mikudagur 9. november 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 9. november 2005
Nú verður munandi
bíligari at flyta bæði
bilar og farm við
Smyrli. Arbeitt verður
eisini við at ger tað
bíligari hjá ferðafólki
og tað verður enntá
tosað um at gera tað
næstan ókeypis at
ferðast við Smyrli
Suðuroyarsigling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður munandi bíligari
at flyta bilar og farm ímillum
Suðuroynna og Havnina.
Tað verður eitt úrslit tað
næstan við fullari vissu
kann sigast, at Løgtingið
ein av allarfyrstu døgunum
fer at játta Strandferðsluni
pening til at lækka prísirnar
fyri farmaflutning ímillum
Suðuroy og Havnina.
– Endamálið við hesum
er at javntseta vinnulívið í
Suðuroynni við vinnulívið
í øðrum pørtum í landinum,
søgdu teir báðir samgongu-
tingmenninir, Johan Dahl
og Hendrik Old á almenna
samferðslufundinum í Vági
mánakvøldið.
– Tað skal ikki verða dýr
ari at keypa fisk í einum
parti í landinum at keypa
fisk og flyta hann úr Havnini
til Suðuroyar enn tað er at
flyta hann úr Leirvík til
Klaksvíkar, segði Johan
Dahl.
Munandi príslækking
Hendrik Old er sannførdur
um, at ætlanin at lækka farma
gjaldið ímillum Suðuroynna
og Havnina, fer at alstóran
týdning fyri vinnulívið.
Hann vísti á, at hereftir fer
ein stórur treylari, sum tað
kostar 3800 krónur at flyta
við Smyrli, at kosta áleið
2800 krónur, so tað er ein
fittlig príslækking.
Ein minni bilur, sum er
7-9 metrar langur, sum nú
kostar 610 krónur at flyta
við Smyrli nú, fer hereftir
at kosta 310 krónur.
Ein uppaftur minni minni
bilur ímillum 5 og 7 metrar,
kostar 430 krónur nú,
men hann fer niður á 210
krónur.
Hendrik Old sigur, at hetta
fer at fáa stóran týdning fyri
vinnuna í Suðuroy, ikki bara
í sambandi við flutning til
Suðuroyar.
Men tað fer eisini at gera
vinnuna í Suðuroy nógv
kappingarførari, um ætlanin
er at selja vørur norðureftir
ella til at átaka sær arbeiði
norðanfjørðs sum ger, at
flutningstól skulu flytast
ímillum.
Hendrik Old sigur, at hetta
er tað átakið fyri vinnuna í
Suðuroy, sum hevur størsta
týdning at fáa framt í hesum
sambandi.
Eisini bíligari
ferðaseðlar
Teir báðir samgonguting
menninir søgdu eisini, at
næsta stigið verður at arbeiða
fyri at gera tað bíligari hjá
ferðafólki at ferðast ímillum
Suðuroynna og Havnina.
Í hesum sambandi hevur
samgongan viðgjørt málið
um at gera eina samhalds
fasta prísskipan, eisini á
ferðaseðlaøkinum, so at tað
fer at kosta áleið tað sama
at ferðast ímillum Havnina
og Suðuroynna, sum tað
fer at ferðast úr Leirvík
til Klaksvíkar í dag, ella
ímillum Gomlurætt og
Skopun.
Johan Dahl segði, at sam
gongan hevur avtalað, ein
ein partur av tí, sum kemur
meiri inn í landskassan við
tað, at vegskatturin av bilum
hækkar, skal brúkast til at
lækka prísin á ferðaseðlum
ímillum Suðuroynna og
Havnina.
Annars er ætlanin at finna
so skipan við Smyrli sum við
undirsjóvartunlinum, har tað
bara verður goldið annan
vegin. Samstundis er ætlanin
at flyta ferðaseðlasøluna
upp á land og alt tað fer
at gera tað munandi meiri
ómakaleyst at ferðast, tí tá
slepst undan at stilla seg í
bíðirøð umborð tvær ferðir
at keypa ferðaseðil.
Hendrik Old upplýsti
eisini, at samgongan hevur
eisini tosað um møguleikan
at gera eina skipan, har
tað
verður
mestsum
ókeypis at koyra ígjøgnum
undirsjóvartunlar og at sigla
við Strandferðsluni. Fyribils
metingar vísa, at hetta fer at
kosta 80 milliónir, so tað
verður ikki beinanvegin,
men hann heldur, at tað er eitt
gott tekin, at spurningurin er
tikin til viðgerðar.
