Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Søljan- VÍF í kvøld Kl 19 í kvøld verður ein dystur í Sunset kapping- ini spældur, tá VÍF tekur móti Søljuni. Við ávíkavist fýra og tveimum stigum er her talan um tvey lið, sum liggja í tyngra endanum av stigatalvuni. Men tó ikki meira enn so, at VÍF framvegis hevur møguleikan at blanda seg í kappingina um fjórða plássið, har tær fyrst og fremst tykjast skula kappast við Kynd- il, sum í ár hevur fingið eina rættiliga góða byrj- an upp á kappingarárið. - mørk B36 heldur upp á stjørnu- skotini Meistararnir úr B36 hava á heimasíðu sínari boðað frá, at teir hava gjørt nýggjan sáttmála við tveir av ungu og evnaríku monnunum í hópinum. Ingi Højsted varð í ár kosin sum ársins stjørnuskot í Formula- deildini, og einki er at ivast í, at hann er ein av teimum føroysku spæl- arunum, sum útlendsk feløg vísa ans. Fyribils er talan so vorðin um nýggjan sátt- mála við B36, men sum skilst, so er tó framvegis møguleiki fyri, at hann fer uttanlands, áðrenn nýtt kappingarár byrjar. Men verður hann í Før- oyum, so verður tað altso í B36. Eisini hevur árstalsfel- agið í Havn gjørt nýggj- an sáttmála við Berg Midjord. Bergur hevur seinasta hálva annað árið ment seg til at vera ein av týdningarmestu spælarunum á meistara- liðnum. Nakað sum eisini varð premierað í eini landsliðsúttøku til seinastu landsliðsferð- ina á árinum. Og tí fegn- ast leiðslan í felagnum eisini um, at tað hevur eydnast at fáa nýggjan sáttmála við spælaran. -mørk Nr. 210 • mikudagur • 2. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Óli heldur fram í TB Liðskiparin og met- maðurin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Óli Johannesen, hev- ur gjørt av, at hann fer at halda fram í barndómsfelagnum TB, hóast liðið flutti niður í 2. deild LANDSLIÐSLEIKARI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað kom illa við hjá tvørá- monnum, at besta liðið hjá TB misti sessin í Formula- deildini og noyðist ta tungu leið niður í 2. deild. Men TB-fjepparar kunnu nú fegnast um, at stýrimaðurin í verjuni hjá TB, landsliðs- skiparin, Óli Johannesen, hevur gjørt av at halda fram í barndómsfelagnum. Hugsar ikki um landsliðið Óli Johannesen váttar, at tað hava verið áhugaverdir fyrispurningar frá nøkrum feløgum úr fremstu deildini norðanfjørðs, men at hann tó gjørdi av at halda fram á Tvøroyri. - Eg havi familju, og vit hava nýligani keypt hús her á Tvøroyri. Tí er tað ikki bara sum at siga tað at fara av Tvøroyri at spæla fót- bólt, sigur Óli Johannesen. Spurningurin um lands- liðsfótbólt var ikki í tank- anum hjá Óla, tá ið hann skuldi taka støðu til, hvar hann skuldi spæla komandi kappingarár. - Eg havi valt TB fram um alt annað. So er tað upp til nýggja landsliðsvenjaran at gera av, um hann hevur brúk fyri mær á landsliðn- um í framtíðini, sigur Óli Johannesen. Í gjár skrivaði reyð/- svarta havnarfelagið sáttmála við Mortan úr Hørg, og eisini varð nýggjur sáttmáli gjørdur við Svenn F. Jacobsen HB Jákup Mørk Við frágongdini av Halli Danielsen, sum spældi sín seinasta dyst fyri besta HB liðið í ár, var greitt, at HB til komandi kappingarár miðjaði eftir at styrkja liðið við einum nýggjum høgra bakki. Og skal farast eftir einum slíkum í Føroyum, so er tað væl nærliggjandi at fara eftir tí besta. Mortan úr Hørg hevur í ár fingið sítt veruliga gjøgnumbrot á plássinum, og eftir væl eydnaðu innskiftingina móti Kypros, hevur hann eisini verið fastur maður á plássinum í landsliðshøpi. Tí er einki at ivast í, at hetta er ein spælari, sum HB kann fáa alstóra gleði av kropssterka sumbingin- um tey bæði næstu árini. Og við hesum kann felagið eisini reypa av, at tey eiga sterkastu høgru-síðuna í Føroyum, nú Mortan úr Hørg og Jákup á Borg koma at røkja sessirnar her. Hartil skrivaði HB eisini undir nýggjan tvey-ára sátt- mála við Svenn F. Jacob- sen. Svenn var mest sum eitt óskrivað blað í HB-høpi fram til í summar, men tá Rúni Nolsøe ikki fekk spælt við í dystinum móti ÍF í fyrru hálvu, tók ungi havnarmaðurin av. Longu fyrstu ferð, hann var við frá byrjan, varð hann besti maður á vøllinum, og sam- anlagt var hann á vøllinum í 21 av teimum 27 lands- kappingardystunum, sum HB spældi í ár. Als ikki so galið av einum nýbyrjara! Símun royndar- venur í Viborg Eftir bara hálvt kapp- ingarár í Íslandi tykist Símun Samuelsen longu nú vera ávegis næstu avbjóðingini á leiðini. Í øllum førum er vág- bingurin hesa vikuna í Viborg, har Ove Christ- ensen fegin vil hyggja nærri at unga føroyska landsliðsspælarunum. Hvørt talan verður um sáttmála ella ikki, er tó enn ov tíðliga at siga nakað um. -mørk Landsliðsbakkur til HB Mortan úr Hørg og Birgir Enghamar, formaður í HB, taka lógvatak, eftir at sáttmálin við spælaran varð undirskrivaður týsdagin Mynd: www.hb.fo Hóast tilboð hava verið úr øðrum feløgum, so hevur Óli Johannesen gjørt av, at hann framhaldandi verður partur av TB-liðnum, sum komandi ár skal spæla í aðru deild