Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 9. november 2005 11 Um Tórshavnar bý­ráð ger álvara av at seta náttarbussar til at koyra fólk í býin og heim aftur í vikuskiftinum, kem­ur tað at taka grund­arlagið undan hýruvognsvinnuni í býnum, sigur nevndin í hýruvognsfelagnum Samfylking Hýruvognsfelagið Samfylking Hýruvognsvinnan hev­ ur tað ikki ov gott í løt­ uni, sigur nevndin í hýruvognsfelagnum Sam­ fylk­ing. Limirnir í nevndini halda fyri tað fyrsta, at bý­raðið hevur givið alt ov nógv hýruvognsloyvir, tí tað eru ov nógvir hýruvognar í mun til ta koyring, ið er. Fyrst komu minibussarnir (ein grá sona, ið býráðið einki gjørdi við). Hesir hava tikið nógva koyring frá hýruvognunum, sum koyra frá góðkendu hýru­vogns­ støð­unum í býnum, og nú er talan um, at náttarbussar eisini skulu koyra í býnum í vikuskiftinum. Á ungdómsráðstevnuni í Havn »Hetta er tín kom­ muna«, sum fyrst og frem­st var ætlað teimum 14-18 ára gomlu, kom fram, at tørvur er á einum náttarbussi í Havn í vikuskiftinum, har møgu­leiki verður hjá teim­ um ungu, sum búgva uttan fyri miðbýin, at verða koyrd við bussi í býin og heim aftur um náttina. Víst varð á, at foreldrini høvdu kent seg tryggari við eini slíkari skipan. Hvar er tryggleikin? Nevndin í Samfylking held­ur, at tað er í ordan at bý­ráðið ger nakað fyri at ung­dómurin skal hava góðar umstøður, men tað er ein sjálv­mótsøgn í, at býráðið bæði gevur loyvir til eitt ávíst tal av hýruvognum, fyri síð­an at taka grundarlagið undan so gott sum allari hýru­vognsvinnuni. Hetta hevði verið steinur oman á byrðu hjá hýruvognsvinnuni. Tey ungu koma tryggari heim í hýruvogni, tá tey verða koyrd til hús, í mun til at ein bussur steðgar við busssteðgistøðini, og tey síðan mugu ganga víðari til hús. Ein nýggj hýru­vogns­reglu­ gerð hevur verið er á veg í longri tíð, men nevndin skilir als ikki, at hýruvognsfelagið ikki verður tikið upp á ráð í hesum sambandi. Um taksturin hjá náttar­ buss­unum verður tann sami sum í vanligu býbussunum, held­ur Samfylking, at tað verður skjótt, at tey ungu fara at brúka bussarnar sum uppihaldsstað. Tí tey hava onga aðrastaðni at fara. Spurningurin er um, hvat er tryggasta og besta tæn­ astan hjá ungdóminum, tí van­liga er tað soleiðis, at fleiri leiga ein hýruvogn sam­an, tá verður tað ikki so dýrt fyri hvønn persón. Nevnt verður sum dømi, at tá trý ella fýra fólk leiga ein hýruvogn um náttina, og túrurin t. d. kostar 100 krónur, verður tað ikki meira enn millum 25 og 33 krónur í part. Fyri 40 árum síðan kostaði kostaði ein býtúrur 5 krónur um dagin og 7 krónur um náttina, tá var tímalønin um 5 krónur. Í dag kostar ein býtúrur 55-60 krónur um dagin og 70-80 krónur um náttina, og tímalønin er um 100 krónur. So tað er lutfalsliga bíligari at leiga ein hýruvogn í dag enn fyri 40 árum síðan. Tað er eisini ein sannroynd, at tað helst ongastaðni er so bíligt at leiga ein hýruvogn sum í Føroyum. Sum nevndin í Samfylking skilir tað, er ætlanin at náttarbussurin í vikuskiftinum skal koyra alla náttina