Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 215 - 9. november 2005 Hví gera vit mismun á offrunum fyri jarðskjálvtan í Pakistan og so Tsunami offrunum? Henda spurning eiga vit at seta, nú tað er vorið greitt, at føroyingar als ikki sýna jarðskjálvtaoffrunum sama gávumildi og sýnt varð tsunami offrunum. Lat tað verða sagt alt fyri eitt: hetta er ikki eitt reint føroyskt fyribrigdi. Vit hava sama rák í Noregi og í Danmark, tá um privata gávumildið ræður. Hinvegin hava statirnir Danmark og Noreg sum einastu lond í heiminum latið ta upphædd, sum ST hevur álagt teimum at rinda. Donsk, svensk, finsk og norsk feltsjúkrahús og skandinaviskt hjálparvirksemi sum heild er eitt meginálitið hjá ST í vanlukkuraktu økjunum í Pakistan. Men tá tað snýr seg um hugan hjá privatfóki at lata pening til jarðskjálvtaoffrini í Pakistan er støðan í eitt nú Danmark á leið tann sama sum í Føroyum. Eygleiðarar hava gjørt viðmerkingar til hetta og nógvar eru gitingarnar um, hví hetta er so. Ein frágreiðingin er, at fólk heilt einfalt eru troytt av katastrofum og av offrum fyri katastrofum. Hungursneyðin í Darfour og í Niger, Tsunami, Katrina og allar hinar ódnirnar – her verður bart út sagt ovboðið hjá vanligum fólki. Fólk megna ikki at arbeiða hetta og fólk hava ikki rúm í huganum fyri allari hesari neyðini. Hartil kemur so, at tað sigst, at europear hava lættari við at identifisera seg við offrini í Thailandi, Indonesia og á Sri Lanka enn við muslimskar fjallabúgvar í Pakistan og Kashmir. Vit fara ikki her at taka støðu til, hvør frágreiðingin, ið er tann rætta – helst eru tær fleiri. Men vit fara at loyva okkum at minna á, at vit standa frammanfyri einum av størstu sorgarleikum í nýggjari tíð. Út við ein millión av okkara medmenniskjum hava hvørki mat ella tak yvir høvdið. Heimurin tykist venda hesum menniskjum bakið. Bert heilt fá lond taka sorgarleikin í álvara og ST fær ikki í námind tann pening, ið skal til fyri at kunna útvega tað, sum er mest fyri neyðini, nevniliga tjøld og mat. Veturin stendur fyri durum og altjóða fjølmiðlar tala í ramasta álvara um, at ein millión fólk fara at doyggja í kulda. Ein stórur partar av hesum eru børn og ungdómar. Kann heimuirn venda hesum medmenniskjum bakið? Tað ber ikki til. Eingin kann heldur noyða føroyingar at lata meira pening, enn teir longu hava latið til hini offrini. Vit loyva okkum tó her at heita á landsmenn um at hugsa um eisinin hesi offrini. Men tær almennu Føroyar kunnu ikki loyva sær at vera aftan fyri norðurlendsku grannarnar í hesi søk. Føroyar eru eitt av heimsins ríkastu londum! Løgting og landstýrið eiga tí skjótast at játta eina upphædd, sum lutfalsliga svarar til eitt nú almennu donsku hjálpina. DAGSINS MEINING Sosialurin Mismunur VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jógvan Arge varaborgarstjóri Tórshavnar kommuna tek­ ur nú ítøkilig stig til at vera meira virkin í vinnu­ lívsmálum. Býráðssamgongan setti sær fyri, at kommunan skuldi verða virkin í arbeið­ num at skapa karmar fyri nýggj­um virksemi og nýggj­ um vinnum við tí endamáli at hava burðardygt og kapp­ ing­arført vinnulív, sum mennir seg. Býráðið hevur nú samtykt at seta ein vinnusamskipara at lýsa vinnulívið í kommununi og útgreina hvørji átøk, Tórs­ havnar kommuna kann gera fyri at menna vinnuna í kommununi. Uppgávan hjá vinnu­sam­ skiparanum verður m.a.: at orða eina vinnustrategi fyri Tórshavnar kommunu og orða virksemisætlanir, at korleggja vinnuna í Tórs­­havnar kommunu og meta um, hvørji átøk kommun­an kann