mikudagur 9. november 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
1 4
Nr. 215 - 9. november
OPERAATIÓN
DAGSVERK
Birita W. Djurhuus og
Hanus H. Eysturdal
Á hvørjum ári skipa stud-
entaskúlarnir í Norðurlond-
um fyri einum virkisdegi,
sum er ætlað øllum næm-
ingum í studentaskúlum.
Dagurin ber navnið od dag-
ur, ið stendur fyri operatíon
dagsverk.
Næmingarnir finna sær
eitthvørt arbeiði, har tey ar-
beiða í ein dag. Í ár er tað
2. november, og pengarnir
sum næmingarnir fáa fyri
arbeiði sítt, verða latnir
einum góðum endamáli. Í
ár fara pengarnir til útbúgv-
ingarmøguleikar í Krigi-
stan.
Hetta er 20´inda árið, at
opratión dagsverk fer av
bakkastokki. Síðani 1985
hevur hetta verið eitt sera
vælvirkandi tiltak, Síðani
1985 hevur tað danska
kongaríkið
savnað
100
milliónir saman.
Felagsskapurin od bleiv
settur á stovn av tí ársøk, at
í 1962 datt tann fyrverandi
ST-aðalskrivarið
Dag
Hammerskjold niður við
flogfari í Afrika og doyði.
Hammerskjold
var
kendur og virdur maður
fyri síni avrik, hann hevði
framt í teimum fátæku
londunum í verðini.
Svenskir næmingar vildu
heiðra Hammerskjold og
byrjaði tí við, íblástri frá
hansara solidarisku tanka-
gongd, Opratión Dagsværk.
Od tankin fór so líðandi um
alt Svøríki, og síðani kom
tað eisini til Danmark, og í
1985 kom tað ein Od nevnd
til Danmark.
Od dagur væl dámdur
Od dagur hevur verið sera
væl mótikin í Føroyum, og
næstan allir næmingar møta
upp og gera sítt til, at peng-
ar koma í kassan, sigur
Mads Winther stjórið á
Studentaskúlanum í Hoy-
dølum. Hann leggur aftrat,
at í fjør var tað danska
kongaríki nummar tvey á
listanum at samla mest
pengar inn, av teimum
londum, ið luttóku í OD-
dagnum. Um ein ikki møtur
upp til Od dagin, verður ein
skrivaður fyri fráveru, so
hetta er ein skúladagur við
eitt sindur øðrvísi skrá. At
enda sigur Mads, at hann
heldur, at hetta er eitt frálíkt
tiltak, at faá tey ungu at
hugsa um umheimin og
geva sær far um, at ikki er
tað øll, ið hava møguleika
at faá skúlagongd.
Út at arbeiða
Katrin Debes Kristinsen og
Birita Ellevang eru farnar
niðan í Gunnleif at arbeiða
á Od dagnum. Tær pakka
piparnøtur og eru í full
sving, tá ið vit koma at nið-
an at faa okkum eitt lítið
prát við tær báðar.
Birita og Katrin eru 16
ára gamlar og ganga í 1.g í
Hoydølum.
Tær halda, at tað er sera
gott við einum Od degi, og
tær halda, at tað er óført at
sleppa at gera okkurt øðr-
vísi, eisini siga tær, at tað er
spennandi at hjálpa øðrum,
so onnur eisini fáa møgu-
leika til skúlagongd.
- Tað kennist væl, tá ið tú
kann merkja, at tú hjálpir
øðrum. Sigur Katrin.
Og hesum tekur Birita
undir við.
Tær byrjaðu klokkan 8 á
morgi og enda kl 13 seinn-
apart. Tá hava tær samlað
sær 250 kr í part, ið er
minstagjald sum krevst.
Poul Kári Madsen gong-
ur í 05u í Hoydølum. Hann
og flokkur hansara hava
ruddað ánna íð rennur om-
an Hoydalar.
- Vit møttu kl 8 og
ruddaðu ymiskt burturkast.
Hetta tók bert uml. ein
tíma, men tað var nóg mik-
ið at savna 250 krónur í
part, so tað var óført, sigur
Poul Kári. Hann heldur, at
Od dagurin ikki má detta
niðurfyri og vónar, at til-
takið hevur nógv góð ár
fyri framman.
AFS´ari og Od dagur.
Eisini Sosialurin hevur tik-
ið ímóti næmingi 2. nov-
ember. Tað er 17 ára gamli
skiftisnæmingurin Domi-
nik Emde,sum gongur ið
2.g og kemur úr Týsklandi.
