mikudagur 9. november 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 215 - 9. november 2005
Annika
skuldi
verið
Anna
Í grein í mánadagsblaðnum
umrøddu vit enska ævin
týrið, sum Hans Jacob
á Líknargøtu upplivur í
Blackburn í hesum døgum.
Av misgávum hevði ein
villa tó sníkt seg inn í
greinina. Har skrivaðu
vit nevnliga, at gentan hjá
Hans Jacob æt Anna, og tað
var ikki rætt. Rætta navnið
er Annika Hansen.
Vónandi er misskiljingin
við hesum komin upp á
pláss, og vilja vit biðja
tey bæði, Hans Jacob og
Anniku, umbera okkum
mistakið.
-mørk
Kyndil-Tjaldur 23-
22 (8-11)
Tjaldur
heilt nær
fyrstu
stigunum
Tað var so nær, sum tað
kundi vera, tá Tjaldur í gjár
vitjaði hjá Kyndli. Tjaldur
hevur ikki smakkað stig,
síðani tær í fjør komu aftur
í Sunset-deildina, men nú
felagið hevur styrkt seg við
útlendskum spælarum, eru
tær av álvara farnar at vísa
tenn.
Móti Kyndli høvdu tær
eisini leingi eina at síggja
til trygga leiðslu. Eitt skifti
var hendan seks mál, men
seinna partin av seinna
hálvleiki táttaði Kyndil
kortini. Tað eydnaðist eisini
heimaliðnum at stríða seg
framum, og tó at Tjaldur
royndi at svara aftur, so var
hetta ikki nóg mikið.
-mørk
Fakta um dystin
Kyndil-Tjaldur
23-22 (8-11)
Málskjúttar
Kyndil: Lina Andriulyte
10, Súsanna Petersen 4,
Anja Heinadóttir 4, Jórun
Ludvík 3, Linda Weihe 1,
Hildur Høghamar 1
Tjaldur: Beinta Joensen 8,
Jasmin Devovic 4(1), Maya
Hecimovic 3, Kristina Ell
ingsgaard 3, Heidi Sevdal
2, Mona Langgaard 2(1)
Brotskøst: Kyndil 2,
Tjaldur 5
Útvísingar: Kyndil 2,
Tjaldur 4
Dómarar: Petur Skeel
Dahl & Hallur Danielsen.
Tveir topp-íðkarar
innan føroyska ítrótt
vóru á liðnum, sum
vann liðkappingina
í sprint-triathlon.
Men 24 luttakarum
gjørdist talan um
góða undirtøku,
sum gevur greiðar
ábendingar um eina
størri breidd innan
triathlon-ítróttina
Triathlon
Jákup Mørk
Føroya Triathlon Felag skip
aði sunnudagin fyri FM í
sprint triathlon fyri lið, t.v.s. at
ein svimjari, ein súkklari og
ein rennari sláa seg saman og
umboða eitt felag, fyritøku ella
áhugabólk.
14 lið, 7 manslið, 4 kvinnu
lið og 3 blandaði lið, høvdu
boðað frá, at áhugi var fyri at
vera við, men tá avtornaði,
møttu 8 lið.
Flestu teirra umboðaðu
fyritøkur og feløg, men eisini
vóru tvey lið, sum umboðaðu
eina familju. Nógv fólk var
og hugdi at, tí tað er ikki á
hvørjum degi at 24 fólk eru
til eina triathlonkapping.
Tey, ið kappaðust á liðun
um, umboðaðu nógvar
ítróttagreinar, og tað gjørdist
eisini kappingina meira
spennandi, tí liðini vistu ikki
undan kappingini, hvussu
hesi lógu í mun til hvørt
annað.
Frá fyrireikarunum verð
ur sagt, at kappingin gekk
heilt væl. Eisini hóast ser
skildar ferðsluforðingar
ikki vórðu settar upp. Við
hvørt gjørdist tó nakað
trongt, men við hjálp frá
løgregluni og sjálvbodnum
hjálparfólki gekk hetta tó
heilt væl kortini. Tað var
tó óheppið, at súkklararnir
eitt skfiti súkklaðu ímóti
ferðsluni, tá teir á seinasta
strekkinum skuldu senda
rennaran avstað, heldur enn
at súkkla beina leið inn á
parkeringsøkið, har skiftið
ætlandi skuldi fara fram.
Ein einstøk punktering var
eisini á skránni, tá súkklarin
hjá Blokkliðnum misti luft
ina, at kalla. Men tá talan
var um royndan súkklara,
so voldi hetta ikki til nakrar
serligar trupulleikar.
Kappingin varð annars
skipað soleiðis, at svimjingin
gekk fyri seg í Svimjihøllini.
Síðani varð teinurin, Svimji
høllin, Skansin, R.C. Effersø
esgøta, norðari Ringvegur
súkklaður tríggjar ferð.
Skifti til renningina gekk
fyri seg við parkeringsøkið
við Skógrøkt landsins,
og síðani skuldi rennast
eftir
Hvítanesvegnum,
Skraddaragøtu og aftur til
Skógrøktina. Ein teinur,
sum varð runnin seks ferð
ir. Tilsamans varð talan
um 750 metra svimjing,
20 km súkkling og 5,8 km
renning.
Seloy-familjan
Tá kappingin var liðug, hevði
Trygginarfelagið Føroyar
vunnið kappingina, og heilt
óvæntað var hetta neyvan.
Á liðnum vóru toppurin
av føroyskari svimjing og
súkkling, og tí var ikki stórt,
sum mótstøðufólkini fingu
gjørt við hesar.
Hjá blandaðu liðunum
gjørdist liðið við Malan
Bærentsen, Eli Christiansen
og Rannvá Djurholm væl
fremst. Talan var helst eisini
um yngsta liðið í kappingini,
men við einum sterkum
súkklara eydnaðist liðnum
at leggja øll hini aftur um
bak í hesum.
Og so kann eisini nevnast,
at eitt familjulið eisini var
við í kappingini. Bjørg Seloy
hevur í fleiri ár gjørt vart við
seg sum evnaríkur svimjari,
og saman við rennandi
beiggjanum, Rúni Seloy,
og veteraninum, Svend
Åge Seloy, høvdu tey sett
eitt lið saman, sum á besta
hátt ímyndaði strykina,
sum eisini kann liggja í
ættarbondunum.
Hetta var annars seinasta
triathlon-kappingin í 2005.
Fyrsta kappingin í n‡ggja
árinum verður sonevndina
Nýggjárskappingin, har
íðararnir skulu súkkla og
renna eftir rossagøtunun
millum ríðibreytin við
Oyggjarvegin og fjósini í
Havnadali. Til hesa kapping
er neyðugt at brúka eina
fjallasúkklu.
Tryggingin var sterkast
Við einum rættum familjuliði sýndi Seloy-húskið á bestan hátt, hvussu fjølbroytt triathlon er sum ítróttargrein. Her er tað veteranurin, Svend Åge, sum traðkar
fyrsti traðkini á hjólhestinum