– Tað er líka mikið
um felagið, sum yvir
tekur Farmaleiðir,
fær flutningskyldu
til til útjaðaran,
men útjaðarin skal
ikki verða verri fyri
enn hann er nú,
sigur formaðurin í
sambandsflokkin um
Farmaleiðir
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sambandsflokkurin fer ikki
at boykotta samgonguna í
sambandi við ætlanina at
einskilja Farmaleiðir hjá
Strandferðsluni.
Tað sigur Kaj Leo Johanne
sen, floksformaður.
Sostatt vísir hann tí
aftur, sum Johan Dahl,
løgtingsmaður segði á
samferðslufundi í Vági,
mánakvøldið.
Á fundinum segði Johan
Dahl, at tað var avgerðandi,
at felagið, sum yvirtekur
Farmaleiðir, fær flutnings
skyldu til útjaðaran, so at
vinnan í útjaðaranum ikki
verður verri fyri enn hon
er nú.
– Tað skal framvegis bera
til hjá virkjum í útjaðaranum
at at keypa 500 kilo av fiski
onkustaðni í landinum og fáa
tað til virkið líka lætt sum
nú. Annars kemur ætlanin
at einskilja Farmaleiðir ikki
ígjøgnum samgonguna- ikki
við sambandsflokkinum í
hvussu so er, segði Johan
Dahl.
Boykotta ikki
samgonguna
Men nú dregur formaður
floksins, Kaj Leo Johannesen
í land aftur.
Í fyrstu atløgu ger hann
púra greitt, at tað er bara
floksformaðurin, sum hevur
heimild at greiða frá støðu
sambandsfloksins til tey
ymsu málini.
Í ørðum lagi ger hann eis
ini púra greitt, at sambands
flokkurin fer ikki at boykotta
samgonguna í sambandi við
Farmaleiðir.
– Vit eru samd um, at
Farmaleiðir skal einskiljast
og tað er eitt mál, sum lands
stýrismaðurinn arbeiðir við.
Hann skal nú gera eitt upp
skot, sum síðani skal við
gerðast í samgonguni. Tá
ið samgongan er endaliga
samd um ætlanina, verður
eitt uppskot lagt fyri tingið.
Tað eru sostatt nógvir møgu
leikar at ávirka og broyta tað
uppskotið, sum landsstýrið
leggur fram. Og verður
neyðugt við broytingum, so
verða tær gjørdar.
Líka mikið við
flutningsskyldu
Av tí sama við Kaj Leo
Johannesen heldur ikki gera
viðmerkingar til smálutir
í ætlanini at einskilja
Farmaleiðir.
Hjá Johan Dahl var tað
avgerðandi at felagið, sum
yvirtekur
Farmaleiðir,
eisini fær flutningsskyldu
til útjaðaran fyri at tryggja
at vinnulívið í útjaðaranum
ikki verður verri fyri.
Formaður
sambands
floksins hevur onga støðu
til um talan skal vera um
flutningsskyldu ella ikki.
Hann sigur, at sjálvandi skal
útjaðarin ikki vera verri fyri
enn hann er nú.
–Men um flutningsskylda
skal fylgja við einskiljingini,
havi eg onga meining um.
Tað er ein spurningur, sum
landsstýrismaðurin kemur at
viðgera og taka støðu til.
Annars heldur Kaj Leo
Johannesen, at tað er líka
mikið um flutningsskyldan
fylgir við ella ikki, tí tað eru
so nógvir mátar, at flutning
urin kann skipast uppá, so
at útjaðarin ikki verður verri
fyri, heldur hann.
Tá ið Farmaleiðir verða einskildar, skal útjaðarin ikki vera verri fyri, men tað er líka mikið
um felagið, sum yvirtekur Farmaleiðir, fær flutningsskyldu ella ikki, tí tað eru nógvir mátar at
skipa flutningin uppá, sigur Kaj Leo Johannesen
Seta ikki samgonguna í vanda
Nógv bíligari at flyta bilar og farm
ímillum Suðuroy og Havnina
Hendrik Old, vinstrumegin, og Johan Dahl eru tveir av suðuroyartingmonnunum í samgongu
og teir stungu onkuntíð høvdini saman á samferðslufundinum í Vági mánakvøldið. Teir siga
báðir, at nú verður fyrsta stigið tikið at lækka flutningsprísirnar við Smyrli, men at arbeitt verður
við enn fleiri lækkingum