mikudagur 9. november 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 215 - 9. november 2005
19
Innan bilídnaðin
eru sviar kendir fyri
at ganga á odda við
at gera bilar sínar
so tryggar sum
yvirhøvur gjørligt.
Seinasta nýggja
frá Volvo er ein
eksperimentbilur
við alkohollási,
trygdarbeltislási og
ferðlykli
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tá bilførarin setur seg
við rattið á nýggjasta
eksperimentbilinum hjá
Volvo, má hann fyrst anda
í alkohollásið, sum situr í
trygdarbeltinum. Um trygd
arbeltið er spent og bilførarin
ikki hevur drukkið alkohol,
startar bilurin.
Eitt annað við hesum
eksperimentbilinum er ein
serligur ferðlykil, har t.d.
foreldur, sum lána børnunum
bilin, kunnu tasta lykilin inn
soleiðis, at bilurin ikki kann
koyra við meir a enn t.d.
80 km/t. “Hetta kann geva
foreldrunum størri trygd í
samband við ung, sum nýliga
hava fingið koyrikort”, sigur
Ingrid Skogmo, leiðari av
Volvo Cars Safety Centre.
Hon sigur víðari at “Vit
vita, at nógvar av teimum
álvarsligastu ferðsluvan
lukkunum
skyldast
at
bilførarin er ávirkaður
av rúsdrekka. Sambært
ES-komissiónini doyggja
umleið 10.000 fólk hvørt
ár á evropesiku vegunum
orsakað av rúsdrekkakoyring,
og í nógvum av hesum
vanlukkum eru bilførarin
og tey ferðandi í bilinum
ikki íbundin trygdarbeltið.
Endamálið við “Volvo multi
lock system” er heilt greitt at
umgangast hesar álvarsligu
bilvanlukkur”,
ES-ferðsluhagtøl vísa, at
tey ungu eru yvirumboðaði
í ferðsluvanlukkum. Vandin
fyri at ung millum 18 og
25 ár verða innbandaði í
ferðsluvanlukkur er meira
enn dupult so stór sum hjá
persónum, sum eru millum
26 og 50 ár. Vanlukkurnar
standast ofta ov nógvari ferð
saman við ov lítið royndum
bilførarum.
Volvo vilja við “Volvo
multi lock system” vísa á,
at tað ber til at betra um
trygdina á vegunum, við
at tryggja sær at bilførarin
ikki er ávirkaður av alko
holi, at hann er bundin í
trygdarbeltið og bilurin ikki
koyrir við meira ferð, enn
hann er stillaður til.
Tað tykist sum
eingin endi er á
øllum nýggju VW-
modellunum, sum
koma á marknaðin.
Nú er so aftur ein á
veg. Hesaferð verður
tað ein sonevndur
mini-MPV, ið helst
fær navnið VW
Beduin
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Marknaðurin fyri mini-
MPV er í støðugum vøkstri
um allan heimin, og nú hava
VW eisini ætlanir um ein
slíkan bil. Talan verður um
ein bil, sum verður bygdur
yvir VW Golf Plus, men við
6 cm hægri fríhædd.
Designið er smart og
agressivt, bilurin sær út sum
ein lítil jeepur. Eftir ætlan
fær VW Beduin kenda 4x4
systemið hjá VW, ið nevnist
4motion, har bakhjólini
aktiverast elektroniskt, tá
forhjólini missa vegfestið.
Møguliga verður eisini ein
útgáva, ið bert verður drivin
av forhjólunum.
Motorskráin verður nøku
lunda soleiðis: 2.0 litur ben
sin við 150 hk, 1.9 litur TDI
við 105 hk, og tveir 2.0 litur
TDI við ávikavist 140 og 170
hk. Møguliga verður ein V6
eisini á skránni.
VW Beduin kemur eftir
ætlan á marknaðin næsta
ár.
Volvo multi lock system:
Trygdin byrjar
áðrenn bilurin
startar
VW Beduin í 2006
Seinasta nýggja frá Volvo er ein eksperimentbilur við alkolási, trygdarbeltislási og ferðlykli
VW Beduin, ið kemur á marknaðin í 2006, kemur helst at síggja nakað soleiðis út við smartum og agressivum designi