Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í morgin fer fyri fyrstu ferð at bera til at fáa vín aftur við matinum á Hotel Tórshavn. Hotellið í Vágsbotni fekk í gjár fult skeinkiloyvi GISTINGARHÚS Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Vit vænta okkum fleiri gestir, nú vit hava fingið skeinkiloyvi. Vit hava fleiri ferðir upplivað, at fólk fara út aftur av matstovuni, tá tey frætta, at vit ikki hava skeinkiloyvi. Serliga um summarið, tá nógvir út- lendingar vitja, siga Sún- fríð Giehm, móttøkuleiðari á Hotel Tórshavn og kokk- arnir í Galluni og Pizzakaf- é’ini, Niclas Djurhuus og Tummas Jakobsen. Í morgin fer at bera til at keypa sær vín aftur við matinum í báðum matstov- unum, sum eru á Hotel Tórshavn. Talan verður ikki um at gera eina beinleiðis barr, men at skeinkja aftur við mati – og bara aftur við mati. Hóast skeinkiloyvi, so heldur Hotel Tórshavn fram við dagsins rætti gerandis- dagar, har upp móti 100 fólk dagliga eta døgurða. Hendan máltíðin á Hotel Tórshavn er sera væl dámd, og nógv fólk, høg sum lág, vitja dagliga á matstovuni. Har síggjast arbeiðsmenn, handverkarar eins og løg- tingsmenn, landsstýris- menn og løgmaður. – Hendan stemningin vilja vit fegin varðveita, sigur Niclas Djurhuus, kokkur í Galluni. Umframt dagligu gestir- nar á matstovuni, so eru tað nógv avbygdarfólk, sum ofta vitja inn á Hotel Tórs- havn at fáa sær ein bita. – Vit leggja serliga til merkis, at nógvir suðuroy- ingar vitja inn higar at fáa ein bita – eisini nógv ítrótt- arfeløg úr Suðuroynni vitja javnan her, siga tey á Hotel Tórshavn. Bara tað at leysasøgur eru farnar at ganga um, at Hotel Tórshavn skuldi fáa skeinkiloyvi, hevur skapt økt virksemi. – Vit hava longu fingið fleiri bíleggingar – eisini til jólaborðhald, sigur Súnfríð Giehm. Á Hotel Tórshavn hava tey tvey høli, sum tey kunnu leiga út til smærri samkomur, sum t. d. jólaborðhald. 2 Nr. 215 - 9. november 2005 Jólagávublaðið frá Nettorginum er at fáa í øllum handlum FK Hugna tær heima við jólagávukeypinum Keyp/bílegg jólagávuna í FK nú! Gjørt verður vart við, at prísbroytingar kunnu vera á nøkrum av vørunum í blaðnum www.fk.fo Hotel Tórshavn fingið skeinkiloyvi P/F Hotel Føroyar rekur virksemið hjá Hotel Tórshavn. Stjóri er Johannes Jensen. Sjefkokkur í Galluni er Niclas Djurhuus Kokkur í Pizza- café’ini er Tummas Jakobsen Á Hotel Tórshavn starvast 20 fólk. Tveir kokkalærlingar eru á hotellinum. Hotel Føroyar tók yvir raksturin av hotellinum 1. august. 8. november fekk Hotel Tórshavn fult skeinkiloyvi Á Hotel Tórshavn eru 84 seingjarpláss, 43 kømur, dupultkømur, twin-kømur, einkult- kømur og tríggjar suitur við góðum út- sýni yvir Vestaru vág FAKTA Niclas Djurhuus, sjefkokkur í Galluni á Hotel Tórshavn, Sún- fríð Giehm, móttøkuleiðari og Tummas Jakobsen, kokkur í Pizz- acafé’ini. Í morgin ber til at keypa sær sterkan løg á hotellinum Mynd: Jens Kristian Vang 1. januar verður farið undir at umbyggja matstovuna á Hotel Tórshavn GISTINGARHÚS Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyrst í nýggja árinum verð- ur farið undir stóra um- bygging á Hotel Tórshavn. Tá verður matstovan, Gall- an, umbygd, soleiðis at so at siga øll hæddin verður nýtt til eina stóra matstovu við opnum køki. Pizzacafé’in og Gallan verða løgd saman í eina matstovu á fyrstu hædd. Síðani verðu trappa gjørd niður í Pizzacafé’ina, har eisini fer at bera til at fáa sær eta, hóast køkurin verð- ur uppiá. Tá umbyggingin fer fram, verður Gallan stongd, men kortini verður køkurin opin og døgurðin verður tá borðreiddur á niðastu hædd, til nýggja og stóra matstovan letur uppaftur. Tá verða eisini broyting- ar gjørdar á niðastu hædd. Gera eina stóra matstovu Gallan og Pizzacafé’in verða lagdar saman í eina stóra matstovu Mynd: Jens KristianVang