Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 2. november 2005 17 rúgvin og vónin í hjartanum hvørt var tað um reppið, at ikki spældi verri av. Hann segði, at føroyskir sjómenn og útróðrarmenn mangan hava verið í somu støðu, sum lærusveinarnir í forðum og hava biðið somu bøn sum teir: "Harri, bjarga tú okkum, vit ganga burt- ur". - Sjómenn eru ikki kendir fyri endiliga at rópa upp um sína trúgv. Tó er hon djúp sum havið - og rein. Fleiri teirra hava ivaleyst somu roynslu sum lærusveinarnir í bátinum á sinni. Teir løgdu forløg síni í hendur hansara, sum øllum valdar, og tá eru vit í hvussu er væl farin sum menniskju. Prestur segði, at tá ið á stendur, og menniskjans- liga megin vil dvína – tá vita vit, hvar hjálpin er at finna. Tá leita teir saman til hansara, sum eina og áleina kann bjarga. - Tað er gott at vita við vissu, hvar hjálpin er at finna, tá ið menniskjans megi ikki røkkur longur. Lat okkum tí heldur ikki gloyma hann, sum ongantíð svíkur. Vitanin um, at Kristus vakir yvir okkum – til fjals og til fjøru, er ein dýrabarur førningur at hava við sær út á havið og til fremmandar strendur, segði Heri. Hann vísti á, at sjóvinnan er okkara høvuðsvinna. Alt annað her á landi veldst um, hvat fæst úr sjónum. Tí eiga vit eisini at biðja fyri teimum, sum hava sín gerandisdag á havinum. Vignast væl hjá teimum, verður eisini framgongd í landinum. - Vit eru í dag komin saman at minnast tey, sum á sjónum mistu lív í tænastu fyri fólk og land, og í ár minnast vit serliga, at seksti ár nú eru liðin, síðan seinni heimsbardagi var av – og at 219 mans fórust av krígs- ávum, segði Heri Joensen, prestur, við minningar- haldið á Hotel Tórshavn. - Sjómenn eru ikki kendir fyri endiliga at rópa upp um sína trúgv. Tó er hon djúp sum havið - og rein, segði Heri Joensen, prestur Mynd: Vilmund Jacobsen jálpin er at finna fleiri enn 200 mans fórust av krígsávum. - Tað er á herðarnar á hesum, ið vágaðu, at vit í dag hava vunnið betri sømdir. Tíðirnar eru broytt- ar og við teimum eisini váðin. Teir óavmarkaðu samskiftismøguleikarnir í dag knýta heimasamfelagið og heimssamfelagið saman. Tøkni og trygdarútgerð bøta um umstøðurnar og geva eina vissu um at síggja síni aftur – og tó. Hann ásannaði, at vit menniskju kunnu vága, men ikki altíð ráða. - Støðugt vera vit mint á, at vit ráða ikki øllum. Lívs- korini eru betrað sum heild, men enn kosta tey tí ein- staka. Tað er á markamótin- um, har vit ikki hava ræði, at felags lagna okkara tekur við. Tað er her, lógvatøk skulu takast sum einstak- lingar og sum tjóð. Tað er mín heiður hesa løtu sum menniskja og sum myndug- leiki. Løgmaður segði, at minningardag teirra sjó- látnu taka vit okkum burtur úr tí dagliga gonguverkin- um eitt bil og halga løtuna til hitt æviga gonguverkið – eitt lívsrensl, sum snarar millum løtu og ævinleika, millum lív og deyða, mill- um tilvild og lagnu. Hitt ytsta hav gjørdist okkara lagna sum tjóð. Orðini sipa til eina reglu í einum sálmi í Gamla Testamenti: "Lyfti eg mær á veingjum morg- unroðans, setist eg við hitt ytsta hav, eisini har man hond tín meg leiða, og høgra hond tín mær halda!" - Sum tekin um hetta ytsta hav og felags lagnu eru minnisvarðar reistir um alt landið. Hvør teirra um- boðar persónligar minnis- varðar hjá teimum avvarð- andi. Lat okkum vera lívs- varðar á leiðini hjá hvør øðrum saman við teimum, ið varða av. Samkenslubond Hann vísti á, at enn farast menn á sjónum, og enn henda vanlukkur. - Í ár er ein av okkara far- in, og í ár hendi á okkara leiðum stórvanlukka hin 7. februar, tá ið Jøkulfell sakk. Av manningini, sum taldi 11, lótu seks sjómenn úr Estlandi, Lettlandi og Russlandi lív. Vit kenna djúpa samkenslu við teim- um familjum, sum vóru fyri so svárari neyð og sorg hesa lagnutungu ódnarnátt. Løgmaður segði, at harðbalna sjólívið knýtir okkum saman í samkenslu við teimum mongu avvarð- andi, sum sita eftir við sakninum, minnunum og tómleikanum. - Tímilig bond verða kvett, men hugmyndin um tey farnu er ikki heimleys. Hon livir, so leingi vit liva, í røddum, farvegum og fyrislóðan. Í takklæti minn- ast vit í dag hesar, ið slóð- aðu fyri, ið vágaðu og so mangan vunnu, men at enda máttu geva upp á ytsta havi. Bíblian var við í klæðsekkinum, trúgvin og vónin lógu í hjartanum. Løta í tøgn At enda í minningarrøðu síni heitti løgmaður, Jóann- es Ejdesgaard, á tey mongu, sum komin vóru til haldið, um saman við teimum av- varðandi at drýpa høvur og minnast í tøgn tann av okkara, sum í farna ári ikki bar boð aftur í bý. Síðan nevndi hann navn- ið á manninum, Poul Jo- hannes Poulsen, sum 44 ára gamal druknaði í Vest- manna, 27. mars í ár. Poul Johannes Poulsen sigldi við vestmannatrolar- anum, Grønanesi. Løgmaður, Jóannes Ejdesgaard, hevur lagt kransin við minnis- varðan í Viðarlundini Mynd: Vilmund Jacobsen