mikudagur 2. november 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 210 - 2. november 2005
Starvsfólk til
teknisku umsiting
Leirvíkar og Gøtu kommunur hava gjørt sam-
starvsavtalu innan teknisku umsiting. Í hesum
sambandi søkja vit eftir fólki til teknisku um-
siting at byrja 1. januar 2006.
Arbeiðsuppgávur:
•
Umsiting av øllum tekniskum viðurskiftum
hjá kommununum
•
Fyrireiking av málum til teknisku nevndirnar
•
Evt. projektering og eftirlit
•
Aðrar fyrifallandi uppgávur
Í løtuni arbeiðir ein byggifrøðingur í teknisku
umsitingini.
Førleiki:
Vit søkja eftir einum verkfrøðingi, byggifrøðingi
ella einum persóni, sum hevur aðra hóskandi
tekniska útbúgving og sum hevur góðan teldu-
kunnleika. Royndir innan almenna umsiting er
ein fyrimunur.
Løn:
Lønin verður goldin sambært galdandi sáttmála
við avvarðandi fakfelag.
Upplýsingar og umsókn:
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær
til teknisku umsiting, Sakaris Guldbro, byggi-
frøðing, tlf. 44 30 06 og 58 44 55.
Umsókn við avritum av prógvum og ummælum
skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mána-
dagin 21. november 2005 kl. 15.00.
Leirvíkar Kommuna
Postrúm 42
520 Leirvík
Skattalistin
fyri 2004
Skattalistin fyri Nes kommunu liggur frammi til
alment eftirlit á kommunuskrivstovuni, frá 8.
november til 19. november 2005.
Nes kommuna
Billift til sølu
Ein 4 soyla billift av merkinum
FKI BRADBUTY 4000 kg
Til sølu fyri kr. 25.000 + mvg.
Áhugað kunnu ringja til leiðaran
Geir Wardum tlf. 217355.
Shellstøðin á Frælsinum
Fyristøðufólk til
Hotel Ørkin
Sjómansheimið í Reykjavík
Søkt verður eftir fyristøðufólki til Hotel Ørkin,
Sjómansheimið í Reykjavík, at byrja 1. mai 2006.
Vit rokna við, at tú:
• hevur innlit í roknskap og fíggjarligt skil
• ert ein persónligur kristin og tekur undir við
grundarlagnum
og
endamálinum
hjá
Sjómansheiminum og Sjómansmissiónini
• ert álítandi, røkin, fyrikomandi og kann arbeiða
sjálvstøðugt
• hevur leiðara- og samstarvsevni.
Vit bjóða:
• eitt sjálvstøðugt og spennandi leiðarastarv við
avbjóðingum í høvuðsstaði Íslands
• eitt arbeiðspláss í kristnum umhvørvi
• løn og setanartreytir eftir avtalu.
Umsókn:
Skrivlig umsókn, saman við viðkomandi skjølum,
skal verða stýrinum í hendi í seinasta lagi
18. november 2005
Umsóknir skulu stílast til:
Hotel Ørkin - Sjómansheimið
att: Kirkjuliga Heimamissiónin
437 Nesvík
(og viðmerkja: Umsókn Ørkin)
Fleiri upplýsingar fáast við at ringja tlf. 470000
Tel: +354 568 0777. Fax: +354 568 9747
t-postur: orkin@simnet.is www.hotel-orkin.com
Hotel Ørkin - Sjómansheimið í Reykjavík er sjálvseigandi stovnur
knýttur at Hini føroysku Sjómansmissiónini. Heimið, ið var tikið í
nýtslu 1991, hevur 20 dupultkømur, matsal, fundarhøli o.a. og
liggur mitt í býnum.Umframt føroyingar vitja eisini íslendingar og
aðrir útlendingar heimið. Hvørja viku eru møtir og onnur tiltøk á
Sjómansheiminum. Dentur verður lagdur á eitt kristiligt heim við
góðari tænastu í rúsfríum umhvørvi.
Fólk til móttøkuna
á Sjómansheim-
inum í Reykjavík
Søkt verður eftir fólki til móttøkuna á Sjómans-
heiminum Ørkin, Reykjavík, at byrja 2. jan. 2006.
Starvið í móttøkuni umfatar m.a.:
• ábyrgd av inn- og útbóking av gestum
• taka ímóti bíleggingum og svara fyrispurningum
• útskriva og senda ordraváttanir og fakturar
• vegleiða og hjálpa vitjandi
• taka sær av øllum fyrifallandi arbeiði á heiminum
Førleikakrøv:
Vit rokna við, at tú:
• ert persónligur kristin og tekur undir við grundar-
lagnum hjá Sjómansheiminum og Sjómans-
missiónini
• ert álítandi, fyrikomandi, sjálvstøgug/ur og hevur
samstarvsevni
• kanst samskifta á enskum, og hevur áhuga at
læra íslendskt.
Løn og setanarviðurskiftir:
Løn og setanarviðurskiftir eftir avtalu.
Skrivlig umsókn, saman við viðkomandi skjølum,
skal verða stýrinum í hendi í seinasta lagi
18. november 2005
Stýrið fyri Sjómansheimið Ørkina
í Reykjavík,
Árni Jacobsen, form.
Millum Svalir 3,
520 Leirvík
Upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
Árni Jacobsen, tel. 443265,
ella Ásbjørn Jacobsen tel. 283177
Tel: +354 568 0777. Fax: +354 568 9747
t-postur: orkin@simnet.is www.hotel-orkin.com
Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík er knýt at Hini Føroysku
Sjómansmissiónini. Heimið, ið var tikið í nýtslu 1991, hevur 20
dupultkømur,matarhøli,fundarhøli o.a.liggur mitt í býnum.
Umframt føroyingar vitja eisini Íslendingar og aðrir útlendingar
heimið. Hvørja viku eru møtir og onnur tiltøk á Føroyska
Sjómansheiminum. Dentur verður lagdur á eitt kristiligt heim við
góðari tænastu í rúsfríum umhvørvi.Roynt verður at hava so nógv
Føroysk starvsfólk sum gjørligt.
Húsasmiðir
Søkt verður eftir 4 húsasmiðum til Danmarkar,
at byrja beinanveg.
Nógv arbeiði fyri framman.
Vilja tit vita meira, vinarliga ringið til :
André: +45 20 71 62 23
Bragi : +45 20 71 62 24
Sosialurin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Sosialurin
Lýsingar
Bilar
Veðrið