Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 9. november 2005 3 Framsýning av øðrvísi brúðarblómutyssum verður í Müllers pakk­ húsi sunnudagin 13. november. Endamálið við framsýningini er m.a. at vísa á ein annan hátt at gera brúðarblómutyssir Framsýning Skrivað hava: Birita Würdig Djurhuus og Hanus H. Eysturdal Blómuhandilin Árstíðinar í Havn hevur eina heldur sjáld­ sama framsýning í Müllers pakkhúsi av brúð­ ar­blómutyssum sunnudagin 13. november kl 15. Tað er 21 ára gamla Lina Hansen úr Sandavági, ið verður liðug við sína út­­­búgving sum blómu­ de­koratørur, ið leggur fram­­sýningina til rættis. Lina verður liðug við sína útbúgving í komandi ári, og framsýningin er ein partur av hennara sveinastykki. Endamálið hjá Linu við framsýningini og sveina­ stykkinum er at vísa á ein annan hátt, hvussu brúð­ar­ blómutyssini eisini kunnu vera - ikki bert tað vanliga sum vit øll kenna. Fólk í Før­oyum eru eitt sindur vanabundin, tá tað kemur til brúðarblómutyssir, men mítt endamál er at flyta mørk, og vísa á nýggjar møguleikar innan brúðarblómuprýði, sigur Lina. Hesi brúðar­ blómu­tyssini verða dýrari enn vanligt, men her fært tú nakað av handverki fyri pengarnar, og tú fært eitt brúðarblómutyssi sum bæði er design, og sum ikki øll hava. Á framsýningini vísir Lina millum annað prýði, ið eru gjørd úr blómum, kúlir, armbond og blómuteppir, eins og tað ið prinssesa Mette Marit hevði, tá hon var gift. Tað verða 15 gentur, ið fara at ganga og vísa brúð­ arblómutyssini fram. Aftaná sýningina verður ábit, og høvi verður at svara spurnarblaði upp á hvat brúðarblómutyssi einum dámdi best og minni gott o.s.v. Øðrvísi brúðarblómutyssir eru sera nógv brúkt í øðrum londum, serliga í Íslandi og Norra. Lina legg­ ur afturat, at áhugin higartil hevur verið sera stórur, longu nú eru 250 av teimum 300 atgongumerkjunum latin. Í trý ár hevur Lina verið í læru sum blómudekoratørur í blómuhandlinum Árstíðunum, har hon part­ víst hevur gingið í skúla í Danmark, og í februar 2006 skal hon niður aftur at forsvara sína uppgávu, so hon vónar at undirtøkan verður góð. Av tí at eingin í Danmark kemur til Føroya at hyggja at framsýningini, má Lina taka nógvur myndir og greiða sera nágreiniliga frá øllum hon hevur gjørt og leggja upp aftur meira orku í, enn teir donsku næmingarnir. Tí ger Lina eina mappu við øllum blómuprýðunum, ið hon hevur gjørt, ið eft­ ir sýningina fer at liggja í blómuhandlinum Árs­tíð­ unum í J.C. Svabos­gøtu, og fólk eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið at hyggja at henni. Salong Tóta hevur gjørt hárið og Brúarlín hevur lænt teimum kjólar. Eisini verða nakrir gamlir kjólar, føroysk klæði og eitt sett frá Guðrun & Guðrun. Ókeypis atgongumerki fáast í blómuhandlinum Árs­­tíðunum og í kioskini hjá Ingu í Sandavági. Til ber at ringja og bíleggja. Av­ markað nøgd. Øðrvísi brúðarframsýning Sunnudagin 13. november verður ein øðrvísi framsýning í Müllers pakkhúsi. Tað er 21 ára gamla Lina Hansen úr Sørvági, ið verður liðug við sína útbúgving sum blómudekoratørur, sum legg­ ur framsýningina til rættis Mynd: Jens Kristian Vang