mikudagur 9. november 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 9. november 2005
7
Tað halda møðgurnar
báðar, Katrin og
Inga Dahl, nú listi 2
vann kirkjuráðsvalið
í Havn í gjár við
risameiriluta. Inga
gjørdist triðvald
á listanum við
102 persónligum
atkvøðum. Tær báðar
halda, at fólkið nú
greitt hevur sagt, at
kvinnuligir prestar og
fráskildir prestar eru
vælkomnir í kirkjuna.
Kirkjuráðsval
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var ikki hissini val
sigur, ið listi 2, sum av
fleiri varð skýrdur tann
meira frílyntii listin, fekk
á kirkjuráðsvalinum í
Tórshavnar Eystaru Sókn
í gjár. Av teimum 1074
atkvøðunum fullu tær 890
til lista 2, og tað svarar til
82,7 prosent.
Klárur boðskapur
alt at siga
At talan gjørdist um ein
somikið greiðan sigur, kom
óvart á tær báðar møðgurnar.
Inga var sum áðurnevnt eitt
av valevnunum, meðan Kat
rin var stillari og annars
hevur verið virkin innan
kirkjuarbeiði í drúgva tíð.
- Vit hava allatíðina havt
ein heilt kláran boðskap.
Vit hava meldað greitt út, at
vit ganga inn fyri javnstøðu
í kirkjuni, og at tað ongan
týdning hevur, um prestur
er fráskildur. Somuleiðis
hava vit lagt dent á, at vit
vilja hava prestar, sum
kunnu samstarva við allar
aðrar prestar. Hesin klári
boðskapur hevur havt alt at
siga, halda tær báðar.
Við hesum verður ivaleyst
sipað til umstrídda hjálpar
prestin, Jóanis Fonsdal, sum
virkaði í Dómkirkjuni farna
valskeið. Hann segði greitt,
at hann ikki tók undir við
kvinnuligum prestum og
fráskildum prestum.
Tað er einki dulsmál, at á
lista 1 vóru valevni, sum tóku
undir við sjónarmiðjunum
hjá fyrrverandi hjálparprest
inum. At tann listin bert
fekk tveir av fjúrtan limum í
nýggj a kirkjuráðnum, sígg ja
tær báðar sum eitt greitt tekin
um, at fólkið tekur undir
við sjónarmiðunum um, at
kvinnuligir og fráskilidir
prestar eru vælkomnir í
kirkjuni.
- Valúrslitið hevur sligið
tað rimmarfast, at soleiðis
vil fólkið hava tað í kirkjuni,
siga Katrin og Inga Dahl.
Umrøðan í miðlunum
stóran týdning
Spurdar hvussu tað ber
til, at áhugin fyri kirkju
ráðsvalinum hevur verið so
mikið stórur, siga tær báðar,
at tað eru fleiri orsøkir til
tess.
- Eitt er, at fjølmiðlarnir
hava gjørt nokk so fitt
burturúr, og at viðgerðin í
miðlunum hevur verið siðilig.
Hetta eiga fjølmiðlarnir rós
fyri, sigur Katrin Dahl.
- Tað hevur eisini havt
týdning, at tað eru so lang
tíð síðani seinasta val, og tí
hava fólk nýtt høvi hesaferð
at siga sína meining, heldur
Inga Dahl.
Í nýgg ja kirkjuráðið eru
nú fitt av yngri kreftum, og
á valinum í gjár sást eisini
týðiliga, at áhugin millum
ung er vaksandi. Hetta fegn
ast Inga og Katrin Dahl um,
og tær halda, at hetta merkir,
at áhugin fyri kirkjuni sum
heild er vaksandi.
Av teimum 13 kirjuráðs
limunum í gamla kirkju
ráðnum eru bert fýra teirra
afturvald. Spurdar um stóra
útskfitingin fer at hava við
sær nakrar broytingar í
kirkjuni, sigur Inga Dahl.
- Tað er ilt at siga, um vit
fara at fáa eina meiri opna
kirkju ella hvat. Sjálvandi
skal kirkjan verða opin fyri
ymiskum tiltøkum, men nú
skal ráðið fyrst savnast og
skipa seg. Síðani verður
stungið út í kortið, hvat vit
ætla, sigur hon.
Inga var ovfarin
Sum áðurnevt gjørdist Inga
Dahl triðvald í kirkjuráðið
við
102
persónligum
atkvøðum. Hon sigur, at hon
var ovfarin av úrslitinum.
