mikudagur 9. november 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 215 - 9. november 2005
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðarpørum,
sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis
Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsanir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli:
Jóhannes Eli
nýggjur leiðari
Tórshavnar kommuna hev
ur sett Jóhannes Eli Iversen
í starvið sum leiðari í
Tórshavnar Kvøld- og Ung
dómsskúla frá 1. januar
2006.
Jóhannes Eli er 57 ára
gamal, tók læraraprógv á
Føroya Læraraskúla í 1972
og hevur verið lærari í
Tórshavnar Kommunuskúla
síðan tá, frá 2002 varaskúla
stjóri. Harumframt hevur
hann fleiri skeið m.a. í leiðslu
og fyrisiting.
Umframt lærarastarvið
hevur
Jóhannes
Eli
verið lærugreinaráðgevi á
Landsmiðstøðini 1989-96. Hann hevur eisini verið í nógvum
nevndum, ið hava við skúlaskap at gera, t.d. lesi ætlanarnevnd
og í nevndini, ið gjørdi álit um savnsrøkt.
Í 2001 varð Jóhannes Eli Iversen valdur í nevndina í
Føroya Lærarafelag, har hann nú er næstformaður. Hann
varð formaður 2003-05.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Havnar Arbeiðskvinnufelag
skipar fyri sangkapping
Tíðindaskriv
Í sambandi við at Havnar Arbeiðskvinnufelag verður 70
ár komandi ár, varð samtykt á seinasta aðalfundi at skipa
fyri eini kapping um at skriva ein sang.
Evni er: Gerandisdagur tín, arbeiði og tað ið liggur
tær nær.
Uppskot skulu sendast inn til Havnar Arbeiðs
kvinnufelag, Bøgøta 10, FO-100 Tórshavn, merkt:
“Sangkapping”, innan 6. Januar 2006.
Vinnararnir verða kunngjørdir á aðalfundinum. 1.
virðisløn er 5.000 kr., 2. virðisløn er 3.000 kr. og 3.
virðisløn er 2.000 kr.
Navnabroyting
Hanus Hansen, lækni, og Mildrid Einarsdóttir, sjúkra
røktarfrøðingur, Klaksvík, hava fingið sær eftirnavnið á
Lógv. Tey eita nú Hanus á Lógv og Mildrid Einarsdóttir
á Lógv.
Í sambandi við
søguskriving verður
leitað eftir myndum
av gamla Norðistovu-
bussinum í Sørvági
- ella bussinum hjá
Henry - sum hann
eisini varð nevndur
Bussurin varð uppbygdur í
smiðjuna hjá J. K. Joensen
& soni í Miðvági fyrst í
60-unum fyri N. Niclasen
í Sørvági. Seinni yvirtók
Henry Davidsen í Sørvági
bussin. Eina tíð átti Jógvan
Hans Joensen í Miðvági buss
in, ið hann seldi til Jógvan
Martin Høj á Strondum,
sum lakkeraði hann reyðan.
Áður hevði hann verið bláur.
Myndirnar skulu nýtast til
søguna um bussin.
Tey, sum eiga myndir av
bussinum - eisini tá hann
stóð í gerð - eru vælkomin
at seta seg í samband við
Jens Jákup Hansen á tel.
221775.
Dagurin í morgin
10. november. Luther. Sjálvandi ikki komin í álma
nakkarnar sum halgimenni, men dagurin er í luthersku
kirkjuni settur sum minningardagur Luthers. Hann
varð borin í heim 10. november í 1483 í Eisleben í
Týsklandi.
Sóknast eftir myndum av bussi í Vágum
Annika Olsen á ting
Í døgunum 8. til 18. november
tekur Annika Olsen sæti á
løgtingi. Poul Michelsen,
sum er umdømisvaldur
fyri
Fólkaflokkin
í
Suðurstreymoy er tá í farloyvi,
og sum næsta valevni á
listanum tekur Annika sætið
hesar dagarnar.