Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. november 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 210 - 2. november 2005 Súni stórtrívist í Su ÚTISETI Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Aalborg: Forbedring ønskes. Týsdagin 18. oktober hevur vælumtókta danska fótbóltsblaðið, Tipsblaðið, eina fyribils uppgerð yvir avrikini hjá nýggju leikar- unum í Superliguni. Saman við so stórum profilum sum André Bergdølmo, Marcus Allbäck, Marcus Lantz, Thomas Rytter og Thomas Rasmussen úr ávikavist FC Keypmanna- havn og Brøndby, verður føroyski landsliðsleikarin Súni Olsen eisini vigaður fyri síni avrik í reyð-hvíta AaB búnanum. Dómurin hjá Tipsblaðn- um er so sum so. Blað- menninir á Tipsblaðnum meta, at gøtumaðurin skal betra um síni avrik í Aab troyggjuni. Súni Olsen er skjótur at svara aftur. Dagin eftir dómin í Tipsblaðnum verð- ur 24 ára gamli føroyingur- in stóra hetjan á Aalborg Stadion, tá hann við rimm- ar frísparki avgerð steypa- dystin móti FC Midt- jylland. Síðan hevur skotsterki landsliðsleikarin ikki hugt aftur. Gøtumaðurin við svarta 19 talinum á ryggin- um hevur verið millum teir fyrstu ellivu teir seinastu tríggjar dystirnar á besta liðnum hjá Aab, og møgu- leikin fyri at bíta seg fastan á AaB liðið tykist avgjørt at vera til staðar. Gingið skjótt Hóast teir taptu móti Vi- borg leygardagin, tykist hýrurin á Aab leikarunum góður. Tað er mánadagur, og liðið úr Aalborg er farið undir at fyrireika seg til stóru uppgávuna um viku- skiftið, tá Brøndby vitjar Aalborg Stadion. Leikarar- nir og venjarar sita í kantin- uni og fáa sær døgurða eftir venjingina í morgun. Umstøðurnar hjá AaB- leikarunum at venja eru framúr. Her eru hvíldar- rúm, fimleikahallir, renni- maskinur, vektrúm og lækna- og fysioterapi høli. - Jú, eg eri fallin ómeta- liga væl til í Aalborg, sigur Súni Olsen, tá vit sessast við eitt av borðunum í kant- inuni, eitt sindur burturi frá har hinir AaB-leikararnir sita. Gøtumaðurin flutti til Aalborg í juli mánaði, og hann sigur seg stórtrívast í Norðurjútlandi og Aab. Sum hjá flest øllum føroy- ingum, sum royna fótbólts- eydnuna uttanlands, hava fyrstu mánaðirnir hjá Súna Olsen verið nýttir at tillaga seg til høgu leikferðina í Superliguni. Tá føroyski landsliðsleik- arin skrivaði undir við AaB í summar, hevði hann sett fyrsta hálva árið av til at venja seg við leikferðina, men tað hevur gingið væl í hond bæði í venjing og dysti, at hann longu nú er fastur fúsur á besta liðnum hjá AaB. - Eg hevði sett eitt hálvt ár av til venja meg við leik- ferðina. Tí eri eg rættiliga yvirraskaður av, at tað hava verið boð eftir mær so tíð- liga til besta liðið, og at eg havi fingið so nógva spæli- tíð, sum eg havi. Tað hevur gingið væl til venjing, og eg haldi, at eg so smátt havi vant meg við leikferðina. Eg haldi, at eg róliga kann siga, at eg ongantíð havi verið so væl fyri, sum eg eri í løtuni, fortelur Súni Ol- sen. Gøtumaðurin leggur aft- urat, at mongu skaðarnir og leikbann í AaB hópinum í heyst eisini hava gjørt sítt til, at hann møguliga hevur fingið møguleikan á besta liðnum so tíðliga. Hóast listin yvir skaddar og leik- bannaðar leikarar stundum hevur verið langur hjá AaB í heyst, fækkast hann í hvørjum. Í løtuni eru tað bert Thomas Augustinus- sen, makedonski landsliðs- leikarin Artim Sakiri og sviin Matthias Lindstrøm, sum sita uttanfyri, og fram- vegis er gøtumaðurin mill- um teir fyrstu ellivu hjá AaB. Súni Olsen hevur roynt seg á fleiri ymiskum pláss- um á AaB liðnum. Seinastu vikurnar hevur venjarin í AaB nýtt Súna mitt á mið- vøllinum, úti í síðuni og á bakkunum. Seinasta leyg- ardag var føroyski lands- liðsleikarin mitt á miðvøll- inum saman við danska landsliðsleikarnum, Ras- mus Wurtz. - Spæliskipanin hjá AaB hóskar væl til mín, tí hon minnir nógv um hana, eg havi spælt á landsliðnum. Eg eri hampiliga væl nøgd- ur við míni persónligu av- -Eg hevði sett eitt hálvt ár av til venja meg við leikferðina í Superliguni. Tí eri eg rættiliga yvirraskaður av, at tað hava verið boð eftir mær so tíðliga til besta liðið og at eg havi fingið so nógva spælitíð, sum eg havi. Eg haldi, at eg róliga kann siga, at eg ongantíð havi verið so væl fyri, sum eg eri í løtuni, fortelur Súni Olsen, sum í summar skrivaði undir við superligufelagið AaB Tá hann fyri fyrstu ferð av álvara fekk møguleikan, tók føroyski landsliðsmaðurin av. Úr 30 metrum knallaði hann frísparksbólt í kassan móti FC Midtjylland, og so var Aalborg víðari í steypakappingini Mynd: Scanpix