Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 9. november 2005 15 Fáa ikki gjørt nakað Í Sumba harmast tey støðuna, sum er íkomin, nú samstarvið millum VB og Sumba aftur fór fyri skeyti. Men sum tikið verður til, so er ikki stórvegis, sum Sumba fær gjørt við hetta. - Hatta er so teirra støða, og tað mugu vit bara taka til eftirtekar. Men tað er eingin loyna, at hetta harmar okkum almikið, sigur Torri Thomsen. Og hann skoytir uppí, at hann er sannførdur um, at tað nú verður enn tyngri at reka feløgini. - Grundarlagið hjá bæði okkum og VB er nóg tunt, sum er. Og tí ivist eg ikki í, at tað verður enn tyngri at reka feløgini, nú vit standa hvør sær. - Eg vil á ongan hátt siga, at nakar hevur gjørt hetta illviljað. Vónandi er tað so, at fólk atkvøða eftir egnari sannføring. Men eg eri bangin fyri, at hesi í ov lítlan mun eru greið um fylgjurnar, sum n‡ggja støðan ber við sær. - Men sum sagt, so mugu vit bara arbeiða út frá hesum. Og eg vil eisini ynskja VB alt tað besta í framtíðini, staðfestir Torri. Og hvussu verður við Sumba? - Vit ætla sjálvandi at royna okkara, sjálvt um tað ikki verður lætt. Tað verða tað so teir íðkandi limirnir, sum koma at av­gera. Vit onnur fáa so ikki spælt dystirnar, ljóðar tað hálvgum skemtandi at enda. -mørk Tvær atkvøður vóru á muni, tá VB hevði aðalfund týskvøldið. Og so er liðugt við samstarvinum um VB/ Sumba. Formaðurin í VB harmast gongdina og staðfestir, at tað nú verður enn tyngri at hava eitt suðuroyarlið í Formula-deildini Samstarv Jákup Mørk Eisini í seinnu syftini gjørd­ ist hjúnarlagið millum VB og Sumba bara eitt ár. Hóast ætlanirnar vóru bæði bæði bjartar og vónríkar, so sannførdi hetta seinasta árið ikki vágbingar um, at hetta var rætti leisturin at ganga eftir. Longu við stovnanina varð avgerð tikin um, at hetta fyrsta árið skuldi vera royndarár, og síðani skuldu partarnir taka støðu til, um samstarvið skuldi halda fram ella ikki. Og á eykaaðalfundi í Vági mánadagin fall tann spurningurin væl og virðiliga til jarðar. Fleiri høvdu tó roknað við, at støðutakanin fór at verða meira jalig, tá næsta málið var á skránni. Her var spurningurin, hvørt VB skuldi gera eina roynd at halda fram við samstarvinum eftir einum nýggjum leisti. Her mundu ja-sigararnir halda seg hava fingið viðhald, men tá atkvøðurnar vórðu taldar saman, segði úrslitið nakað annað. 27 atkvøddu ímóti hesum, meðan 25 at­kvøður vóru fyri. Altso vóru tað tvær atkvøður, sum í veruleikanum steðgaðu ein­ um víðari samstarvi millum feløgini bæði. Harmur formaður John Henrik Holm er for­­maður í VB, og tá vit mikumorgunin hittu hann á orði, tóktist hann sera harmur um avgerðina. - Tað er eingin loyna, at bæði eg og nevndin sum so vóru fyri einum fram­ haldandi samstarvi, so tað harmar meg almikið, at støð­ an nú gjørdist soleiðis, sigur John Henrik. - Og eg má eisini siga, at eg var bilsin um úrslitið. Tað tóktist fyri mær, sum var stemningurin á fundinum, at her vóru nakrir trupulleikar, sum skuldu loysast, men at fólk eisini vóru fyri at loysa hesar. - Men nú kunnu vit so bara staðfesta, at hetta gjørd­ist úrslitið, og so mugu vit bara arbeiða út frá tí. Aðalfundurin hevur jú fullan rætt at taka sína støðu, og so mugu vit fylgja hesi. Hevur tú nakra hómin av, hví úrslitið gjørdist soleiðis? - Nei. Sum so veit eg ikki, um nøkur einstøk orsøk var til hetta. Men tað er givið, at ítróttarligu úrslitini í ár ikki hava verið av teimum bestu. Og tað hevur helst talt skeiva vegin, nú støða skuldi takast. Men verður tann parturin ikki enn tyngri, nú VB aftur skal standa einsamalt? - Tað vildi eg hildið. Alt annað líka, so burdi tað verið lættari at fingið eitt nøktandi úrslit, tá fleiri standa saman um tað, men tað fáa vit so ikki brúkt til nakað. Vit mugu taka støðuna, sum hon er, og so er bara at bróta upp armar, staðfestir VB-formaðurin. Byrja frá null Eitt er at bróta upp armar og at hava góðar vónir um framtíðina. Men veruleikin í Vági tykist í løtuni vera hampuliga svartskygdur. Í ár var tað fram til allar seinasta umfarið ivasamt, hvørt liðið skuldi halda seg burtur frá niðurflytingarvandanum. Og tá teir gjørdu tað, so vóru tað eisini tveir sumbingar, sum skutu kanska mest avgerandi málini á árinum, tá VB vann 2-0 á Sevmýri. Og hartil, so er longu nú greitt, at felagið missur fleiri av teimum, sum mugu roknast sum grundstuðlar undir liðnum seinnu árini. Bjarni Johansen hevur boð­ að frá, at hann nú leggur handsk­arnar á hillina. Milan Kuljic og Mortan úr Hørg fara báðir at spæla við HB komandi kappingarárið, og eisini tykist tað vera sera ivasamt við Nenad Zivanovic og Anders Sørensen, sum báðir hava styrkt um hópin. Tað merkir, at tað í løtuni bert er Evrad Ble, sum er eftir av útlendsku kreftunum, og at VB í aðrar mátar stendur eftir við einum hópi, sum í stóran mun er merktur av ungum og evnaríkum - men rættiliga óroyndum - spælarum. Og John Henrik ásannar eisini, at tað í løtuni sær út til at gerast eitt sera trupult ár. - Uttan at vera svartskygdur, so er veruleikin tann, at vit nú mugu byrja á null. Alt tað fyrireikingararbeiði, sum hig­ ar­til er gjørt, er gjørt í VB/ Sumba. Nú er tað VB, sum skal standa fyri hesum, og so mugu vit mest sum byrja á berum. Flestu feløgini hava eisini lagt tíðliga til brots, nú kom­andi kappingarár skal fyrireikast. Eru tit ikki í eini trupl ari støðu í so máta? - Tað er so neyvan ein fyrimunur, at vit koma so­­ mikið seint ígongd, men tað er so ikki nakað at gera við tað. Undir øllum umstøðum, so verður tað helst so, at vit fara undir komandi kapp­ingarár við einum smølum hópi. Og mín vón er so, at tað skal bera til at savna tey, sum vilja spæla í fremstu røð, í eitt felag her suðuri. Eftir míni fatan hevur Suð­ur­oyggin ikki orku til at hava fleiri lið í bestu deildini. Somikið einfalt er tað, staðVB- formaðurin at enda. VB er aftur einsamalt Fagnaðurin var øgiligur, tá tveir sumbingar í næst seinasta umfarinum syrgdu fyri einum teprum 2-0 sigri á Sevmýri. Týskvøldið vildu vágbingar tó ikki vita av Sumba. Tvær atkvøður vóru á muni, tá uppskot framhaldandi samstarv við Sumba fall á eykaaðalfundi Nr. 215 • mikudagur • 9. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo