mikudagur 2. november 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Á allahalgannadegi,
týsdagin, 1. novemb-
er, vóru minningar-
hald við minnisvarð-
arnar kring um land-
ið. Á Hotel Tórshavn í
Havn var, sum vanligt
er, eisini skipað fyri
minningarhaldi. Í ár
vóru eini 120 fólk
samankomin til hald-
ið, har løgmaður,
Jóannes Ejdesgaard
og Heri Joensen,
prestur, hildu minn-
ingarrøðu yvir teir
sjólátnu
MINNINGARDAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Røðurnar á haldinum á
Hotel
Tórshavn
vóru
merktar av, at tað í ár eru
liðin seksti ár, síðan seinni
heimsbardagi var av. Fleiri
enn 200 føroyskir sjómenn
doyðu av krígsávum undir
seinna heimsbardaga, og til
minningarhaldið hesaferð
vóru fleiri av teimum
gomlu avvarðandi, sum
mistu onkran av sínum
undir krígnum – ella vóru
avvarðandi
av
onkrum
teirra, sum fekk váta grøv.
Eftir sjálvt haldið á Hotel
Tórshavn fóru fólk sum
siður er niðan í Viðarlund-
ina, har løgmaður legði
krans við minnisvarðan.
Løtan við minnisvarðan
endaði við, at prestur bað
eina bøn yvir teir, sum fór-
ust og tey, ið eftir sótu.
Á hálvari stong
Tað var Jeffri Johannesen,
sum aftur í ár tók sær av
haldinum á Hotel Tórshavn.
Løgmaður, Jóannes Ejd-
esgaard, helt eina góða
minningarrøðu
hendan
dagin.
Hann vísti á, at ein slíkan
dag verður litið aftur um
bak – til tíðina, korini og
váðan undir krígnum, tá
missurin var av teimum
størstu.
- Siðurin at minnast teir
sjólátnu hevur samband við
flaggsøgu okkara, og flagg-
søgan er nær knýtt at kríg-
num og sluppunum. Tað var
júst undir krígnum, tá
málið um føroyskt flagg var
til viðgerðar, at løgtingið
samtykti at sýna "Føroya
sjólátnu synum landsins
takklæti, heiður og djúp-
astu virðing við ein serligan
dag í árinum at draga før-
oyska flaggið á hálva
stong."
Løgmaður segði, at í
fyrstuni var talan um
nýggjársdag, nýggjársaftan
og miðføstusunnudag, men
í 1949 samtykti tingið, at
allahalgannadagur skuldi
vera minningardagur teirra
sjólátnu.
- Eins og á ólavsøku taka
landsmyndugleikar
og
kirkjumyndugleikar lógva-
tak á allahalgannadegi.
Dagurin er ein av hesum
tignardøgum, tá vit sum
tjóð hava felags stev. Vit
eru samd um at steðga á, og
vit eru samd um at fylgjast
og at fylkjast. Í virðing fyri
lívsgrundarlagi okkara er
hesin forni, altjóða minn-
ingardagur, halgaður sjó-
monnum.
Havið er vegurin
Jóannes Ejdesgaard segði,
at fyribrigdið alheimsgerð
er ikki nýtt.
- Alheimsgerðin hjá før-
oyingum tók dik á seg við
flagginum og sluppunum,
tá mørk vórðu flutt longur
út á tað víða, stóra og
ótemjandi havið, sum vit
troyttu á egnum kjøli undir
álvarsligum og lívshóttandi
umstøðum. Havið hevur frá
upphavi verið heimsins og
okkara alheimsgerð. Heilt
frá tí ókenda frumhavinum
til kaosímyndina av tí villa,
óvissa og ótemjandi. Tað
gevur, tekur – og krevur.
Men havið er eisini vegurin
hjá forvitninum, menning-
ini og nýskapanini og sam-
bindingarvegurin við onnur
lond, helt løgmaður fyri.
Og hann helt fram:
- Tað er við at vága, at vit
liva. Og liva her heima, tað
skulu vit - tí vága vit.
Hann vísti á orðatakið, at
"tann, ið einki váðar, hann
einki vinnur".
- Tað er við at vága út á
hav, at vit hava livað og
yvirlivað. Tað er við at seta
lívið í váða, at okkara sjó-
menn enn sum áður - og
ikki minst undir krígnum -
skaptu og skapa møguleik-
ar at liva hjá konu og børn-
um heima og hjá okkum
sum tjóð.
Ráða ikki øllum
Løgmaður vísti á, at før-
oyskir sjómenn veruliga
settu lívið í váða undir
seinna heimsbardaga, tá ið
16
Nr. 210 - 2. november 2005
Bíblian í klæðsekkinum – tr
- Sjóvinnan er okkara
høvuðsvinna. Alt
annað veldst um, hvat
fæst úr sjónum. Tí
eiga vit at biðja fyri
teimum, sum hava sín
gerandisdag á havi-
num. Vignast væl hjá
teimum, verður eisini
framgongd í landi-
num, segði Heri
Joensen, prestur við
minningarhaldið
MINNINGARHALD
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Heri Joensen, prestur, vísti
í sínari minningarrøðu á, at
á allahalgannadegi er hug-
urin knýttur at høvuðs-
vinnu okkara, sjónum.
- Havið upptekur hug
okkara, og hetta er ikki av
tilvild, ti allar tær gomlu
bygdirnar eru reistar við
havsins strond. Hetta er
náttúrligt hjá eini fiski-
vinnutjóð. Soleiðis var
eisini lutvíst í Jødalandi og
við Genesaretvatn, har ill-
veður kundi bresta á.
Menniskjan stríddist móti
náttúrukreftunum, har hin
lítli báturin fjaldist í aldu-
num. Teir royndu fiski-
menninir kendu sjógvin og
styrki hansara, eins og
okkara fiskimenn gera.
Lívsroynslan hevur lært teir
tað. Dugdi tú líkindini, var
tú eisini ein skilamaður.
Heri segði, at tað, sum
hevði týdning tá – og tað,
sum hevur týdning í dag,
er, at teir, sum søktu sjógv-
in, høvdu hin almáttuga
innanborða.
- Hann var og er enn hin
einasta vónin – vónin um,
at lívið heldur fram. Tí
kallaðu teir eisini á hann:
"Harrin bjarga tú okkum –
vit ganga burtur".
Og prestur helt fram:
- Lærusveinar Jesus vóru
í vanda staddir á sjónum; tí
róptu teir á meistara sín,
"Harri bjarga okkum!". Tá
ið stormurin er riðin av,
siga hesir menn í undran:
"Hvør er hesin maður, at
bæði vindar og sjógvur eru
honum lýðin?"
Heri vísti á, at nútímans
tøknin er ongantíð so góð,
at hon kann byrgja uppfyri
vanlukkuni umborð ella
aðrastaðni. Tí ásannast
orðatakið ferð eftir ferð, at
"vandi er í hvørjari vælferð.
- Eisini í ár kravdi lívs-
nervin ella høvuðsvinna
okkara sítt offur – og við-
Sjófólk vita, hvar hj
- Støðugt vera vit mint á, at
vit ráða ikki øllum.
Lívskorini eru betrað sum
heild, men enn kosta tey tí
einstaka. Tað er á
markamótinum, har vit ikki
hava ræði, at felags lagna
okkara tekur við, segði
Jóannes Ejdesgaard
Mynd: Vilmund Jacobsen