Hann er komin oman í
Miðlahúsið at gera eitt-
hvørt, íð tørvar. Eisini hann
heldur, at ein tílíkur dagur
er eitt sera gott hugskot, og
honum dámar væl, at peng-
arnir fara til eitt gott enda-
mál, so onnur eisini fáa
gleði av hesum.
Sum sagt, er Dominik
kiftistnæmingur ígjøgnum
felagskapin AFS( The Am-
erican Field Service), fyri,
hann kemur úr Týsklandi,
hann vildi royna okkurt
nýtt og kom tí til Føroya.
Fyrst fekk hann tilboð um
at fara til Danmarkar, men
hetta var ikki júst tað Do-
minik hevði havt í huga,
Síðani bleiv hann spurdur,
um hann hevði hug at koma
til Føroya, og tað vildi
Dominik fegin. Hann má
viðganga, at hann ikki visti
nógv um Føroyar, hevði
hoyrt um tað, men visti ikki
stórt meira enn tað.
Men honum dámar sera
væl her, her er ikki so øðr-
vísi, sum nógv halda. Hann
sigur, at studentaskúlin í
Hoydølum og skúlin hann
gekk á, áðrenn hann kom
hiðar, ikki eru so ólíkir.
Men maturin og veðrið
man vera tað, ið er mest ó-
líkt, sigur hann við einum
smíli.
1. OD-dagurin stendur fyri
’Operatión
Dagsverk-
dagurin’
2. Endamálið hjá OD-
degnum er at samla so
nógvar
pengar,
sum
møðuligt inn til tey fátøku
londini í heiminum.
3. Ì ár er landið, sum samla
verður inn til, Kirgistan,
eitt land í Miðásia.
4. Miðnámsskúlarnir í
Føroyum eru allir við í
hesum.
5. Ì 1985 bleiv OD-
dagurin settur í stovn í
Danmark, tvs. at OD-
dagurin hevur 20 ára
Jubileum í ár.
6. Grundstovnarin av OD-
degnum, var Dag Hamm-
erskjold, fyrrverandi ST-
aðalskrivari hjá Svøíki.
Dag doyði í 1962 í einum
flúgvarastoyti. Dag sjálvur
hevði droymt um hendan
dagin, men ikki fyrren aft-
aná hansara deyða, vístu
miðnámsnæmingar í Svør-
íki honum tí respekt at
byrja við hesum degnum,
sum seinni vísti seg at
spreiða seg skjótt til
restina av Scandinavia.
7. Ì 1988 var nógv mót-
støða komin ímótur OD-
degnum, av tí grund at fólk
hildu tað ver kommunist-
iskt propaganda. Næming-
ar tóku tí eitt privat OD
verk upp, stuðla av Bertel
Haarder. Hendan privata
OD samlingin samlaði
600.000 kr.- inn til Muja-
hedinrørsluna í Afghani-
stan, sum er ein rørsla, ið
ferð ímótur sovjetherinum.
8. Øll OD-verkætlanir í
80’inum vóru stórar succ-
eðir. Næstan allir næmin-
gar luttóku í OD-degnum,
hvørja ferð hann var og
fingu samla upp ímótur 5
mill. fyri hvørja kam-
pagnu. Mótstøðan ímótur
OD-degnum minkaði og
OD-dagurin fekk fastsligið
at tað ikki var ein partípol-
itisk kampagna.
9. Framm til 1992 høvdu
skúlarnir fingið boð uppá
at skráseta allir næmingar,
sum høvdu luttikið í hes-
um arbeiðinum, men í
1992 skifti Bertel Haarder
framburð og skifti OD-
dagin til at vera partur av
undirvísingini.
Hendan
undirvísingin
bleiv tikin av, í 1996 av
u n d u r v í s n i n g s -
ministarinum, Ole Vig
Jensen.
Í 2000 fingi næmingar,
tann møðuleika at sjálvir
velja, um OD-dagurin,
skuldi vera partur av ári-
num, ella ikki.
Opratión dagsverk: Hjálp
til útbúgving í Krigistan
FAKTA um OD-dagin
Birita Ellevang og Katrin Debes Kristensen arbeiddu á bakarínum hjá Gunnleivi í Havn á OD
degnum, sum var mikudagin 2. november
Mynd: Birita W Djurhuus
Poul Kári Madsen ruddaði fyri Tórshavnar Kommunu í Hoydalsá beint við Studentaskúlan fyri
at savna pengar á OD-degnum
Mynd: Hanus H. Eysturdal