mikudagur 9. november 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 215 - 9. november 2005
Spildurnýggja
snotiliga verjuskipið
hjá donsku sjóverjuni
verður í hesum
døgum roynt í
føroyskum sjóøki,
í gjár var skipið við
bryggju á Sundi.
Verjumál
Orð: Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Í gjár vitjaði nýggjasta skip
ið í donsku verjuni Esbern
Snare Føroyar. Skipið kom
at bryggju inni á Sundi.
Vitjanin er ein partur
av einum royndartúrið
hjá spildurnýggja verju
skipinum, ið er av slagnum
fleksibult stuðulsskip.
Skipið er bygt á Odense
Staalskibsværft og varð
liðugt tíðliga í summar. Tað
er 137 metrar, stingur 6,3
metrar og megnar at sigla
24 knob. Esebern Snare
er systirskip við Absalon,
ið varð latin donsku sjó
verjuni í 2004. Hesi bæði
skip eru størstu skip í
donsku sjóverjuni. Túrurin
til Føroyar er gjørdur, fyri
at royna skipið í ringum
veðri, Esbern Snare fer
somuleiðis til Grønlands á
royndartúrinum.
Av Færøernes Kommando
siga tey, at túrurin higartil
hevur gingið sera væl:
“Hetta er ein roynd av
skipinum, soleiðis at vit fáa
rætta alt, áðrenn garantiið
er útgingið. Higartil eru
bert smárættingar neyðugar.
Føroyar og Grønland eru
sjóøkir, ið hetta skip skal
kunna virka í, so tí er upplagt
at royna tað her. Men annað
sjóøki verður eisini roynt
í næstum m.a við Kanada,
Spania og Portugal. Absalon
var sambært Færøernes
Kommando í økinum kring
Føroyar í fjør, men legði tó
ikki at bryggju”.
Tá Absalon varð roynd
arsilgdur, vóru nakrir
smávegis trupulleikar ser
liga við gearunum. Men
hesir eru allir rættaðir
á Esbern Snare, áðrenn
hann fór av skipasmiðjuni.
Samanumtikið er sjóverjan
sera væl nøgd við Absalon
og Esbern Snare.
Skipini eru ikki fult
útgjørd enn, men verða støð
ugt ment, til tey eru heilt til
reiðar at røkja tær alsamt
broytandi uppgávurnar hjá
donsku sjóverjuni. Væntandi
eru skipini liðugt útgjørd við
árslok 2007.
Størsta danska verjuskipið á Sundi
Esbern Snare
Slag: Fleksibult
stuðulskip
Skipasmiðja: Odense
Staalskibværft
Longd: 137 m
Breidd: 19,5 m
Skipið stingur 6,3 m
Eginvekt (lætt skip) uml.
4500 t
Mesta berievni:
ca. 6600 t
Høvuðsmaskina 16,4
MW = 22.300 HK
Mesta ferð: 24 knob
Skipið røkkur v/15 knob
9000 fjórðingar
Kann útgerðast at vera á
sjónum 28 dagar
kelda: www.forsvaret.dk
Við sínum 137 metrum er
Esbern Snare størsta danska
verjuskipið
Ein tyrla kann uttan trupulleikar lenda á stóra dekkinum á Esbern Snare
Av brúnni stýrir skiparin teimum 22.300 hestakreftunum