mikudagur 9. november 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 9. november 2005
- Í dag hevur læknin
viðtalu á Eiði nakrar
dagar í vikuni og
nakrar aðrar dagar
á Oyrarbakka, og
eg haldi ikki, at
umstøðurnar eru
nøktandi, sigur
Tordur J. Niclasen,
borgarstjóri á Eiði,
sum óttast tann
dag, tá ið eingin
lækni longur tímir
at arbeiða í Eiðis
læknadømi
Læknamiðstøð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eiðis bygdaráð hevur á
fundi einmælt samtykt at
bjóða Sunda kommunu
samstarv um bygging av
eini læknamiðstøð í Eiðis
kommunu.
Kommunurnar eru báðar
partur av Eiðis læknadømi
og samstarva frammanundan
um eitt nú felagsskúlan á
Oyrarbakka.
Aftur ígjøgnum tíðir
nar hevur læknin í lækna
døminum búð á Eiði, og
tí heldur Eiðis kommuna,
at tað er rímiligt, at
læknamiðstøðin verður bygd
í kommununi.
Tvey læknastørv eru nor
merað í læknadøminum,
men bara ein lækni er í
økinum. Tað er Magnus á
Stongunum, sum plagar at
hava ein dana at avloysa
seg, tá ið hann ikki er til
arbeiðis.
Søkt hevur verið eftir ein
um lækna aftrat, men líkt er
til, at tað er miðstaðarøkið,
sum dregur meira enn
útjaðarin, og tí er hetta
normeraða starvið ikki sett
enn.
Skriv er sent
Tordur J. Niclasen, borgar
stjóri á Eiði, heldur, at tað
hevði gjørt læknadømið
meira attraktivt, um lækna
miðstøð varð bygd til
endamálið.
- Í dag hevur læknin við
talu á Eiði nakrar dagar í
vikuni og nakrar aðrar dagar
á Oyrarbakka, og eg haldi
ikki, at umstøðurnar eru
nøktandi.
Hann sigur, at Eiðis
kommuna hevur sent Sunda
kommunu skriv, har lagt
verður upp til samstarv um
bygging av læknamiðstøð.
- Í skrivinum læsa
vit okkum ikki fast í,
hvussu nógvar fermetrar
læknamiðstøðin verður, ei
heldur hvørjar aktivitetir
vit kundu hugsað okkum
aftrat læknaviðtaluni, og vit
taka heldur ikki støðu til,
hvussu kostnaðarmikil ein
tílík verkætlan skal verða.
Tordur sigur, at Eiðis
kommuna er fegin um, at
kommunurnar kunnu sam
starv, og nú felagsskúlin
liggur á Oyrarbakka, heldur
hann tað vera rímiligt, at
læknamiðstøðin verður løgd
í Eiðis kommunu.
- Vit vildu tískil helst,
at miðstøðin verður bygd
á Eiði. Tað hevði verið
nummar eitt, halda vit.
Við Svínáir
Men Eiðis kommuna læsir
seg kortini ikki fasta í, at
læknamiðstøðin neyðturvi
liga skal byggjast á Eiði.
- Vit vilja strekkja okk
um um neyðugt fyri at fáa
í lag samstarv um lækna
miðstøðina við Sunda
kommunu.
Tordur sigur, at Eiðis
kommuna í brævinum til
Sunda kommunu vísir á,
at miðstøðin eisini kann
byggjast við Svínáir, sum
eisini er partur av Eiðis
kommunu.
Men síðan skilst á borg
arstjóranum á Eiði, at
einmælta samtyktin, sum
bygdaráðið gjørdi á fund
inum, 24. oktober, ikki
røkkur longur.
Tordur sigur, at Eiðis
kommuna kann útvega økið
til læknamiðstøðina bæði
á Eiði og við Svínáir, um
tað skal verða, og tí vónar
bygdaráðið á Eiði, at Sunda
kommuna vil taka undir við
ætlanini um felagsbygging.
- Vit hava tikið støðu í
kommununi til at byggja
eina læknamiðstøð. Vit
óttast tann dag, tá ið vit
kanska liggja í læknaloysi,
tí eingin lækni tímir at seta
seg niður her norðuri vegna
vánaligu umstøðurnar í mun
til, hvat miðstaðarøkið kann
bjóða, sigur hann.
Innan tvey ár
Hann sigur, at Eiðis
kommuna tí ynskir, at ein
læknamiðstøð verður bygd
í nærmastu framtíð og helst
innan eini tvey ár.
- Vit ivast onga løtu í, at tað
hevði stimbrað undir hugin
hjá læknum at søkt starv her
norðuri, um umstøðurnar
vóru góðar. Í eini tílíkari
miðstøð kundu vit eisini
havt ymisk heilsufremjandi
tiltøk, men hetta verður so
ein samráðingarspurningur
millum kommunurnar báð
ar at taka støðu til, um
avtalan um byggingina
annars kemur upp á pláss,
sigur borgarstjórin í Eiðis
kommunu,
Tordur
J.
Niclasen.
Eiðis komm
una bjóðar Sunda komm
unu
samstarv um bygging av læknamiðstøð
- Vit ivast onga løtu í, at tað
hevði stimbrað undir hugin
hjá læknum at søkt starv her
norðuri, um umstøðurnar
vóru góðar, heldur Tordur J.
Niclasen, borgarstjóri í Eiðis
kommunu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið Sosialurin í morg
un gekk fram við Kósa
bryggjuni,
var
ein
útróðrarmaður komin aftur
av útróðri.
Hann hevði fingið eini
1000 pund av fiski, 1/3 var
hýsa og 2/3 gráur fiskur.
Hann sigur, at nú streym
urin er betur aftur, og veðrið
er gott, er nógvur bátur at
síggja.
- Tað vóru nógvir bátar
norðanfyri í nátt, og eg haldi,
at teir yvirhøvur fiskaðu
hampiligt.
Spurdur, um bátarnir
liggja omanfyri 100 pund
á línuna, segði hann, at tað
gera teir reiðiliga.
- Okkum dámar væl, tá ið
blandingur er í veiðini, t.v.s.
at tá ið bæði toskur og h‡sa
er á línuni.
Og soleiðis var tað í
morgun.
- Flestu bátarnir egna
gággu, sum nógvir veiða
sjálvir. Aðrir keypa hana
frá
øðrum,
ið
veiða
gággu, sum teir selja til
útróðrarmenninar.
Á
útróðrarmanninum
skiltist, at summir egna á
vanligan hátt við hond – og
aðrir seta úr trakt.
Sjálvur helt hann fyri, at
tað er minni arbeiði av at
seta við trakt – og gággan
hongur væl á húkinum, tá ið
hon verður egnd í traktini.
Útróðrarmenn fáa fitt
av fiski norðanfyri