mikudagur 9. november 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
at eingin hevur nakrantíð lært hann
at spæla gittar, og hann ivast tí
í, um hann hevur so stóran førleika
at læra frá sær.
Frans greiður frá, at Hann var
øgiliga errin av at vera beiggi
Niels. Hann minnist ikki Oblivion,
men Mold minnist hann væl. Tann
tónleikurin sum Niels spældi og
lurtaði eftir, høvdu stóra ávirkan
á hann. Bólkar sum Metallica og
Pearl Jam vóru orsøkin til, at
Frans fór at spæla gittar. Hann
byrjaði á klaverinum, men skilti
skjótt, at man sá nógv kulari
út við einum gittara, og tí varð
klaverið skift út við dópsgávuna.
Nógv betur enn vit
Niels sigur, at hann ikki hevur
blandað seg so nógv í tónleikin hjá
Frans, men hann viðgongur, at hann
er errin av yngsta beiggjanum. Tær
ferðirnar hann hevur hoyrt, hann
spælt, hevur hann undrast á, hvussu
dugnaligir bólkarnir hjá Frans eru.
“Teir eru nógv betur enn vit vóru,
tá vit vóru teirra aldur” sigur
Niels. Hann er eisini imponeraður
av, hvussu nógv Frans venur. Men tá
hann hugsar seg um, so vandi hann
ivaleyst líka nógv fyri tólv árum
síðan.
Íslands ferðir
Um miðan oktober vóru 200 í
Íslandi og spældu. Fyrst sum
upphiting fyri stóra íslendska
poppnavnið Trabant á best umtókta
spælistaðnum í Reykjavík, Nasa,
síðan í fløguhandlinum Smekkleysa
og á tí sera eksklusivu barrini
Sirkús. Vikuskiftið eftir spældu
teir á Grand Rock, sum ein patur
at Iceland Airwaves festivalinum.
200 vóru stjørnur og fingu frálík
ummælir. Hetta var aðru ferð, at
bólkurin var í Íslandi, fyrru ferð
var í 2001, og at døma á góðu und
irtøkuni, so verður ikki leingi,
áðrenn 200 fer aftur til Ísland.
Ferðin hjá 48 Pages og Sic var
eitt sindur minnið, eisini hóast
báðir bólkar hava verið í Íslandi
fyrr. Konsertirnar vóru nógvar í
tali, men áskoðaratalið var ikki
serliga høgt.
Víðari út í heim
Frans er tó væl nøgdur við ferðina.
“Vit høvdu tað ordiliga stuttligt,
og komu í samband við nógvar
íslendskar tónleikarar. Vit fingu
eisini onkur sambond úteftir, tað
eina kvøldið spældu vit í eini barr
fyri seks fólkum, men ein av áhoyr
arunum var úr Italia. Hon segði,
at hon skipar fyri konsertum har
og vildi hava 48 Pages til Italia
at spæla. Eg veit ikki, hvussu nógv
kemur burturúr tí, men vit fara at
royna.” sigur Frans. Teir møttu
eisini einum týskara, sum segði, at
pápi hansara átti eitt plátufelag,
og um teir sendu honum eina demo,
so skuldi hann spæla hana fyri
honum.
At skapa netverk
Niels, ið hevur spælt uttanlanda við
fleiri ymiskum bólkum heldur, at
tað er øgiliga gott fyri bólkar at
sleppa út at spæla, tað er strævið
men samstundis stuttligt. Hetta við
at tað er strævið, kennir Frans
alt til, á konsertferðini spældi
hann við bæði Sic og 48 Pages.
Hetta vóru níggju konsertir í fýra
dagar, og tað var hart. Harumframt
var øgiliga kalt í Íslandi, og tí
var hann alla tíðina bangin fyri at
fáa ilt í hálsin, men tað eydnaðist
tíbetur at sleppa undan tí.
Niels sigur, at man ikki skal
undirmeta týdningin av at skapa
netverk. Hann greiður frá, at nú
teir vóru í Íslandi og spældu,
hittu teir fólk, sum høvdu hoyrt
teir í 2001, og sum søgdu, at tey
høvdu bíðað eftir, at teir komu
aftur.
Frans heldur, at tað besta við
at sleppa út at spæla er, at
eingin kennir teg. Tú spælir fyri
øðrum enn tínum vinum. Tí eru
afturmeldingarnar nógv erligari,
tey lurta eftir tónleikinum, uttan
at forbinda hann við, um tey dáma
teg ella ikki.
ØRNU GEN
ð sponskum blóði, spæla
so eru teir beiggjar.
føroyskum rokkbólkum,
Íslandi og spælt. Niels
konsertir í Reykjavík
48 Pages, ið seinastu
í Reykjavík og spælt