mikudagur 2. november 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 2. november 2005
23
uperliguni
rik higartil. Eg havi hvørki
spælt illa ella yvirvæl, men
eg haldi hinvegin, at eg havi
verið rættiliga støðugur,
sigur hann.
Stórt álit
Venjarin hjá superligafel-
agnum AaB og føroyska
landsliðsleikaranum er svi-
in Erik Hamrén. Hóast AaB
ikki stendur seg so væl í
superliguni, sum mongu
áskoðarnir í Aalborg høvdu
vónað, situr dámligi sviin
trygt í venjarasessinum í
Norðurjútlandi.
- Hann er ein fantastiskur
venjari, sum hevur bæði
beinini á jørðini. Erik tosar
nógv við okkum spælarar
bæði undir venjing og í
dysti, og tað dámar mær
væl, tí so veitst tú, hvar tú
flýtur. Hann er rættiliga
róligur maður, men sam-
stundis er hann ikki bangin
fyri at geva ilt av sær, tá tað
krevst. Hann gongur eisini
ótrúliga høgt upp í, at vit
eta rætt, er skoðsmálið frá
Súna Olsen.
Herfyri fekk føroyski
landsliðsleikarin at vita frá
Erik Hamrén og hjálpar-
venjaranum Allan Kuhn, at
teir hava stórt álit á sær.
- Eg tosaði við teir her-
fyri, og eg varð róstur fyri
at hava góðan hugburð til
venjing og í dysti. Teir
høvdu bitið merki við, at eg
ikki fór so lætt niður við
høvdinum, tá á stóð. Báðir
søgdu seg eisini hava stórt
álit á mær, og tað kennist
sjálvsagt rættiliga væl at
fáa slík skoðsmál, greiðir
Súni frá.
Landsliðið
Seinasta fríggjadag setti
Fótbóltsamband
Føroya
Jógvan Martin Olsen í starv
sum nýggjan landsliðsvenj-
ara. Á tíðindafundinum
kom undan kavi, at nýggi
landsliðsvenjarin hevur í
hyggju at seta Súna Olsen á
miðvøllin í komandi und-
ankapping.
Gøtumaðurin hevur ann-
ars, síðan hann fyrstu ferð
fekk landsliðsboð verið
fastur fúsur á vinstra bakki,
hóast nógvar atfinningar-
samar røddir hava verið
frammi um at flyta evnaríka
gøtumannin á miðvøllin.
- Ja eg fekk eitt smíl, tá
eg hoyrdi frá mammu, at
hann hevði sagt tað á tíð-
indafundinum. Eg havi trív-
ist fínt á vinstrabakki, men
tað er einki dulsmál, at mín
favoritt pláss er á miðvøll-
inum, har eg eisini kann
gera nakað offensivt, so tað
verður spennandi at royna
seg á miðvøllinum á lands-
liðnum, greiðir hann frá.
Seinast í januar mánaða
verður drigið lut um, hvørji
lið skulu hittast í komandi
undankapping.
Spurdur
hvørjum
tjóðum,
hann
vónar at Føroyar møta,
svarar Súni Olsen:
- Nú spæli eg saman við
tveimum (Rasmus Wurtz
og Allan K. Jepsen, blðm),
sum plaga at vera úttiknir
til danska landsliði, og tí
kundi tað verið stuttligt at
møtt Danmark. Vit hava
ongantíð møtt Italia ella
Onglandi, og tað eru tvey
lið, sum kundi verið spenn-
andi at spælt ímóti, sigur
hann.
Heimligt
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Súni Olsen roynir seg uttan-
lands. Frá 1999 til 2002
royndi evnaríki gøtumaður-
in seg í hollendska felagn-
um FC Zwolle. Hóast tað
gekk væl á vøllinum, kendi
gøtumaðurin seg eitt sindur
einsamallan uttanfyri vøllin.
Á
tíðindafundinum
í
summar, tá skifti til AaB
varð
almannakunngjørt,
vísti Súni eisini á, at júst
Aalborg
og
Danmark
høvdu týdning fyri hansara
spælaraskiftið, tí væntandi
vóru umstøðurnar meira
heimligar, sum hann tók til.
- Uttanfyri vøllin gongur
eisini væl. Daman hjá mær
býr her í Aalborg og eg havi
eisini nógva familju í Dan-
mark. Millum okkum spæl-
arar er eisini gott saman-
hald uttanfyri vøllin. Mær
dámar væl Aalborg sum bý
og fólkini her eru niðri á
jørðini, sigur Súni Olsen at
enda.
- Spæliskipanin hjá AaB hóskar væl til mín, tí hon
minnir nógv um hana eg havi spælt á landsliðnum
við einum hangandi áleypara. Eg eri eisini hampiliga
væl nøgdur við míni persónligu avrik higartil. Eg havi
hvørki spælt illa ella yvirvæl, men eg haldi hinvegin,
at eg havi verið rættiliga støðugur, sigur 24 ára gamli
Súni Olsen
Mynd: Annfinn Hjelm
Súni eitt frískt lot
Ov veikur kropsliga
-Tað hevur verið
eydnan hjá Súna, at
AaB slapp sær av
fleiri spælarar í
summar, tí hópurin í
heyst hevur ikki verið
nóg breiður. Nú fleiri
leikbann og skaðar
hava gjørt um seg,
hevur Súni dugað væl
at tikið av møgu-
leikanum, sigur
tíðindamaðurin á
Tipsblaðnum og á
Onside, Jens Jørgen
Brinch
ÚTISETI
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
Aalborg:
- Súni er ein habilur
Superliga-spælari. Hann
er fullur av orku og vilja,
og hann er avgjørt eitt
frískt lot á AaB liðnum. Í
Superliguni hava vit leingi
saknað leikarar, sum tora
at skjóta langt úti frá, og
tær dygdirnar hevur Súni
so avgjørt.
