Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 215 - 9. november 2005 Ein 47 ára gamal mað­ ur bleiv í Føroya Rætti í gjár dømdur 30 daga fongsulsrevsing fyri millum annað at hava selt ein øðrum manni 100 gram av hashi, umframt at hann býtti 14,5 gram av hashi um við 4,3 gram av amfetamin Rættarmál Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tann 47 ára gamli bleiv tik­in um miðjan september mán­ að, tá ið hann júst hevði selt einum øðrum manni 100 gram av hashi á Shell-støðini í Leirvík. Maðurin bleiv tik­ in við 15.000 krónum uppi á sær, ið hann hevði fingið frá k eyparanum av hashinum. Býtti hash við amfetamin Tá ið maðurin bleiv tikin hevði hann eisini okk urt um 14 gram av hash, umframt 4,3 gram av amfetamin uppi á sær. Amfetaminið hevði hann fingið frá keyparanum av hashinum, sum afturfyri hevði fingið góð 14 gram av hash, soleiðis at keyparin tilsamans hevði fingið 114 gram av hash. Í Føroya Rætti kom fram, at tað var heilt av tilvild, at løgreglan tók teir báðar menninar, ið keyptu og seldu hashið. Ávegis til eina aðra uppgávu kom løgreglan fram­við Statoil-støðini í Leirvík og undraðist á, hvat teir báðir menninir, ið eru kenningar hjá løgregluni, gjørdu á staðnum. Teir fóru tí at kanna menninar, og tá bleiv sølan avdúkað. Seinni sama dag gjørdi løg­reglan húsarannsókn heima hjá tí 47 ára gamla, og har bleiv funnið nakað av hash, hashblandi og vektir, ið verða nýttar til at viga hash og onnur rúsevnir í sambandi við sølu. Í ­ einum skápi hjá tí ákærda fann løgreglan eis­ini ein brævbjálva við 16.000 krónum í, og hesa upphædd varð hald lagt á. Tann ákærdi segði, at hesin peningur var ein uppsparing, ið hann hevði gjørt yvir eitt longri tíðarskeið. Hesum var ákærin ikk i samdur í. Tann ákærdi maðurin játt­ aði seg sekan í at hava selt 100 gram av hash, at hava býtt góð 14 gram av hash um við 4,3 gram av amfetamin og at hava smáar nøgdir av hash og útgerð til at roykja hash við heima við hús. Ákæruvaldið kravdi, at mað­urin varð dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing, tí at maðurin áður er dømdur fyri at hava innsmuglað góð 500 gram av hash til landið. Harumframt kravdi ákærin, at hald var lagt á tær 15.000 krónurnar, ið ákærdi hevði fingið fyri søluna av hashinum í Leirvík, og at hald var lagt á tær 16.000 krónurnar, sum vóru funn­­ar heima við hús hjá manninum. Dómarin dømdi mannin 30 daga fongsulsrevsing, og at hald var lagt á tær 15.000 krónurnar. Hinvegin helt dómarin ikk i, at grundarlag var ­fyri, at hald skuldi leggj­ ast á peningin, ið var funnin heima við hús hjá ákærda. Tikin í at selja 100 gram av hash Ein 47 ára gamal maður bleiv í gjár dømdur 30 daga fongsul fyri at hava selt 100 gram av hash til ein annan mann. Har­um­ framt høvdu teir báðir menninir gjørt ein býtishandil, har tann dømdi fekk 4,3 gram av amfetamin fyri góð 14 gram av hash Savnsmynd Starv á Føroya Blindastovni leyst at søkja Til træverkstaðið á Føroya Blindastovni verður søkt eftir einum handverkara at byrja í føstum starvi frá ársbyrjan 2006. Ábyrgdarøkið fevnir um: • Skipa dagliga arbeiði á træðverkstaðnum við ymiskum ídnaðarmaskinum • Fyriskipa skeið í hvussu smærri handamboð verða nýtt og í gerð av lutum úr ymsum evnum t.d. horni, steini, silvuri. Søkt verður eftir fólki við handaligum royndum. Skapandi evni, er ein styrki í starvinum. Teldukunnleiki á brúkarastigi er ein fyrimunur. Tú skalt verða fyrikomandi, verða tolin og duga at samstarva. Neyðug upplæring fer fram á stovninum og uttanlands. Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, har viðkomandi verður løntur eftir sáttmála hjá við­ komandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið verður sett 1. januar 2006 ella eftir nærri avtalu. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skal vera okkum í hendi seinast mánadagin 21. november 2005. Eru fyrispurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja á tlf. 318222 og tosa við Karin Kass, leiðara. Føroya Blindastovnur er sjálvsognarstovnur Við endamálsorð­ ingini: „Hjálp til sjálvhjálp“ verður virksemið á stovninum lagt til rættis eftir ynski og tørvi hjá einstaka brúkaranum, sum søkir ráðgeving orsaka av sjónbreki. Stovnurin hevur verkstøð til ymiskt handaligt arbeiði. Eisini hevur stovnurin ráðgeving, sum vegleiðir í brúki av hjálpartólum og gevur frálæru í almennari dagligari lívsførðslu. Frálæran kann vera einsæris ella í bólki, skipað sum skeið. 10 starvsfólk arbeiða dagliga á stovninum. Ein 21 ára gamal maður bleiv í gjár dømdur 10 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava keypt 18 gram av hash fyri ein vinmann Rættarmál Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tann 21 ára gamli varð skuld­ settur fyri fyrr í heyst at hava keypt 18 gram av hash fyri ein vinmann fyri 3.500 krónur. Tann ákærdi segði í Føroya Rætti, at hann einki hevði fingið aftur fyri at keypa hashið fyri vinmannin, burtursæð frá at hann kanska slapp at roykja okk urt saman við vinmanninum. Lagt afturat gomlum dómi Tann ákærdi játtaði seg sekan í ákæruni. Av tí at talan var um fjórðu ferð, at ákærdi breyt lógina um rúsevnir, kravdi ákæruvaldið, at ungi maðurin fekk eini 7-10 dagar treytaleysa fongsulsrevsing. Ákærin vísti millum annað á, at tann ákærdi nakrar fáar dagar undan lógarbrotinum varð dømdur 60 daga fongs­ uls­revsing fyri at hava roynt at smugla góð 350 gram av hash við Norrønu. Dómarin dømdi ákærda 10 daga treytaleysa fongs­ uls­revsing, og henda revsing verður løgd afturat teimum 60 døgunum, ið ákærdi enn ikk i hevur sitið. Millummaður dømdur Føroya Rættur trúði ikki einum 29 ára gomlum manni úr Havn, sum vildi verða við, at hann av óvart hevði tik­ið góð 88 gram av hash og fimm ecstacytablettir við sær á Summarfestival í Klaksvík. Maðurin bleiv dømdur 30 daga fongsulsrevsing Rættarmál Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Maðurin hevði í summar keypt 125 gram av hash í Thy-leguni í Danmark, og hesa nøgd hevði hann tikið við sær til Føroya. Í rættinum segði maðurin, at hashið var til egna nýtslu. Ikki ætlanir um víðarisølu Maðurin bleiv tikin í einum bili í Haraldssundi tann 5. august, tá ið hann saman við øðrum var farin á Summ­ar­ festival í Klaksvík. Tá ið løg­reglan kannaði viðførið, ið maðurin hevði við sær í bilinum, kom hon fram á 88,6 gram av hash og 5 ecstacytablettir. Í rættinum segði maðurin, at hann ongar ætlanir hevði um at selja hetta víðari, men at hann av óvart var komin at taka tað við sær úr Havn, tí at hann hevði so nógvan skund, tá ið hann fór úr høv­ uðsstaðnum. Maðurin segði, at hashið var tað, ið var eftir av tí, sum hann hevði keypt í Danmark ein góðan mán­ að frammanundan. Ecsta­ cytablettirnar segði maðurin seg hava sum trygd fyri eitt peningalán, ið hann hevði veitt einum vinmanni. Hesum trúði ákærin ikk i og vísti á, at júst Summ­ar­ festivalurin er eitt gott høvi hjá teimum, ið fáast við at selja rúsevnir, at fáa fatur á keyparum og selja sína vøru. Tí kravdi ákæruvaldið, at maðurin bleiv dømdur 30 daga treytaleysa fongsuls­ revs­ing, og hesum var dóm­arin samdur í. Tann 29 ára gamli maðurin tók við dóminum. Hevði 88 gram av hash við á Summarfestival