstøðini í
Guantanamo í Kuba, men
tað
verður
sambært
Washington Post ikki brúkt
longur.
Sambært
Washington
Post hevur CIA sent meiri
enn 100 fangar til slík
loynilig fongsul, sum í
fregnartænastuhøpi verða
umrødd sum »svørt støð«,
og umleið 30 teirra hava
verið ella eru í eystur-
evropeiskum londum. Hinir
eru fluttir til lond sum
Egyptaland,
Jordan,
Marokko og Afghanistan,
skrivar blaðið, sum eisini
sigur seg vita, at CIA og
Hvítu Húsini hava biðið
amerikanskar politikarar
spyrja sum minst um teir
loyniligu fangarnar.
Washington Post heldur,
at framferðin hjá CIA er
ikki sambærilig við amer-
ikanska lóg, og at hon stríð-
ir eisini ímóti altjóða sátt-
málum, sum USA hevur
staðfest.
Tað eru 40 ár, síðani
so lítið vatn var í
Amazonas-ánni sum í
ár
UMHVØRVI
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Vanliga regnar tað einar
2.000 mm um árið mið-
skeiðis í Amazonas-økin-
um. Men í ár hevur tað
verið turt tað mesta av tíð-
ini,
og
veðurmenninir
vænta ikki regn fyrr enn
eina ferð seinni í hesum
mánaðinum. Men tá byrjar
tann árliga regntíðin eisini.
Tað hevur havt stórar av-
leiðingar fyri alt Amazo-
nas-økið, at tað hevur regn-
að so lítið. Fleiri áir, sum
plaga at renna í Amazonas,
eru tornaðar upp, og í
sjálvari Amazonas er so
lítið vatn, at tað eru 40 ár,
síðani áin var so lítil.
Veðurfrøðingar og um-
hvørvisfelagsskapir
eru
ósamdir
um
orsøkina.
Summi geva tí veksandi
hitanum á Jørðini skyldina
og vísa á, at regnið hevur
flutt seg norðureftir, tí í ár
hevur tað regnað sjáldsama
illa í Miðamerika og Karib-
iska Havinum, meðan tað
hevur nógv minni regn í
Brasil og Kolombia enn
vanligt. Summi, teirra mill-
um Greenpeace, halda, at
skógarvinnan í Brasil eigur
ein part av skyldini.
Teir flestu veðurfrøðing-
arnir halda ikki, at tað er
nakað óvanligt við veður-
lagnum í Amazonas-økin-
um í ár. Teir siga, at tað
hevur altíð verið skiftandi
við regninum har, og at
hetta er als ikki fyrstu ferð,
at viðurskiftini hava verið
sum nú.
Men tað hevur stórar av-
leiðingar fyri fólkið har, at
so lítið vatn er í Amazonas-
ánni. Eitt nú plagar stórbý-
urin Manaus at fáa alla olju
eftir ánni, men tað ber ikki
til nú, og teir, sum liva av
fiskiskapi, fáa ikki loyst,
skrivar Reuter.
Fangar sleppa leysir
500 fangar, sum hava sitið í tí illa gitna Abu Ghraib-
fongslinum í Irak, sluppu í gjár úr fongslinum. Men
tað var kortini ikki treytaleyst, tí áðrenn fangarnir
sluppu út, máttu teir binda seg at lýða iraksku lógirn-
ar og at vera góðir borgarar, sum tikið varð til. Tá teir
høvdu gjørt tað, fingu teir 25 amerikanskar dollarar,
eina hvíta skjórtu og eina koran við sær í part.
Eingir fjølmiðlar vóru hjástaddir, tá fangarnir
sluppu út, men sambært Reuter vóru fleiri irakskir
ráðharrar har. Ein nevnd, sum hevur kannað fortíðina
hjá fangunum, var eisini hjástødd.
Herfyri sluppu umleið 1.000 fangar úr fongslum í
Irak, men amerikanski herurin hevur framvegis einar
13.000 irakar í fongsli, og av teimum eru umleið
5.000 í Abu Ghraib. Fleiri felagsskapir hava funnist at
amerikanarunum, tí sagt verður, at nógvir menn sita í
fongsli, sjálvt um teir eru ósekir. Eisini fýlast altjóða
felagsskapir á, at USA vil ikki lata altjóða umboð
vitja fangarnar.
