mikudagur 9. november 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 9. november 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sigfríður Vørðhamar í
Fuglafirði fer til gravar
úr Siloa hósdagin klokk
an 13.
Oliva Jacobsen, Sanda
vágur, andaðist á Ellis
heiminum í Miðvági
týsdagin 8. november,
86 ára gomul. Jarðar
ferðin verður kunngjørd
seinni.
Sissan Olsen, fødd
Askham,
Klaksvík,
búsitandi í Hillerød,
andaðist leygardagin
5. november, 73 ára
gomul.
Jarðarferðin
verður fríggjamorgunin
klokkan 10.00 frá Marie
bjergs kirkegåds kapel,
Mariebjergsvej 1
Sólrun Holm, fødd
Winther, búsitandi í
Keypmannahavn, and
aðist 7. november, 88
ára gomul. Jarðarferðin
verður
leygardagin
12. november kl. 12
úr
Samuelskirkjuni.
Tey, sum vilja minnast
Sólrun kunnu lata Sands
kirkju eina gávu. Konto í
peningastovnunum.
Kistan við Egil Restorff
fer úr Landssjúkrahús
kapellinum mikukvøldið
kl. 18. Jarðarferðin verð
ur úr Havnar Kirkju hós
dagin kl. 13. Tey, ið vilja
minnast Egil, kunnu lata
Tilhaldinum í Tórsgøtu
eina gávu.
Andlát og jarðarferðir
Fríggjadagin 11. november
fyllir Karl Heri Joenen í
Klaksvík 50 ár.
Karl Heri er føddur 11.
november 1955 í Klaksvík.
Hann er sonur Óla Joensen,
bónda, og Torgerð Joensen.
Óli var sonur Karolinu
og Karl í Norðurstovu í
Gerðum, og Torgerð er ættað
við Kirkjar í Miðvági, dóttir
til Karin og Heina Haraldsen
(hjá Klæminti).
Karl Heri er uppvaksin
í Gerðum, har hann búði
saman við foreldrum og
systrum sínum, (Maria, gift
til Viðareiðis, og Karin, sum
býr á Gravarbø). Í 1968 flutti
familian út á Gravarbø,
har foreldrini høvdu bygt
sethús og fjós fyri at kunna
víðka um bóndaskapin.
Karl Heri fór í skúla í 1962,
fekk realprógv 1972, fór
síðan í skrivstovulæru hjá
Klaksvíkar Kommunu, í
hølunum har musikkskúlin
er í dag, har hann var í
mong ár og arbeiddi saman
við millum øðrum Robert
Joensen, Mourits á Dalinum
og Sámal hjá Barbu og mong
um øðrum.
Karl Heri giftist í 1977 við
Káru við Garð. Kára er dóttir
til Sannu og John við Garð.
Tey eiga tvey børn, Karina,
fødd í 1977, og Tummas,
føddur í 1981, og eiga tey
eisini ein abba og ommuson,
sum er 2 ára gamal og eitur
Heri.
Í 1989 festi Karl Heri garð
in eftir faðir sín, hetta er ein
8 marka garður.
Í 1985 flutti familian til
Esbjerg, har hann fór at
læra til gartnara og hon til
køksassistent. Tey komu
aftur í 1988, tá tey byrja
handilin Summardáin, sum
dóttirin Karina seinri yvir
tók.
Jú, ein kann siga, at Karl
Heri hevur roynt eitt sindur
av hvørjum. Hann hevur
verið í komunal politikki
í mong ár, og sat eitt tíðar
skeið í landsstýrinum fyri
sjálvsstýrisflokkin,
har
hann hevði samferðsluna
um hendi.
At hann er fittur í hond
unum er eingin loyna, tað
síggja vit ímillum annað við
rundkoyringina í miðbýnum,
har hann og aðrir hava gjørt
eitt flott arbeiði við gróti.
Karl Heri er altíð í gongd
við eitt ella annað, so sum
fjøllini, hoygging, eplini,
seyðin, fletting, og nú hava
hann og systirsynirnir fing
ið sær ein tarvskálv, sum
dúgliga verður vitjaður
saman við abbasoninum
Hera, sum er teimum ein
sannur dýrgripur. Væl ligg
ur eisini fyri at syngja og
kvøða.
Vit vilja við hesi heilsu
ynskja Karl Hera hjartaliga
tillukku á 50 ára degnum
11. november og konuni
Káru við sínum degi 14.
november.
Góðan túr og takk fyri alt
tit eru fyri okkum.
V.Í.F.
Karl Heri Joensen 50 ár
12. november 1970 fingu 7 næmingar prógv á Føroya Maskinskúla.
Aftara rað f.v.: Hjørleif Hentze, lærari, Símun Poulsen, Sjúrður Samuelsen, Vilhjálmur Christiansen, Verning Thomsen,
Jógvan Hammer, Magnus Holm Petersen, Tummas Petersen, og Tummas Andreasen, lærari.
Fremra rað (sitandi) f.v.: Magnus Simonsen, Atli Jensen og Ib. G. Jørgensen, sensorar.
Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór
Fyri 35 árum síðan:
Maskinmeistarar í 1970
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo