Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 210 - 2. november 2005 Við 22 villum í 25 teorispurningum hevur Elin Christen- sen ivaleyst Dan- marks met í dumping í teoriroynd. Hon kann tí uttan himpr kalla seg versta bilførara í Danmark FERÐSLUSJÓNVARP Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Elin Christensen tapti í gjárkvøldið finaluna í sendingini "Danmarks Værste Bilist". Hon varð sostatt útrópt til allar versti bilførari í Danmark. Hetta hóast mótstøðan var Mie úr Roskilde, sum var heilt hopleys handan rórið. Koyrikortið eitt mistak Elin er av Skála og fekk koyrikort í Føroyum fyri 31 árum síðan, og tað kundi tykst sum um, hetta var eitt mistak. Í sendingini var hon uppi í teori. Hon hevði 22 felir av 25 møguligum. Umberingin var sambært TV-Danmark: "Eg havi tik- ið koyrikort í Føroyum fyri 31 árum síðan, tá vóru ein- ans sjey skeltir í landinum". Vit fingu orð á Elina beint aftan á sendingina. Hon segði seg vera væl nøgda við sína luttøku í sendingini: "Hetta hevur verið ordiliga stuttligt og ikki minst, eri eg ivaleyst tann, sum hevur fingið mest burtur úr við at gerast betri bilførari. Eg hevði uttan at blunkað valt at luttikið aftur. Eg hevði faktiskt ætlað at keypt sjampanju til í kvøld, men gloymdi tað tíanverri" Kliptur veruleiki Ert tú versti bilførari í Dan- mark? "Nei, tað haldi eg ikki. Hetta er jú ein undirhalds- sending, so man skal ikki leggja meira í tað, enn neyðugt er. Hyggja vit bara at final- uni, so tapti eg uppiborið til Mie. Men samanumtikið haldi eg, hana vera verri bilførara, enn eg eri. Tað sama er galdandi fyri nummar trý í kappingini og eina damu, sum æt Gitte, sum fór burturúr nøkur um- før áðrenn, hesar tríggjar fingu allar eykatímar frá koyrilærarunum, tað fekk eg ikki. Vit fingu tíðliga varhug- an av, at tey høvdu valt ein vinnara av sendingini Hetta var serliga týðiligt, tá Gitte varð send heim. Í tí partin- um skuldu vit koyra á motorvegi. Hon koyrdi skeivt oman í móti motor- vegnum, og noyddist at bakka aftur. Hetta er ein nokkso álvarsligur feilur. Men hóast tað, so varð hon send heim. Í sendingini var tað pettið, har Gitte var á veg oman á motorvegin skeivan veg, klipt út." Greiður Elin frá. Hon sigur, at tá hon valdi at luttakað, so skrivaði hon undir á ein sáttmála, har TV-Danmark fekk rætt at klippa, sum tey vildu. Tí er sendingin ikki øll søgan, og ofta verða tey mest pínligu pettini brúkt. Men saman- umtikið, sigur hon seg vera væl nøgda við klippingina. 22 villur Men tú hevði 22 skeivar teorispurningar av 25 møguligum? "Ja, eg veit tað væl. - Tað hevur nokk eisini talt nógv niður í samlaða úrslitinum. Tá eg koyri, so kemur alt hatta automatisk. Eg havi ikki hugt í eina teoribók, so tá eg knappiliga skuldi hugsa um alt hatta, so gekk tað ikki so væl. Nógv er jú broytt síðan eg tók koyrikort fyri 31 árum síðan í Havn. Tá var eg fyrst uppi í teori. Hetta var í desember, tá eg hevði føðingardag. Men tí at hálka var, slapp eg ikki at koyra, so eg fekk ikki koyrikort fyrr enn nakrar mánáðar seinni. Nú á døg- um skulu øll á hálkubreyt í sambandi við koyrikortið. Tá koyrdi man eftir Áar- vegnum, oman móti sjó- mansheiminum og eitt sindur runt har um leiðir í ein hálvan tíma ella so. Tað truplasta var, at man skuldi bakka um eitt horn beint við hjá Amtmanninum." sigur Elin. Skelkaður koyrilærari Koyrilærarin var einki minni enn skelkaður av úr- slitinum hjá Elini í teori- royndini. Hann helt, at hetta mundi vera Dan- marksmet í dumping. Ein- ans at hava tríggjar rættar spurningar er óftaliga illa klárað av einum, sum hevur koyrikort