við hálvum tíma ímillum. Bussurin skal eisini koyra, tá onnur serlig tiltøk eru í býnum. Hýruvognsvinnan doyr burtur Nevndin heldur, at býráðið við hesum er í ferð við at stuðla upp undir at hýru­ vognsvinnan spakuliga doyr burtur. Fyri at raksturin av einum hýruvogni skal hanga saman er tað blivið soleiðis, at koyringin í vikuskiftinum fyri flestu hýruvognseigarar er alneyðug. Samfylking vísir eisini á, at hóast ein meiriluti í teknisku nevnd hjá býráðnum hevur samtykt, at í ávísum økjum í býnum skulu skelti setast upp til hýruvognar, og bý­ráðs­formaðurin á fundi við nevndina eisini meinti, at tað skulu enn fleiri skelti setast upp, hendir einki á hesum øki. Nógv skelti mangla enn. Samfylking vísir á, at bý­ráðið hevur arbeitt beint ímóti galdandi løgtingslóg um hýruvognskoyring í Tórsh­avnar kommunu. Í hýru­vognsreglugerðini fyri kommununa stendur m. a., at tá loyvi verða givin til hýruvognskoyring, skulu tey hava verið til um­mælis hjá vinnufelag ella vinnurekandi, men nevndin í Samfylking verður als ikki eftirspurd. Eisini stendur í reglu­gerð­ ini, at hýru­vogns­loyvini eru treytað av, at tey verða nýtt til fulltíðarvinnu, og at hýruvognsnevndin á­setur talið av loyvum eftir fyri­ liggj­andi vinnuloyvum og nýtslu av hesum, og eftir tørv­inum á eini rímiligari tænastu hjá íbúgvunum í kommununi og møguleika fyri rímiligari inntøku hjá teimum vinnurekandi. Nevndin í Samfylking setur eis­ini spurnartekin við, hvør tað er sum ræður viðvíkjandi hýru­­vognsloyvunum, er tað býráðið, ella eru tað bil­ støðirnar. Formaður í hýruvognsfelagnum Samfylking er Magnus Fuglø. Miðflokkurin rópar nú varskó, tí tað hevur eydnast at fáa nøkur fá tingfólk at taka undir við teimum fyri samfelagið niðurbrótandi lógunum um verju av samkyndum. Tí kallar flokkurin til fundar á Sjómansheiminum í kvøld TÍÐINDASKRIV Vegna Miðflokkin Jenis av Rana Bill Justinussen Í øldir hevur kristna trúgvin verið grundarstøðið, føroy­ ska samfelagið trygt hevur hvílt á. Sjáldan hevur spurn­­artekin verið sett við hesi grundleggjandi virði, ið øll lóggáva og sam­felagsbygnaður annars eru grundað á. Júst hendan virð­ingin fyri og álitið á hin Almáttuga eigur æruna fyri tí menning og framgongd, sum hevur lyft føroyska sam­felagið upp millum tryggastu lond at liva í. Seinastu tíðina hevur ein lítil minnilutabólkur roynt at ávirka samfelagið aðrar leiðir við at krevja serrættindi, sum avgerandi stríða ímóti orði Guðs. Men júst tí at samfelag okkara hvílir á trygga kristna grund, eru allir bólkar, eisini hesi fáu, væl vard av verandi lógum. Harmiligt er, at tað hevur eydnast hesum fáu at fáa ting­fólk – um enn bert fá – at taka undir við hesum fyri samfelagið niðurbrótandi ætlanum. Hetta eigur at fáa øll, sum vilja landi og fólki væl, at reisast og standa saman um Guðgivnu samfelagsvirði okkara, sum annars lættliga kunnu fara fyri skeytið. Miðflokkurin kallar tessvegna til fundar á Sjó­ mans­heiminum í Havn mikukvøldið kl. 19.30, har dagsins politiska støða verður viðgjørd. Náttarbussar