Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Vit seyma hvønn dag, og tann stóri parturin av tí, vit gera, er presendingar til vinnuna, serliga sjóvinnuna, men eisini til lastbilar og annað. Seglarbeiði er so gott sum einki longur, sigur Torbjørn Gaard, sum eigur og rekur Seglvirkið í Klaksvík Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo At seyma segl og presendingar er gomul vinna í Føroyum. Men sum alt annað, hevur henda vinna eisini verið fyri sínum broytingum. Maskinurnar eru betraðar, og tað er dúkurin, sum presendingarnar og seglini verða seymað burtur úr, eis­ ini. Seglvirkið í Klaksvík er gamalt virki, sum hevur sínar røtur tað mesta av eini øld aftur í tíðina. Í gomlum døgum vóru tað Jógvan Joensen, vanliga róptur Jógvan Segl og Hans Erik Olsen, sum byrjaðu Segl­virkið. Teir stovnaðu eisini felagið, Joensen & Olsen, ið hevur verið eitt kent felag í Klaksvík heilt upp til okkara dagar. Sosialurin hevur ikki leitað søguna um hesar menn fram í søgubókunum, og tí skulu vit vera varnir við at skriva eina søgu, sum kanska ikki er sonn. Jógvan Joensen var segl­ makari, og vit hava skilt, at Hans Erik Olsen var skip­ari, áðrenn hann gjørdist hand­ ilsmaður. Skipanøvnini, Jógvan S og Hans Erik, eru nøvn, sum stava frá hesum frægu monnum. Torbjørn tók yvir Bygningurin, har Seglvirkið húsast í dag, er bygdur longu í 1920, men virksemið at seyma og umvæla segl í Klaksvík byrjaði fyri ta tíð. Í dag eigur oyndfirðingurin, Torbjørn Gaard, Seglvirkið, og aftrat sær á fyritøkuni hev­ur hann starvsfelagan, Jákup Eli Østerø, sum er klaks­víkingur, men hevur sínar røtur í Kalsoynni. Hvørgin teirra er útbúgvin seglmakari, men eingin ivi skal vera um, at teir duga sítt handverk til lítar. Hetta hevur verið teirra starv í mong ár. Tað var í 1994, at Torbjørn keypti Seglvirkið frá ein­ um felag, sum kallaðist Regulus. Í 1992 gavst felagið, Joen­ sen & Olsen, og Regulus rak virksemið í eini tvey ár. - Eg haldi, at virksemið lá stilt í einar tríggjar mánaðir, áðrenn eg keypti tað, sigur Torbjørn, sum síðan hevur átt og rikið Seglvirkið í Klaks­vík. Legðist uppi Torbjørn sigldi í sínari tíð sum stýrimaður við skip­un­ um hjá Joensen & Olsen, og hann var eitt nú við Kvikki og Hans Eriki. - Eg sigldi fram til umleið 1976, men sum tíðin gekk, fekk eg trupulleikar við rygg­ in­um. Eg og Jákup Eli Østerø byrjaðu tískil at rógva út, men tað var ikki betur fyri ryggin, heldur verri. Hann sigur, at tá ið hann keypti Seglvirkið, snúði tað seg eisini um at skapa sær eitt arbeiðspláss, hóast hetta var stutt eftir – ella beint eftir – stóru samfelagskreppuna, sum legði stórar partar av føroyska samfelagnum lamnar. Byrjaði í 1978 Torbjørn byrjaði annars at arbeiða á Seglvirkinum í 1978, men fyri ta tíð var hann onkuntíð inni á gólv­ inum og hjálpti til við eitt nú spleysiarbeiði. - Pápi Jákup Eli Øst­ er­ø arbeitt eisini hjá Segl­ virkinum, og Jákup Eli plagdi eisini at hjálpa til. Seinni vóru vit so báðir í føstum starvi á virkinum, sigur hann. Torbjørn sigur, at í dag ar­beiða hann og Jákup Eli fast á Seglvirkinum. - Vit seyma hvønn dag, og tann stóri parturin av tí, vit gera, er presendingar til vinnuna, serliga sjóvinnuna, men eisini til lastbilar og ann­ að. Seglarbeiði er so gott sum einki longur. - Dúkurin, sum vit brúka í dag, er sterkur og góður, og tí er lítið av umvælingararbeiði. Tá ið ein dúkur er farin, er hann oftast so ringur, at tað sjáldan loysir seg at umvæla hann, sigur Torbjørn. Gamalt og nýtt Hann vísir á, at tað gamla tilfarið, sum var bumm­ ulls­kent og skuldi barkast, rotnaði við tíðini, men tað ger hetta nýggja tilfarið ikki. - Í dag er alt kunsttilfar í ymiskum litum og ymiskum Á Seglvirkinum seyma teir Nr. 215 - 9. november 2005 20 Jákup Eli Østerø situr við seymimaskinuna. Tann størsti parturin av arbeiðnum er presendingar til vinnuna Mynd: Vilmund Jacobsen