Abu Ghraib-fongslið gjørdist kent um allan heim-
in, tá myndir avdúkaðu, at amerikanararnir fóru illa
við fangum har. Síðani hava amerikanska herleiðslan
og iraksku myndugleikarnir lagt stóran dent á at bøta
um tað vánaliga umdømið hjá fongslinum.
Khodorkovskij í vanda
Vinmenn hjá tí fongslaða russiska ríkmanninum
Mikhail Khodorkovskij siga seg bera ótta fyri, at
russisku myndugleikarnir ætla at beina fyri honum.
Leonid Nevzlin, Mikhail Brundo og Vladimir
Dubov, sum allir eru skuldsettir fyri svik ímóti tí
almenna, halda uppá, at Khodorkovskij bleiv tikin,
dømdur og settur í fongsul, tí hann var við til at fíggja
ta politisku andstøðuna ímóti Vladimir Putin, forseta.
Dómurin hevur eisini við svik at gera, siga teir. Teir
tríggir flýddu úr Russlandi til Ísraels fyri at sleppa
undan rættarsókn. Teir eru av jødiskari ætt, og eftir
ísraelskari lóg fingu teir ísraelskan ríkisborgararætt
beinanvegin.
Fyri nøkrum døgum síðani frættist, at Mikhail
Khodorkovskij er fluttur úr einum fongsli tætt við
Moskva, og at hann nú er í einum fongsli einastaðni í
Sibir. Hann er dømdur átta ára fongsul fyri skattasvik
og annað svik ímóti tí almenna.
Tiknir fyri
krígsbrotsverk
Myndugleikarnir í Bosnia hava tikið tríggjar bosnia-
serbar, tí myndugleikarnir hava illgruna um, at teir
myrdu 19 muslimar undir borgarakrígnum, sum vardi
frá 1992 til 1995.
Almenni ákærin í Bosnia sigur við AP, at tað vóru
eftir øllum at døma teir tríggir menninir, sum myrdu
19 fólk í muslimska býnum Broko tíðliga í borgara-
krígnum. Millum tey myrdu var ein 91 ára gamal
maður. Tað er ikki greitt, hvat teir tríggir menninir
siga um skuldsetingina.
Serbarnir í Bosnia hava sýtt fyri at samstarva við
krígsbrotsmannadómstólin í Haag, og tað hevur mill-
um annað havt við sær, at teir báðir fremstu bosnia-
serbisku leiðararnir undir borgarakrígnum, Radovan
Karadzic og Ratko Mladic, eru ikki tiknir enn. NATO
hevur leitað eftir teimum leingi, men higartil uttan
úrslit, og eitt tilboð um eina stóra finningarløn hevur
heldur ikki givið nakað úrslit.
Fólkateljing í Kina
Myndugleikarnir í Kina hava gjørt av at skipa fyri
einari fólkateljing, men hon umfatar kortini bara 13
milliónir fólk ella umleið eitt prosent av landsins
íbúgvum.
Almenna tíðiondastovan Xinhua skrivar, at mynd-
ugleikarnir ætla at telja tey, sum ferðast aftur og fram
innanlands fyri at finna sær eitt arbeiði. Hildið verð-
ur, at hesi eru umleið 13 milliónir í tali, og ætlanin er
at telja fólk í 2.800 býum fyri at finna tey, skrivar
Xinhua.
Síðani ta kommunistisku kollveltingina í 1949 hava
fimm fólkateljingar verið, sum hava umfatað allar
kinesarar. Xinhua skrivar, at í løtuni eru kinesararnir
umleið 1,3 milliard í tali.
USA fjalir fangar í Eysturevropa
CIA-stjórin Porter Goss og ovastin fyri øllum teimum amerikonsku fregnartænastunum, John Negroponte, á veg á fund við George
W. Bush, forseta í síðstu viku
Regnskógurin við Amazonas tornar upp