Føgru orðini eigur Jens
Jørgen Brinch, sum er
tíðindamaður hjá bæði
Tipsblaðnum og Onside á
TV3. Síðan 1992 hevur
hann búð í Aalborg, og
seinastu
mongu
árini
hevur hann gjøllað fylgt
gongdini hjá AaB. Royndi
tíðindamaðurin letur eins
og venjarin hjá AaB væl at
avrikunum hjá Súna Olsen
higartil.
- Hann hevur ein góðan
hugburð og stríðist væl í
nærdystunum. Eg haldi,
hann kemur best til sín
rætt, tá hann spælir á
vonginum, heldur Jens
Jørgen Brinch.
Tá Súni skrivaði undir
við AaB í summar, vænt-
aði Jens Jørgen Brinch
ikki, at føroyski landsliðs-
leikarin fór at vinna sær
pláss á Superliga liðnum
so tíðliga, sum hann hevur
gjørt. Hann var sannførdur
um, at Súni fyrstu mánað-
irnar varð noyddur at vísa
sítt virði á danmarksseriu-
liðnum hjá AaB.
- Tað hevur verið eydn-
an hjá Súna, at AaB slapp
sær av fleiri spælarar í
summar, tí hópurin í heyst
hevur ikki verið breiður.
Nú fleiri leikbann og skað-
ar hava gjørt um seg, hev-
ur Súni dugað væl at tikið
av møguleikanum, vísir
Jens Jørgen Brinch á.
Spurdur um hvørji út-
litini eru fyri, at Súni Ol-
sen bítur seg fastan á AaB
liðið, svarar Jens Jørgen
Brinch:
- Við núverandi hópi
skal ikki nógv til, áðrenn
Súni verður fastur maður,
men velur leiðslan í AaB
at styrkja um hópin, verð-
ur torførari. Tað hevur ver-
ið nógv tosað um, at
vetrarsteðgurin skal nýtast
til at finna nýggjar spælar-
ar, og tá kann tað gerast
torført hjá Súna at fáa fast
pláss. Súni er ikki nakar
profilur, men fyrst og
fremst ein góð gardering á
AaB liðnum, sigur Jens
Jørgen Brinch at enda.
Venjarin hjá AaB,
Erik Hamrén, er væl
nøgdur við avrikini
hjá Súna Olsen
higartil. -Tekniskt og
taktiskt hevur Súni
alt fyri at klára seg í
Superliguni, men
honum vantar enn
nógv í kropsliga
partinum av spælin-
um, heldur hann
ÚTISETI
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
Aalborg:
- Tekniskt og taktiskt
hevur Súni alt fyri at klára
seg í superliguni. Hann er
ein góður fótbólsspælari
og samstundis ein klókur
fótbóltspælari. Hann er
mentalt væl fyri og skjýtur
væl bæði við høgra og
vinstra beini.
Venjarin í AaB, Erik
Hamrén, tykist vera rætti-
liga
væl
nøgdur
við
avrikini hjá Súna Olsen í
AaB búnanum higartil.
Hann ásannar, at uppruna-
liga var ætlanin ikki, at
føroyski landsliðsleikarin
skuldi fáa so drúgva spæli-
tíð á bestu liðnum longu í
heyst.
- Vit væntaðu, at hann
skuldi brúka fyrstu mán-
aðirnar til at venja seg við
leikferðina. Sjálvandi hava
mongu skaðarnir og leik-
bann gjørt sítt til, at hann
hevur fingið so nógva
spælitíð, men misskil meg
ikki: Hann hevur gjørt tað
gott bæði í dysti og í
venjing, sigur sviin.
Spurdur hvørjar egin-
leikar Súni skal arbeiða
við fyri at veruliga standa
seg í Superliguni, svarar
Erik Hamrén:
- Honum vantar enn
nógv í kropsliga partinum
av spælinum. Hann er
framvegis ikki nóg sterkur
í nærdystunum, og hann
skal gerast meira eksplos-
ivur bæði við og uttan bólt.
Yvirskipað
skal
hann
arbeiða skjótleikanum og
kropsligari venjing sum
heild, vísir AaB-venjarin á.
Higartil
hevur
Erik
Hamrén nýtt Súna á fleiri
ymiskum plássum á vøll-
inum. Føroyski landsliðs-
leikarin hevur roynt seg á
øllum plássum á miðvøll-
inum og á báðum bakk-
unum í AaB-troyggjuni.
Hvat besta plássið hjá
Súna?
- Ja, hatta er ein góður
spurningur. Ein av orsøk-
unum til, at vit keyptu
hann var júst tað, at hann
kundi spæla á fleiri pláss-
um. Hansara besta pláss er
óivað mitt á miðjuni, men
til tað plássið krevst eisini,
at tú ert væl fyri kropsliga,
svarar Erik Hamrén.
Hvussu vilt tú lýsa Súna
sum persón?
- Hann er stillur og ró-
ligur. Tað tekur tíð at læra
hann at kenna. Hóast hann
er stillur og róligur uttan-
fyri vøllin, so er hansara
hugburðurin á vøllinum,
sum hevur størstan týdn-
ing, og har smæðist hann
als ikki burtur, svarar
hann.