gera til tess at menna vinnuna í kommun­uni sum heild, at út­greina, hvat Tórshavnar kom­muna kann gera fyri at menna ferðavinnuna í Suður­ streymi at vera við til at lýsa og kunna um tær tænastur, sum Tórshavnar kommuna kann bjóða vinnuni og at ráðgeva vinnuna um, hvørjir møguleikar eru í Tórshavnar kommunu. Setast skal persónur, sum dugir væl at samskifta bæði munn­liga og skrivliga, er fram­síggin og progressivur og skapar úrslit. Lagt verður aftrat, at út­búgvingarstøðið er ikki av­gerandi, men telur við í heild­armyndini av tí persóni, ið verður settur. Samtykt er at seta 500.000 krónur av til verkætlanina í 2006 og 2007. Havnin og vinnulívið Dávid í Lág Tað vísur seg at vera fleiri definitiónir uppá, hvat næsta­ kær­leiki er! Í hvussu so er tá tað kemur til politikk. Hug­ takið er tikið úr bíbliuni, og tá er tað nokk eisini rættast at lata bíbliuna sjálva definera hvat næstakærleiki merkir! Jesus segði, at vit skulu elska okkara næsta, sum okkum sjálvi. Okkara næsti eru tey menniskjuni, sum vit dagliga hava rundan um okkum ella hava ávirkan á. Vit kunnu spyrja okkum sjálvið: »Vil eg vera happaður? Vil eg vera diskrimineraður?« Nei, sjálvandi vilja vit ikki tað! Vit vilja vera elskaði og vird sum menniskju. Sjálvur kenni eg fleiri sum kalla seg samkynd. Eg fari um tey júst líka væl sum eg fari um øll onnur menniskju, eg kenni. Eg tosi ikki niður á tey ella síggi tey sum vána­ ligari menniskju enn onnur. Um ein av teimum ringdi til mín og spurdi, um eg vildi koma at hjálpa sær at flyta eitt skáp, so hevði eg sagt ja beinavegin. Sjálvandi! Endamálið við hesum les­ ara­brævinum er als ikki at happa ella diskriminera tey sam­kyndu, satt at siga so haldi eg als ikki, at tey vera happaði av nøkrum. Eg havi varhugan av, at tey fáu sum eru samkynd her í Føroyum hava tað eins líka gott sum vit, sum ikki kalla okkum sam­kynd! Tað sum oftani hendur er tað, at fjølmiðlanir skapa sympati fyri teimum sum »minnilutabólk«, og tí fær man ta fatan, at tað er so synd í teimum. Tað vil so vera at tað er ein prísur at gjalda at vera øðrvísi enn tey flestu! Hetta kenni eg alt til sum fulltíðar trúgvandi í ein­ari miðalstórari samkomu her Runavík. Eg eri ikki Johova vitni, men er tað nakar minnilutabólkur í sam­felagnum sum fólk tosa niður á, so má tað verða júst tey! So kanska skuldu tey samkyndu bara livað við, at tey ikki eru sum hini á hesum økinum og taka av­leiðingarnar av tí! Eg meini, at tað er ein ván­a­lig grundgeving fyri at broyta grundlógina at siga, at vit skulu vísa næsta­ kærleika fyri teimum sam­ kyndu so at tey ikki blíva happað ella diskrimnerað. So einfalt er tað ikki! At brúka kristnar meginreglur sum grundgevingar móti teim­um kristnu og móti ein­ um kristnum landi eigur ikki at kunna bera til. Tað næsta sum hendur aftan á hetta er tað, at man sigur, at bíblian diskrimenerar tey samkyntu, og harvið verður bíblian tik­ in úr myndini. Hetta er júst tað sum er hent eitt nú í Svøríki. Einum nýtist ikki at vera serliga klókur fyri at síggja tað, at hetta lógar­ upp­skotið sum er á tingi í hesum døgum er tað fyrsta stigi á leiðini til eitt moralskt forfall, og eitt slíkt fall kemur altíð aftur um brekku. Næstakærleiki merkir ikki, at man skal loyva øll­ um, men at man skal elska og hava virðing fyri øllum, utt­an mun til hvussu tey síggja út ella hvørja meining tey hava. Næstakærleiki er ikki nakað, sum man kann keypa á apotekinum, men nakað sum kemur innanífrá, frá hjartanum. Næstakærleiki er ein lívstílur. Næstakærleiki – hvat er tað?