Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Jón Tyril er ein av stig­ tak­arunum til G! Festivalin og hevur har prógvað, at tað ber til at halda stór­ar tónleikafestivalar í Før­ oyum. Hann hevur verið við til at broytt allan tón­leikapallin í Føroyum, og mátan føroyingar síggja tónleik. Í nógv ár hevur Jón verið ein av oddamonnunum í tónleikasamtakinum, ið hev­ur skipað fyri konsertum og útvegað venjingahøli til bólk­ar í nærumhvøvinum. Jón hevur óvanliga góð evn­ ir, at fáa tað besta burt­ur úr tónleikarum og bólk­um. Hann hevur lagt lag á hjá bólkum sum Visible Fish og Gestum umframt Click­haze, har hann eisini var git­ tarleikari og lagskriv­ari. Planet.fo hevur biðið Jón um at nevna fimm tær bestu kon­sertirnar, sum hann hevur verið til. Tvíbýtt uppliving Jón sigur, at ein konsert er ein tvíbýtt uppliving, ”tað eina er tann uppliving og tær kenslur, sum tónleikurin skapar í tær, og hitt er tann sosiali parturin, sum eisini elur ymsar kenslur fram. Ein góð konsert er eitt samskifti millum íblandaðu menniskjuni, har tónleikur onkursvegna er miðilin, sum skapar eina upplivingina. At tú fært gásarhúð, fert at flenna, fært klump í hálsin, fært hug at dansa, hoppa, pikk a korn ella klemma fólkini kring teg, at tú avgerð at nú skalt tú broyta verðina ella gerast ein betri persónur, bara tað at undrast og njóta lívið og løtuna með­ an tónleikurin ljómar og streym­ar ígjøgnum øll, sum eru til staðar. Hetta er alt nakað fólk uppliva í teim­um løtum, táið ein kon­sert eydnast til fulnar og tón­leikurin gerst meira enn bara ljóð skipað í tíð, tá tónleikurin transenderar tað, sum vísundin kann máta og vitið skilja.” Nærleiki hevur stóran týdning Jón dámar væl allar tón­ leika­ genrur, og hevur havt nógvar av bestu tón­leika­ upplivingunum í smáum støð­ um. Hann sigur, at onkrar av minniligastu tónleikaligu løt­unum, sum hava havt stóra ávirkan á hann, hava ver­ið, tá fólk, sum hann kenn­ur væl, hava spælt eitt nýtt lag fyri honum. Ella tá onk­ur í eini veitslu hevur sung­ið ein sang ella spælt okk­urt á ljóðføri og tílíkt. In­timitetur, nærleiki, trú­ virði og álit hava nógv at siga í tónleiki. Hann dugir ikk i at velja út júst hvørjar eru tær bestu 5 konsertirnar hann hev­ur verið til, men eitt sind­ur trýstur velir hann nakr­ ar almennar konsertir, sum hava havt serligan týd­ ning fyri hann. Raðfylgjan er tilvildarlig. Fimm tær bestu konsertirnar eg higartil havi verið til Muse á Midtfyns Festival 2002 Í 2002 vóru vit (Click­haze) og spældu á bæði Ros­kilde, Midtfyns og Nibe Festi­val­un­ um og fingu tískil høvið at hoyra nógvar spennandi kon­ sertir. Nógv tann minni­lig­ asta fyri meg av hesum, var Muse á Midtfyns, sum er ein hin besta rokkk onsertin, eg nakrantíð havi verið til. Muse eru inniligir og larmuttir, stórir og lít­ lir, pussaðir og skitnir, punk­uttir og symfoniskir alt í senn. Og so eru teir ein ræðulig orkumaskina á palli­num. Hetta er einasta stóra rokkk onsert, har eg eri farin at tára. Muse megn­aðu at røkk a út til ein­støku lurtararnar hóast stødd­ina, elektronikk in, larm­in og fjarstøðuna. Flott. Holmes Brothers - Børsen, Svendborg 1993 Holmes Brothers havi eg hoyrt tríggjar ferðir. Fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum á Jazzfestivali, eg haldi, tað man hava verið í 91. Síð­ani