mikudagur 2. november 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í harðari kapping við
fleiri av teimum best
umtóktu bilunum til
at draga ein kamping-
vogn eftir sær, varð
Skoda Octavia 1.9
TDI PD kosin Årets
Campingtrækker
2006 av Dansk Camp-
ing Union
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hetta er tíðin, tá ársins bilar
verða kosnir um allan heim.
Tað verið seg ársins bilur,
ársins vørubilur, ársins
lastbilur ella sum her ársins
bilur til at draga ein kamp-
ingvogn eftir sær.
Dansk Camping Union
(DCU)
sum
umboða
60.000 limir, hava kosið
Skoda Octavia 1.9 TDI PD
til "Årest Campingtrækker
2006".
Grundgevingin fyri at
velja júst hendan Skoda
Octavia
við
1.9
litur
dieselmotori og 105 hk, var
at bilurin er sera stabilur at
koyra, hóast hann hevur ein
kampingvogn upp á sleip,
motorurin trekkjur væl og
hevur yvirskot av kraft,
eisini í mótbrekku. At
kabinan er rúmlig við
góðum setrum hevur stóran
týdning, tá familjan skal
koyra langt undir nógvum
ymiskum koyriumstøðum.
Hvørt ár doyggja so
nógv fólk, ið svara til
meira enn 20 prosent
av íbúgvunum í Dan-
mark, á vegunum
kring allan heimin. Á
ráðstevnuni "Scania
Transport Conferen-
ce" í Bruxelles varp-
aði Scania ljós á
hendan trupulleika
FERÐSLUTRYGD
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Við meira enn 1,2 millión
fólk deyð, 50 milliónir
skadd og eini rokning upp á
500 billiónir evrur árliga,
eru ferðsluvanlukkur sam-
an við malaria og tuberkl-
um á topp 3-listanum yvir
heimsins
álvarsligu
og
størstu heilsutrupulleikar.
Fjórða árið á rað skipaði
svenska buss- og lastbila-
verksmiðjan Scania fyri
eini ráðstevnu 5. oktober
2005 í Bruxelles um hend-
an trupulleikan. Á hesi ráð-
stevnu vóru t.d. ferðslu-
serfrøðingar, umboð fyri
flutningsídnaðin og umboð
fyri evropeiska samveldið
ES.
Endamálið við ráðstevn-
uni var, at finna út av
hvussu evropeiski flutn-
ingsídnaðurin kann vera
kappingarførur og vísa
virðing fyri umhvørvinum,
samstundis sum ferðslu-
trygdin er í hásæti. Tað sum
lá fremst í huganum hjá
teimum, sum skipaðu fyri
ráðstevnuni,
vóru
tey
mongu menniskjuni sum
hvørt ár doyggja í ferðsluni.
Øll lond eru bundin av
flutningi á vegunum, og tað
er okkara uppgáva, at
syrgja fyri at hetta verður
gjørt á skilabesta hátt, segði
svenski Scania-stjórin Leif
Österling, sum vísti á at
umleið 50.000 fólk hvørt ár
doyggja
í
ferðsluni
í
Evropa. Fyri nøkrum árum
síðan setti ES sær sum mál
at hálvera deyðsvanlukk-
urnar í ferðsluni á evrope-
isku vegunum millum árini
2001 og 2010.
Hóast trupulleikarnir við
ferðslutrygdini eru stórir í
Evropa, eru teir so nógv
størstir í menningarlondun-
um. Tí luttóku umboð fyri
alheims heilsufelagsskapin
WHO eisini á ráðstevnuni.
Svenski
Scania-stjórin
ivast ikki í, hvar størsta
orkan skal brúkast í hesum
sambandi -tað er nevniliga
upp á bilføraran. Í millum
80 og 90 prosent av ferðslu-
vanlukkunum er tað bilfør-
arin, sum hevur ábyrgdina.
Tí er neyðugt at útbúgva
bilførararnar
væl,
so
ferðslutrygdin
hækkar,
samstundis sum vit syrgja
fyri, at bilarnir eru útgjørd-
ir við allari tí nýggjastu og
mest framkomnu trygdar-
útgerðini sum finst, segði
svenski Scania-stjórin Leif
Österling á Scania Trans-
port Conference.
Nr. 210 • mikudagur • 2. november 2005 • 79. árg.
Ferðsluvanlukkur millum heimsins
størstu heilsutrupulleikar
Skoda Octavia – "Årets Campingtrækker 2006"
Scania skipaði herfyri fyri
stórari ferðslutrygdar-
ráðsevnu í Bruxelles við tí
høvuðsendamáli at finna
fram til loysnir fyri at bjarga
teimum mongu sum doyggja
í ferðsluvanlukkum