- Tað eri eg ótrúliga errin
av, og eg havi eisini merkt
sjálv, at áhugin fyri valinum
hevur verið stórur. Tað eru
nógv fólk, sum hava tosað
við meg um valið, og nú í
morgun, dagin eftir valið,
havi eg fingið nógva respons
á arbeiðsplássinum, sigur
Inga Dahl.
Hon dugir ikki at siga, nær
nývalda kirkjuráðið savnast
at skipa seg, tí tað er tann
fyrstvaldi, ið kallar ráðið
saman.
Fyrstvaldur er Jákup
Símun Simonsen, og tað er
eisini rættuliga áhugavert.
Seinast kirkjuráðsval var
í sóknini í 1985, var fyrst
valdi kirkjuráðslimurin
Axel Simonsen, pápi Jákup
Símun.
Tær báðar, Inga og Katrin Dahl, halda, at úrslitið á kirkjuráðsvalinum í Havn í gjár bert kann tulkast sum greið tala frá fólkinum,
ið heldur, at pláss skal verða fyri bæði kvinnum og fráskildum í kirkjuni.
Mynd: Jens Kr. Vang
Bíðirøðin
var long
Áhugin fyri at
sleppa at velja á
kirkjuráðsvalinum
í Havn í gjár var
so mikið stórur,
at bíðirøðin var
nærum 100 metrar
long uttan fyri
valstaðið í Meinig
heitshúsinum.
Valluttøkan var
nærum 17 prosent.
Kirkjuráðsval
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var sjáldsama stórur
áhugi fyri at sleppa at
greiða atkvøðu á kirkju
ráðsvalinum í Tórshavnar
Eystaru Sókn í gjár. 20
ár eru síðani, at borgarar
í hesum partinum av
høvuðsstaðnum sluppu
at velja til kirkjuráðið, og
tað hevur kanska gjørt sítt
til, at áhugin hesaferð var
so mikið stórur.
Bæði ung og gomul
Jensa Heinesen, for
kvinna í valnevndini,
segði, tá ið liðugt var
at telja atkvøðurnar um
tígg jutíðina í gjárkvøldið,
at 1074 fólk høvdu greitt
atkvøðu. Hon fegnaðist
um góðu undirtøkuna til
valið, og seliga hugaligt
helt hon tað verða, at tað
vóru fólk í øllum aldri,
ið høvdu víst valinum
áhuga.
Valluttøkan kundi eis
ini verið væl hægri, tí
sum skilst vóru tað fleiri
veljarar, ið vendu við
aftur, tá ið tey sóu longu
bíðirøðina.
Nýggja kirjuráðið:
Jákup Símun Simonsen
Vagnur Michelsen
Inga Dahl
Helgi í Brekkunum
Bente Kjær
Ása M. Justinussen
Petur Even Djurhuus
Anna Dahl Olsen
Sólrun Michelsen
Andrias Sjóvará
Randi Petersen
Hans Debes
Kartni Olsen
Per Jacobsen
Listi 1:
Listin: 4
Randi Petersen: 33
Magnus B. Jørgensen: 4
Ove Láberg: 7
Heðin Mikkelsen: 16
Egon Hansen: 16
Elsa Fonsdal: 6
Christian M. Christiansen: 3
Katrin Johannesen: 4
Steingrím Vang: 8
Atli Klein Olsen: 1
Kjartan E. Dalsgaard: 4
Michael Thomsen: 6
Kristin Magnussen: 4
Turid Joensen: 2
Eyðbjørg Fossadal: 9
Per Jacobsen: 26
Osvald Joensen: 9
Sólrun Poulsen: 10
Birgit T. Olsen: 6
Michaela Sørensen: 5
Tilsamans: 184 atkvøður
Listi 2:
Listin: 24
Jákup Símun Simonsen: 109
Petur Even Djurhuus: 48
Helgi í Brekkunum: 75
Inga Dahl: 102
Anna Dahl Olsen: 47
Hans Debes: 26
Jacoba Funding: 16
Per Hansen: 14
Annika Højgaard: 16
Johannes Eli Iversen: 16
Elinborg Johannesen: 22
Ása M. Justinussen: 56
Ulla undir Kletti: 9
Sólrun Michelsen: 44
Vagnur Michelsen: 103
Kaj P. Mortensen: 22
Kartni Olsen: 26
Malan Rasmussen: 15
Andrias Sjóvará: 43
Bente Kjær: 57
Tilsamans: 890 atkvøður
Fólkið hevur talað
Atkvøðubýtið á kirkjuráðsvalinum í Havn:
i