hoyrdi eg teir á lítlu barrini Børsen í Svend­borg í januar 93 og á Nibe Festival í 2003, tá Gestir vóru og spældu har. Holmes Brothers eru gaml­ir svartir stabbar, sum spæla ektaðan amerikanskan suð­urstats roots tónleik - gospel, blues og soul í eini imponerandi væl­ virk­andi blanding. Allar kon­sertirnar við teimum hava verið fantastiskar og upp­lyft­andi, men eg haldi tann á Børsen ber prísin, sikk­urt tí at eg sat allar fremst, so tætt at sangarin og gittarleikarin kundi havt smekk a gittarin í høvd­ið á mær fleiri ferð, um hann ikk i ansaði sær. Holm­es Brothers live er stutt sagt lívsjáttandi og upp­byggjandi. Kári Sverrisson - Losjan ella Norðurlandahúsið Eg havi hoyrt Kára nokk so ofta. Fyrstu ferð eg hoyrdi hann, var saman við Enekk í Klingruni í Norð­ur­landa­ húsi­num, kanska var tað sami Jazzfestivalur, sum eg hoyrdi Holmes Brothers. Har stóð ein ungur maður á pallinum, við eini sann­ før­ing og myndugleika, sum eg aldrin hevði sæð í Før­oyum fyrr. Mátin hann sang og mátin løgini vóru skriv­aði og spæld, eg, ein ung­lingi úr Gøtu, hevði aldr­in hoyrt líknandi. Eg haldi, at tann konsertin broytti mínar uppfatanir av so mongum tingum. Ja, í grund­ini broytti hon, mátan eg uppfataði meg sjálvan sum menniskja og sum ungan før­oying, og harvið broytti hendan konsertin helst alt mítt lív. Kári hevur rakt meg djúpari síðan tá við sín­um tónleiki, um enn tað ikk i hevur havt so ógvus­ lig­ar avleiðingar fyri meg persónliga sum fyrstu ferð. Nakrar konsertir við Kára í Losjuni hava t.d. rørt meg til tár, men ikk i uppá tann syrgiliga senti­ men­tala mátan, heldur ein sterk­an kraftfullan máta onkurs­vegna. Salif Keita - Vega Salif Keita er av kongligari ætt í Vesturafrikanska landi­num Mali. Hann er al­bino, og tað kann vera ein tung lagna at verða hvítur nek­ari í einum siðbundnum landi sum Mali. Eg kom at kenna tónleikin hjá Salif Keita ígjøgnum gambiska vin­ mann mín, Malik. Eg fall beinanvegin fyri vøkru og kenslubornu røddini og ser­ ligu og lekru melodiunum og rútm­unum, sum tónleikurin inni­heldur. Eg var so hepp­ in at fáa atgongumerki til eina konsert við Salif í Vega í Keypmannahavn. Tað man uppá fleiri mátar vera bestu tónleikarar, eg nakrantíð havi hoyrt. Halga­trý tað svingaði. Teir vóru úr so ymiskum londum sum Senegal, Mali, Algier, Bra­silia og Fraklandi. Sal­ if sjálvur hevði eina so sterka karisma, at eg rædd­ ist hann eina løtu. Hann sang beint ígjøgnum meg, og eg skalv. Bomfunk MC´s sandurin Bomfunk MC´s á G! á Sandi­ num í 2003 umboðar eisini eina stóra løtu fyri meg. Haldi at óluksáliga nógv bleiv prógvað tað løt­una teir spældu. Teir vóru fantastiska góðir tón­leik­arar og konsertin var framúr góð, men tann sym­bolski týdningurin av tí, at G! bar til, at vit, nøkur amatør ungfólk høvdu eitt altjóða navn spæl­andi á einum stórum uttan­dura palli á sandinum í Syðrugøtu, fer altíð at hava heilt serligan týdn­ ing fyri meg, og trúgvi eg eisini fyri føroyskan tón­leik sum heild framyvir. Hóast tann løtan verður gloymd, fer hon onkursvegna at verða byrjanin til eitt nýtt kapittul í føroyskari tón­leikasøgu, giti eg. Ein konsert er bæði kenslurnar tónleikurin skapar í tær og tann sosiali parturin, sum eisini elur ymsar kenslur í tær, sigur Jón Tyril, ið velir fimm tær bestur konsertirnar hesuferð