Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 210 - 2. november 2005 19 Eftir at Toyota hava keypt meirilutan í japansku Subaru verksmiðjuni, Fuji Heavy Industries Ltd, frá General Motors, fer samstarvið mill- um GM og Subaru helst at halda uppat BILAR Magus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo General Motors hava selt ein stóran part av parta- brøvunum í Subaru bil- verksmiðjuni Fuji Heavy Industries Ltd til Toyota, sum nú eigur meirilutan í Subaru. Hetta hevur við sær at nýggi samstarvs- felagin hjá Subaru verður Toyota, og samstarvið við GM helst fer at halda uppat. GM eigur svensku Saab verksmiðjuna, og í m.a. USA eru fleiri av Saab- modellunum Subaru bilar við Saab búmerkjum, sum t.d. Saab 9-2, sum er ein Subaru Impreza. Toyota hava ætlanir um at keypa enn fleiri partabrøv í Subaru á fría marknaðin- um. Hvørjar ætlanir Toyota hava við Subaru er ikki heilt greitt. Um eini tvey ár kemur ein heilt nýggjur og annarleiðis BMW á marknaðin. Talan verður um Sportvan, ið er ein sokallaður Sports Activity Coupé (SAC), sum verður eitt millum ting mill- um ein stationcar og ein MPV BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo BMW Sportvan, sum í fyrsta lagi kemur á markn- aðin í 2007, verður gjørdur sum eitt mótspæl til Mer- cedes R-klassan, ið er eitt millumting millum ein stationcar og ein MPV. BMW kalla konseptið SAC (Spots Activity Coupé). Bilurin verður helst bygdur yvir tann næsta BMW X5. Verk- frøðingar og designarar hjá BMW siga, at hesin bilurin verður heilt annarleiðis enn allir aðrir BMW, og teir gera alt fyri, at tyngdi- punktið skal vera so lágt sum til ber fyri at fáa so góðar koyrieginleikar sum gjørligt. Takið á bilinum verður bæði sterkt og lætt - gjørt úr kolfiburtilfari. Sum tað sæst á myndini, eru bakhurðarnar hongdar í afturkant, eins og á Rolls Royce sum eisini hoyra til BMW. Bensinmotorarnir verða eftir ætlan 3.0, 4.0 og 4.8 litrar og minst tveir 3.0 litur turbo dieselmotorar. Møgu- liga verður eisini onkur útgáva við 507 hk frá BMW M5 og M6. Sportvan kemur í fyrsta lagi á marknaðin í 2007. BMW Sportvan – Sports Activity Coupé Toyota størsti partaeigari í Subaru Konseptbilurin BMW Sportvan, sum kemur á marknaðinum eini tvey ár. Leggið til merkis at bakhurðarnar eru hongdar í afturkant Toyota hava keypt meirlutan av partabrøvunum í Subaru. Hvørjar ætlanir Toyota hava vi? Subaru er ikki heilt greitt Subaru Impreza verður eisini gjørdur sum Saab 9-2