mikudagur 2. november 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 210 - 2. november 2005
25
Starvið
Í Landsmiðstøðini er eitt starv sum lærugreina-
ráðgevi í føroyskum fyri vinnu-, miðnáms- og hægri
útbúgvingar leyst at søkja til setanar frá 1. januar
2006.
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv, har
lærugreinaráðgevin í samstarvi við avarandi partar
m.a. skal:
•
virka fyri fagligari og námsligari menning í læru-
greinini føroyskt
•
ráðgeva viðvíkjandi undirvísingarmiðlum og
arbeiðshættum í lærugreinini
•
ráðgeva og vegleiða í fakligum spurningum og
fremja fakligar eftirmetingar
•
hava leiðsluna av skrivligu uppgávunevndunum í
føroyskum á vinnu- og miðnámsskúlunum
•
vera Próvstovuni til hjálpar í ymiskum høpi
•
luttaka í verkætlanum, serliga á tí námsfrøðiliga
økinum og innan KT
Lærugreinaráðgevin skal tryggja, at nevndu upp-
gávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi,
og at mannagongdirnar eru í samsvari við nútímans
krøv.
Ráðgevin skal, umframt omanfyri nevndu uppgávur,
eisini vera til reiðar at átaka sær aðrar uppgávur í
Landsmiðstøðini
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a., at umsøkjari hevur
•
kandidatprógv frá universiteti við prógvi í før-
oyskum
•
verkliga og ástøðiliga námsfrøðiliga útbúgving
•
undirvísingarroyndir á miðnámsstigi
•
áhuga fyri námsfrøðiligum arbeiði og fyri nýtslu
av KT í undirvísingarhøpi
•
góð samstarvsevni og hug at arbeiða í bólkum
•
førleika at menna samstarvið við starvsfelagar,
stovnar, lærarar og áhugafelagsskapir
•
vera ein virkin partur av toymisumhvørvinum í
Landsmiðstøðini og samstundis kunna arbeiða
sjálvstøðugt
•
áhuga fyri avbjóðingum og vilja til at royna
nýggjar leiðir
Vit bjóða
•
eitt spennandi starv við skiftandi uppgávum og
við nógvum samskifti inn- og úteftir
•
arbeiði á einum høgum fakligum stigi og góðar
møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari
menning
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggj-
armálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanartíðin fyri lærugreinaráðgevan er í fyrstu
atløgu 3 ár. Síðani kann setanartíðin verða longd
tvær ferðir við tveimum árum hvørja ferð. Um serlig
viðurskifti tala fyri hesum, kann setanartíðin longjast
út yvir 7 ár.
Arbeiðstíðin í ráðgevastarvinum er 2/3 av fullari
arbeiðstíð. Tann, ið settur verður, skal undirvísa
írestandi tímarnar í einum vinnu- ella miðnámsskúla,
tó í mesta lagi svarandi til 1/3 starv.
Umsókn
Umsóknir við prógvum, c.v. o.ø. skulu verða Lands-
miðstøðini, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 3084, 110
Tórshavn í hendi í seinasta lagi mikudagin 23.
november 2005.
Gjøllari upplýsingar fáast frá Petur Simonsen,stjóra á
Landsmiðstøðini, tlf. 318825.
GG! Starvið er treytað av játtan á Løgtingsins Fíggjar-
lóg.
Landsmiðstøðin
Lærugreinaráðgevi í føroyskum
fyri vinnu-, miðnáms og hægri útbúgvingar
Landsmiðstøðin er tænastustovnur í undirvísingarverkinum, sum m.a. sýnir fram og lænir út undirvísingarmiðlar, hevur verkstaðar-
møguleikar, hevur saman við Mentamálaráðnum eina lærugreinaráðgevaskipan og skipar fyri skeiðum við fakligum og námsligum
innihaldi.