mikudagur 9. november 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Rokkstjørnur
Niels Uni Dam mailto:nielsuni@
sosialurin.fo
Niels er í løtuni størsta rokk
stjørnan í Føroyum. Í 200 er hann
ein tann mest markanti fronmaðurin
í føroyskum tónleiki nakrantíð
og uttan iva tann stuttligasti.
Hann luttekur av og á í ymiskum
øðrum verkætlanum, men 200 er
hjartabarnið, og einasti bólkurin
hann spælir fast við. Frans har
afturímóti, spældi fyrr í ár í
fimm bólkum, og er í løtuni virkin
í trimum. Hann spælir gittar og
syngur í harða rokkbólkinum 48
Pages, spælir gittar og syngur
kór við Føroya harðastu rokkarum
Sic, og í svaka eksperimentarandi
bólkinum The Headliners syngur hann
og spælir gittar. Frans er eitt
gott boð uppá eina komandi føroyska
rokkstjørnu.
12 ár á muni
Aldursmunurin á Niels og Frans
er 12 ár og tey, ið kendu Niels
fyri tólv árum síðan, minnast
ivaleyst Tungmálm 93, har Niels
var á pallinum við trimum bólkum á
rað, sum bassleikari og sangari í
føroya fyrsta trasjbólki Oblivion,
gittarleikari í rokkrappbólkinum
MC-Hár og sangari í Betrayer,
ið mest líktist einum Metallica
hermarabólki. Kvøldið eftir spældi
hann sína fyrstu konsert við Mold
í Sjónleikarhúsinum. Tað er ikki
eiðasørt, at teir líkjast Niels
og Frans, men teir eru jú eisini
beiggjar.
The Galáns
Gulu húsini við stóra garðinum á
Tinghúsvegnum beint við SMS hava
fostrað nógvan góðan tónleik, allir
fýra beiggjarnir hava tónlistar
ligar gávur og sambært Frans, so
er hansara størsti dreymur, at teir
allir fýra fara at gera eitt beiggja
orkestur, tí einki er kulari enn
eitt beiggja orkestur, sigur hann.
“Vit kundu iti Galánarnir ella The
Galáns, Niels hevur skotið upp, at
vit eita Niels og Galánarnir” vil
hann vera við og flennur .
Niels sigur, at hann heldur ikki
ivast í, at teir fara at jamma
í framtíðini, aldursmunur sæst
betrið, jú, yngri tú ert, og seinni
fer tað óivað at verða enn meira
upplagt.
Pínlig konsert
Niels minnist aftur á Tungmálm 93,
sum eina sera pínliga konsert. Hann
dugdi væl sjálvur at síggja tað
klikkaða í at spæla við í trimum
bólkum á somu konsert. “Tá tú
spælir í fleiri bólkum, so býtur
tú teg í fleiri partar, og jú
fleiri partar, jú minnið gerst hvør
teirra”, sigur hann, men leggur tó
dent á, at Frans enn er so ungur,
at hann lærir nógv av tí. Hansara
bólkar eru so øgiliga ymiskir,
at hann mennir seg nógv bæði sum
gittarleikara og sum tónleikara.
Frans sigur, at tá hann spældi
við fimm bólkum, var tað strævið,
men nú er tað fínt: “Eg leiti enn
tónlistarliga, og tí tími eg ikki
at binda meg niður í ein stíl. Tað
er týdningarmikið at eksperiment
era eitt sindur. Eg tími væl at
spæla rokk í 48 pages og Sic, men
í Headliners sleppi eg eisini at
spæla blús og ymiskt annað”.
Niels lánti gittarin hjá
Frans
Niels byrjaði at spæla gittar,
tá hann var trettan ár. Fyrstu
nógvu árini lænti hann gittaran
hjá Frans. Frans hevði fingið
ein gittara í dópsgávu frá pápa
sínum. Hann var tó enn dekan ov
lítil til at spæla á gittaran, so
eldsti beiggin lærdi seg at spæla
í staðin. Fleir ár seinni lærdi
Frans seg at spæla á sama gittari.
Tá helt hann, at hetta var gittarin
hjá Niels, men so var ikki.
Niels vísti vegin
Niels sigur, at hann minnist Frans,
sum eitt øgiliga musikalskt barn,
men minnist ikki nakað um, at hann
hevur lært hann at spæla gittar.
Hann búði niðri, tá Frans byrjaði
at spæla, og tí hevði hann ikki so
stóra ávirkan. Hann leggur afturat,
ROKKSTJØ
Teir eru havnarmenn við
gittar og syngja, og
Báðir eru frontmenn í
ið júst hava verið í Í
í 200, sum spældi fýra
í oktober, og Frans í
vikuna hevur verið í