mikudagur 9. november 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 215 - 9. november 2005
Fjøruti áhugaleikfólk
hava í vikuskiftinum
verið í Klaksvík á
sjónleikarastevnu, har
Sjúðrakvæðini vóru
reyði tráðurin
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Leikstevnan
byrjaði
fríggjakvøldið, tá útflutti
klaksvíkingurin Árni Dahl
hevði eina hugvekjandi frá
søgn um Sjúrðarkvæðini. Á
henda hátt fingu luttakararnir
upp aftur betri innlit í Regin
Smið, Brynhildar tátt og
Høgna tátt, sum eru tey trý
kvæðini ella tættirnir í tí,
sum samanlagt verða nevnd
Sjúrðarkvæðini.
Jørð, luft, eldur
og vatn
Á stevnuni varð arbeitt allan
leygardagin í Ósáskúlanum
við at flyta kvæði av gólvi á
pall. Stevnufólkið varð býtt
sundur í 4 arbeiðsbólkar,
sum vóru Jørð, Luft, Eldur
og Vatn, har Eyð Matras og
Gunnvør Joensen virkaðu
sum kveikjarar og hjálp
arar.
Seinnapartin leygardagin
framførdu teir fýra bólkarnir
so fyri hvørjum øðrum.
Tað sást beinanvegin,
at væl varð arbeitt, og
at luttakararnir høvdu
fingið nógv burturúr, tí
framførslurnar vóru ser
stakliga fjølbroyttar – onkur
enntá í operaformi. Seinni
um kvøldið var veitsla, har
farið varð upp á gólv og
kvøðið dúgliga.
Stimbrandi fyri
leikhugin
Fyrireikarnir vóru avbera
væl nøgdir við stevnuna
og fegnaðust serliga um,
at teimum ungu dámdu
hana serstakliga væl. Tey
høvdu stóran áhuga fyri
Sjúrðarkvæðunum og fyri
tí dramatiska og tragiska
í hesi klassisku føroysku
frásøgnini við søguligum og
sagnakendum evni úr Mið-
og Eysturevropa.
Nú eru nøkur ár liðin, síðan
sovorðin sjónleikarastevna
seinast var í Klaksvík. Fyri
reikarnir halada tað tí vera
gott, at tráðurin nú verður
tikin upp aftur, tí ongin ivi er
um, at ein slík stevna er við til
at halda lívi í leikáhuganum
og enn meira at menna leik
hugin í býnum.
Tað vóru Meginfelag
áhugaleikara
Føroya
(MáF) og Klaksvíkar Sjón
leikarafelag, sum í felag
skipaðu fyri teirri árligu
sjónleikarastevnuni í ár.
Nýggjar bøkur:
Á skattaveiðu
í Bíbliuni
Heimamissiónsfor
lagið hevur júst
givið út tvær barna
bøkur. Tey eldru
børnini kunnu
fara á skattaveiðu í
Bíbliuni, meðan tey
minstu hava fingið
sína egnu bønarbók
Nýggja bøkur
Stóra Skattaveiðan er
ein øðrvísi bók á nógvar
hættir. Við fýra børnum
fara vit á spennandi
skattaveiðu gjøgnum
Gamla
Testamenti
í Bíbliuni. Í bókini
finnur tú tekningar til
Nóa ørk, tú fært loyvi
til at hjálpa Ábrahami á
hansara longu ferð, og at
byggja sáttmálaørkina.
Í bókini eru lummar
við uppgávum og spøl
um, sum seta ferð á
hugflogið. Hetta er ein
spennandi háttur at læra
søguna um Guds fólk.
Bókin er ætlað børnum
upp til 10 ára aldur, og
er væl egnað til kristni
undirvísing í skúlunum.
Fótbóltsleikarin Tór
Ingar Akselsen hevur
týtt bókina úr enskum.
Bønarbókin fyri børn
er vakurt prýdd við
myndum. Í bókini eru
barnavinarligar bønir,
sum kunnu vera við til
at venja børnini at biðja
til Guds og minna tey
á, at Gud ansar øllum
heiminum, og hvørjum
einstøkum. Her eru bøn
ir til ymiskar umstøður
og til serstakar dagar,
bønir fyri familju,
vinum og skúlanum
og at enda Faðir vár.
Jóngerð
Mikkelsen
hevur týtt bókina úr
enskum.
ave
Av dansigólvi á leikpall
Teimum ungu dámdu serstakliga væl kvæðatemaið á árligu sjónleikarastevnuni, sum í varð hildin í Klaksvík um vikuskiftið
Tað var nógvur dramatikkur í luftini, tá teir fýra
bólkarnir, Jørð, Eldur, Vatn og Luft framførdu fyri
hvørjum øðrum leygarkvøldið á sjónleikarastevnuni
6. juli 2006 kemur Robbie
Williams til Keypmanna
havnar at spæla konsert á
gamla heimavøllinum hjá
Toda í Parkini. Tað er langt
síðan, at tað gjørdist greitt,
at Robbie skuldi spæla
í Danmark í 2006, men
nústaðni í dag er dagfestingin
almannakunngjørd, skrivar
BT.
Trý ár eru liðin, síðan
Robbie seinast spældi í
Parkini, tann konsertin var
bæði minnilig og frálík.
Robbie spældi annars á
Nordic Music Event í Keyp
mannahavn fyri tveimum
vikum síðan, og hóast bert
talan var um eitt lag, fekk
hann Forum at kóka.
Atgongumerkini verða
at fáa í Fona handlum
kring Danmark og á www.
billetlugen.dk ella +45 70
263267 frá 21. november
kl. 10.00. Væntandi verður
gravgangurin stórur, og
danska blaðið BT, væntar
at bíðirøðir verða til at
gongumerkjasøluna alla
náttina framman fyri Fona
handlum. Til ber at keypa
upp til 4. atgongumerki pr.
fólk.
nud
Robbie Williams í Parkini