kunnu hótta hýruvognsvinnuna Alfred Olsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Orðatakið »Tolin trívst« má av sonnum sigast hóskar væl í hesum málinum, tí eftir at hava verið einsamallur talsmaður fyri Skálafjarðar- tunlinum, fegnist eg um, at vit nú eru fleiri sum taka undir við tunnilsprojektinum. Landsstýrismaðurin Tað gleddi meg, at lands­stýris­ mað­urin, sum higartil hevur verið sera passivur, nú tekur und­ir við at undirsjóvartunnil verður gjørdur millum Skála­ fjørðin og Havnina. Lands­ stýrismaðurin hevur fingið eina umsókn frá nevnd­ ini, sum er mannað við um­boðum fyri fíggjarstovn, kommunum og arbeiðsbólki, um at fáa loyvi at fara í gong við tunnilsprojektið. Eg vil hervið heita á Bjarna Djurholm, um at geva hesum privata felagið loyvi til at fara í gongd við tunnilin beinanvegin. Landsverk Tað gleðir meg sera nógv, at landsverkfrøðingurin nú boðar frá, hvussu gott og gagnligt hann sær hetta tunnils­projektið vera fyri tað føroyska samfelagið, um­hvørvið, slit á vegir v. m. og tað er púra rætt. Eisini fegnist eg um, at lands­verk­ frøð­ingurin nú tosar um tunn­ il millum Saltnes og Strend­ ur, jú tolin trívst. Dimmalætting Tað var ein fragd at lesa odda­ grein­ina í Dimmalætting í kvøld, sum viðgjørdi Skála­fjarðartunnilin og teir møguleikar hesin gevur fyri alt samfelagið, grunda á tað privata initiativið sum hevur megna at fingið til vega fíggingina av øllum projektinum uppá knappar 800 mió. kr., har ongin króna er úr landskassanum, áðrenn farið er undir arbeiðið og so rámandi spyr Dimma, »jamen, hvat bíða vit so eftir, tað er at lata fólkini sleppa í gongd við arbeiðið«. Eg eri púra samdur við Dimmu í at fólkini eiga at sleppa í gongd ongantíð ov skjótt, men nú bíða tey bara eftir svarinum frá Bjarna Djurholm, til at fara í gongd og eg vóni og rokni við, at svar kemur frá Bjarna Djurholm í dag, heldur enn í morgin. Fyrireikararnir Kunnu vit tosa um »eldsálir«, so er her veruligar talan um »eldsálir« sum í frítíðini hava fyri­reikað og gjørt projektið til Skálafjarðartunnilin, ser­ liga teir sum hava mannað arbeiðsbólkin, men eisini kommunurnar við Skála­ fjørðin og nú eisini fígging­ ar­stovnurin. Eg vóni ikki og kann ikki ímynda mær, at Bjarni Djur­holm kemur at draga tíð­ina út og blanda tingini saman, og hví skuldi hann tað, tí fyrireikararnir hava bara biðið um at fáa loyvi til at fara undir projektið, har linjuføringin og útbjóð­ing­ arháttur v.m. ikki eru við, so her er onki at bíða við? Men tað er at lata fólkini sleppa í gongd við arbeiðið. Fíggjarligar sparingar Eitt dømi um hvørjar fíggj­ar­ ligar sparingar Skála­fjarð­ar­ tunn­ilin viðførir, er, at virðið í spardum tímalønum v.m. hjá fólkunum sum í dag koyra úr Havnini ella til Havn­ar, er uml. 2 mió. kr. um vikuna, og tí ræður tað um at koma í gongd við arbeiðið so skjótt sum gjørligt, so Skála­fjarðar-tunlarnir eru lidnir á Ólavsøku 2011. VIÐMERKINGAR Skálafjarðartunnilin fær undirtøku Miðflokkurin vil fylkja fólk ímóti lógar­uppskotinum um samkynd