og koyrir runt á donsku vegunum. Men hóast skelkin fóru koyri- lærarin, sjónvarpsverturin og ein psykologur í bilin við Elini handan rórið. Hon koyrdi tey inn í Keyp- mannahavn ein seinnapart við nógvari ferðslu. Túrurin gekk rættiliga væl, onkrar smávillur vóru tó. Koyri- lærarin segði, at hon ikki hevði klárað royndina, um talan var um veruliga koyri- roynd, men fyri Elina var hetta í lagi. Hann hevði bert einaferð á túrinum trýst á bremsuna. Hjá Mie, sum hevði havt 12 feilir í teoriini, gekk koyritúrurin somuleiðis væl. Keypti koyrikortið Tá avtornaði, var tað Elin, ið fekk ivasama heiðurin sum versti bilførari í Dan- mark. Elin fekk eitt blómu- tyssið við trimum klippi- kortum til buss í. Vertinnan Lisbeth Jann- iche keypti síðan koyri- kortið frá Elini fyri 10.000 krónir. Fyri at tryggja sær, at Elin ikki koyrdi á donsku vegunum, varð kortið oyði- lagt í eini træflismaskinu. Elin royndi at prutta, hon kravdi upprunaliga 100.000 fyri kortið, men Lisbeth Janniche vildi ikki longur upp enn 10.000 kr. Nýtt koyrikort Elin hevur longu verið á løgreglustøðini og fingið sær eitt nýtt koyrikort. Nýggja kortið kostaði 250 kr. Hon greiðir frá, at tað einans er løgreglan, ið kann taka kortið frá fólki. Tað kann eingin træflismaskina broyta: "Eg tjenti 9.750 kr. uppá at selja kortið, so eg klagi ikki. Eg eri vorðin ein nógv betri bilførari enn nakrantíð fyrr av at luttaka í sendingini. Tí fari eg sjálv- andi ikki at gevast nú. Fyrr koyrdi eg bara í granna- lagnum, men nú tori eg at koyra á motorvegnum og sjálvt inni í Århus, so tað er eitt stórt framstig,. Eg haldi, at eg man vera tann, sum hevur ment seg mest sum bilførara av øllum luttakarunum." sigur hon. Í sendingini var Elin hjá hypnotisøri fyri at sleppa av við klaustrofobiina og ræðsluna, sum hon hevði fyri at koyra bil. Hetta eydnaðist sera væl, og Elin var glað fyri hesa vitjan. "Slík viðger kostar 1400 kr. um tíman, so tað er ikki so galið at fáa ókeypis" sigur hon. Praktfull summarfrítíð "Eg minnist meg ikki at hava havt so praktfulla summarfrítíð í nógv ár. Vit búðu í eini luksusíbúð í Keypmannahavn, og fingu enntá góða løn fyri at luttaka. So ger tað minni, at eg beri hendan tittulin. Hygg tildømis at Mie, hon var næst ringasti bilførari í Danmark, og fekk eitt blómutyssi við trimum klippikortum - Eg fekk 10.000 kr." Stoltur av mammuni Tað var sonurin Arnhold, ið meldaði mammu sína til "Danmarks værste bilist". Hann sigur, at hann ikki hevði væntað, at hon vann og helt sjálvur, at verri bilførarar vóru í sendingini enn hon: "Einasta orsøk til, at eg meldaði hana til, var fyri at gera hana ein betri bilførara. Tað eydnaðist, nú koyrir hon sum einki innið í Århus og koyrir á motor- vegnum. Hetta hevur verið ein kapping við nógvum truplum uppgávum. Men hon hevur fingið nógv burturúr, so tað eri eg stoltur av, tittulin er einki at vera stoltur av, men hann hevur heldur ikki so nógv at týða" sigur Arnhold. Nógv hava ringt úr Føroyum Nógv fólk hava víst luttøk- uni hjá Elini áhuga. Vinir og kenningar úr Føroyum hava ringt og eisini í Horns- let har hon býr, hevur nógv fólk tosað um sendingina. Nógv hava spurt, hví hon luttók, tí tey hildu ikki, hana duga so illa at koyra.. Til dagligt starvast Elin í einum barnagarði, og har hava bæði foreldur og børn fylgt spent við. Í sambandi við luttøkuna í finaluni fingu tey øll kaku í gjár. Ein eysturoyingur er ringasti bilførari í Danmark Vertinnan Lisbeth Janniche keypti koyrikortið frá Elini fyri 10.000 kr. Sonurin Arnhold meldaði mammu sína til sendingina fyri, at hon skuldi gerast ein betur bilførari