Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 215 - 9. november 2005 17 Høgramaður fyri rættin Tann sera høgrasinnaði týsk­arin Ernzt Zundel, sum millum annað heldur uppá, at nazistarnir myrdu ongar jødar undir seinna heims­ bardaga, kom fyrradagin fyri rættin í býnum Mannheim. Týska løgreglan hevur leitað eftir honum í fleiri ár. Ernzt Zundel hevur rikið forlagið Samisdat Publishers, sum er kent fyri at geva út nazistiskt propa­gandatilfar, og tað hevur eisini fleiri útgávur, sum eru í stríð við týsku lóg­ina um rasuskilnað, skrivar AP. At hann ikk i er einsamallur um sínar áskoðanir sást í rættinum, tí fleiri av hansara stuðlum møttu í rættarhølinum at vísa, at teir styðja hann. Jødiskir leiðarar í Týsklandi fegnast um, at Ernzt Zundel endiliga kemur fyri rættin. Verður hann funnin sekur, kann hann fáa upp í fimm ára fongsul. Ernzt Zundel hevur búð í Kanada í mong ár. Hann hevur fleiri ferðir søkt um at fáa kanadiskan ríkis­borg­ ara­rætt, men svarið hevur verið nei hvørja ferð. Fyri einum hálvum ári síð­ani gjørdu kanadisku myndug­ leikarnir av at útflýggja Týsklandi hann. Bergen vil hava oljumessu Borgarstjórin í Bergen, Her­ man Friele, hevur sett sær fyri, at Bergen skal skipa fyri einari av heimsins størstu oljumessum í 2007. Talan er um altjóða mess­ una Deep Offshore Techn­ o­logy. Í ár er stevnan í bras­ilska býnum Vitoria nær­hendis Rio de Janeiro, og tí er norski borgarstjórin farin hagar fyri at royna at sann­føra fyrireikararnar um, at messan eigur at verða í Bergen í 2007. Sam­bært borgarstjóranum verð­ur Bergen til reiðar at hýsa messuni, tá ein nýggj høll, sum skal byggjast til endamálið, er liðug. Tey bæði stóru norsku olju­feløgini, Statoil og Norsk Hydro, taka undir við hugskotinum hjá Berg­ en-borgarstjóranum. Eins og borgarstjórin vísa tey á, at norsk tøkni er í odd­ inum, tá tað snýr seg um olju­vinnu í veðurringum økj­ um, og harafturat eru stórar útbyggingar í Bergen í løtuni. Arnold ikki so tryggur Tað er minni enn so vist, at tann kendi guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwar­ zenegger, verður aftur­ valdur. Schwarzenegger hevur leingi fyrireikað ein lógar­ pakk a, sum millum annað skuldi skerja lønina hjá teimum alment løntu, men hesum vildu veljararnir í Kalifornia ikk i vita av. Av teimum fýra lógunum, sum vóru í pakk anum, vórðu tríggj­ar vrakaðar, og tað er heldur ikk i vist, at tann seinasta verður samtykt. Tey alment løntu í Kali­ fornia hava mótmælt ætlan­ ini hjá guvernørinum. Tað er heldur ikk i so løgið, tí mill­­um annað segði eitt av lógaruppskotunum, at guvernørurin skuldi hava rætt til at skerja lønar­útreiðslurnar, um inn­tøkurnar hjá statinum vóru minni enn væntað. Tað vildu tey alment løntu ikk i hoyra talan um. Tann eina ferð so sterki Schwarzenegger er ikk i so sterkur longur. Taliban herðir mótstøðuna Leiðarin hjá tí falna Tali­ ban-stýrinum í Afghan­ ist­an, Mohammed Omar ella mullah Omar, sum hann vanliga verður rópt­ ur, eggjar nú monnum sín­­um til at herða mót­ støð­una ímóti teimum útlend­sku hermonnunum í landinum. Boðini vórðu send í af­ghan­ska sjónvarpinum Ari­ana tann 5. november, og sam­­bært sjónvarpsleiðsluni var tað eitt umboð fyri Tali­ban, sum handaði sjónvarpinum upptøkuna. Har segði mullah Omar, at Taliban fer ikk i einans at herða mótstøðuna ímóti teimum fremmandu her­ monn­unum, men at tann afghan­ski stjórnarherurin skal eisini fáa harðari mótstøðu. Teir báðar seinastu mán­ aðarnar hevur Taliban gjørt fleiri álop á teir útlendsku hermenninar har suðuri í Afghanistan. Í flestu førum eru tað teir amerikonsku her­menninir, sum standa fyri skotum. USA hevur lovað stóra finn­ingarløn, verður mull­ ah Omar tikin, men