mikudagur 9. november 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 • mikudagur • 9. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Fólk taka sum
heild væl undir
við nýggju strongu
ferðslulógini um
klippikort, ið kom
í gildi 1. september í
ár. Úrslitini higartil
eru er nógv betur enn
væntað, og roknað
verður við at talið á
deyðum í ferðsluni fer
at falla við umleið 25
prosentum
Ferðslutrygd
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nýggja danska ferðslulógin,
har bilførarar kunnu fáa eitt
klipp í koyrikortið, um teir
koma øðrum í ferðsluni
í vanda, virkar so væl at
longu hálvanannan mánað
seinni segði René la Cour
Sell, stjóri fyri Rådet for
Større Færdelssikkerhed:
“På baggrund af de første
erfaringer med det nye
klippekort vurderer vi at
man i løbet af det første år
med det nye klippekort vil
opleve et fald i antallet af
dræbte og tilskadekomne
på mindst 25 prosent. Tal
fra Vejdirektoratet viser, at
gennemsnitshastigheden
på de danske veje også er
faldet”.
Hóast lógin fyri mong
virkar órímiliga strong, taka
fólk væl undir við henni. Í
veruleikanum er ikki talan
um eitt kort, sum klipt verður
í, men um elektroniska við
gerð.
Tað skal lítið til fyri at
fáa eitt klipp í kortið, sum
t.d. um ein verður tikin
fyri at koyra við 30 prosent
meira ferð enn ta hægst
loyvdu, koyra út fyri reytt
ljós, koyra ov nær við bilin
framman fyri, yvirhála á
fótgangarateiginum, ikki
at halda víkipliktirnar og at
børn undir 15 ár ikki sita í
trygdarbelti í bilinum.
Spirituskoyring hoyrir ikki
við til klippikortskipanina.
Har er lógin eisini munandi
strangari enn áður. Orðið
promillukoyring stendur als
ikki í lógini meira. Um ein
persónur verður tikin við
meira enn 0,50 promillu
í blóðinum, er mildasti
straffurin treytað frádøming
av koyrikortinum. Alt eftir
hvussu nógv er í blóðinum,
er talan um stórar bøtur,
fongsilsstraff og frádøming
av koyrikortinum í minsta
lagi 3 ár.
Stjórin í Rådet for Større
Færdselssikkerhed segði
um lógina, tá hon varð sett í
gildi, at klippikortið og tær
herdu revsiatgerðirnar fyri
spirituskoyring eru tvey
ógvuliga týðandi tiltøk fyri
at betra um ferðslutrygdina
á vegunum. Hann roknaði
við, at tann fyribyrgjandi
ávirkanin fór at vera sera
effektiv og fór at fáa positiva
ávirkan á talið av skaddum
og deyðumí ferðsluni. Sam
stundis er lógin eitt signal
um, at tað als ikki verður góð
tikið at fólk koyra ávirkaði
av rúsrekka og koyra við
ov nógvari ferð. Nýggja
lógin er við til at forma
ferðslupolitikkin í framtíðini,
segði stjórin í Rådet for
Større Færdselssikkerhed
um nýggju ferðslulógina,
ið vísir seg at bjarga fleiri
mannalívum.
Klippikortið bjargar
mannalívum
Fólk taka sum
heild væl undir
við donsku
ferðslulógini
um klippikort,
sum kom í gildi
1. september
í ár. Talan er
ikki um eitt
kort, sum
klipt verður
í, men um
elektroniska
viðgerð
At koyra ov nær bilinum
framman fyri, kann geva
eitt klipp í koyrikortið