enn hev­ur eingin avdúkað, hvar hann fjalir seg. Tríggir bretar, sum sita í varðhaldi í London, høvdu lagt ætlanir um at søkja at Hvítu Húsunum í Washington, skrivar eitt svenskt blað. Yvirgangur Árni Joensen: fartekst@mail.dk Teir tríggir bretarnir vórðu tiknir um somu tíð, sum fleiri fólk vórðu tikin í Danmark og Bosnia, tí illgruni er um, at tey høvdu ætlanir um yvirgang. Í Bosnia hevur løgreglan tikið ein 18 ára gamlan mann, sum hevur svenskan ríkis­borgararætt. Svenska blaðið Expressen skrivaði í gjár, at maðurin hevur havt sam­band við teir tríggjar menninar, sum vórðu tiknir í London, og at teir høvdu fyrireikað atsóknir at Hvítu Húsunum og Kongressini í Washington. Sambært blað­n­ um fann bosniska løgreglan myndir av Hvítu Hús­unum heima hjá svianum. Tann 18 ára gamli mað­ur­ in hevur búð í Svøríki, men sambært bosnisku myndug­ leik­unum flutti hann til Bosnia, har hann fór upp á ein bólk, sum hevur havt sam­ band við umboðsmannin hjá al-Qaeda í Irak, Abu Musad al-Zarqawi. Í Danmark sita sjey fólk í varðhaldi. Danska løgreglan hevur higartil sagt, at tey eru undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um yvirgang í Evropa. Tað hevur leingi ljóðað, at amerikanski herurin brúkti kemisk evni og brandbumbur ímóti sivilfólki und­ir álopinum á irakska býin Fallujah í fjør. Ein italsk sjónvarpssending styrkir illgrunan. Irak Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tað var í november í fjør, at amerikanskir hermenn og irakska tjóðarhirðin lupu á býin Fallujah, har upp­reistrarmenn hildu til. 300.000 fólk flýddu úr býn­ um, og tey fyrstu sluppu ikk i heimaftur fyrr enn seks vik­ ur seinni. Tá var allur býurin í sori. Tey, sum hava gjørt italsku sjón­varpssendingina um álopið, vísa á, at umheimurin slapp ikk i at fylgja við bar­døgunum í býnum. Bara tíðindamenn, sum ameri­kanska herleiðsloan hevði góðkent, sluppu við her­monnunum. Tað er ein orsøk til, at sendingin hevur fingið heitið "Tað loyniliga hópmorðið". Jeff Engelheart var ein av teimum amerikonsku hermonnunum, sum vóru við í bardøgunum í Fallujah. -Vit fingu at vita, at øll, sum gingu, tosaðu ella and­aðu, skuldu roknast sum fíggindar, sigur hann við italska sjónvarpið Rai. Sjálvur lýsir hann álopið sum eitt hópdráp. Hann greið­ir frá, at ungdómar vóru roknaðir sum lóglig mál, og at hermenninir fingu boð um at vera varnir, tí herurin brúkti hvítt fosfor í bardøgunum inni í býnum. -Eg sá brend lík, menn, kvinn­ur og børn. Tá fosfor spreingist, verður tað sum eitt skýggj, og øll, sum eru minni enn 150 metrar burturi, verða brend, sigur fyrrverandi hermaðurin. Brúktu fosfor Í sjónvarpssendingini eru fleiri myndir av fólki, sum doyðu í Fallujah. Andlit teirra eru avskeplað, men klæðini eru heil. Hetta er ikk i fyrstu ferð, at ameri­kanski herurin verður lagdur undir at hava brúkt kemisk evni í bardøgunum í Fallujah. Longu tann 10. novem­ber í fjør ljóðaði, at amerikanararnir brúktu kemisk evni og eiturgass í bar­døgunum. Síðani hava fleiri vitni greitt frá, at ameri­konsku hermenninir brúktu brandbumbur og hvítt fosfor ímóti sivilfólki í býnum, men tað avsannaði amerikanska stjórnin. Hon viðgekk tó, at herurin hevði brúkt hvítt fosfor í Fallujah, men bara til ljós og ikk i til álop á sivilfólk. Tann italska sjónvarps­ send­ingin byrjaði við mynd­ um, sum vístu ræðslusligin børn leita sær skjól í Viet­ nam í 1972. Tað vísti seg, at amerikanararnir brúktu napalm­bumbur ímóti sivilfólkinum har, og síðani hevur altjóða samfelagið sett forboð fyri at brúka kemisk vápn. Álvarssamar ákærur ímóti amerikanska herinum UTTAN ÚR HEIMI Sambært Expressen ætlaðu yvirgangsmenn at søkja at Hvítu Húsunum í Washington. Ætlaðu at søkja at Hvítu Húsunum