mikudagur 9. november 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
r presendingar til vinnuna
Nr. 215 - 9. november 2005
21
tjúktum, og vevnaður er eis
ini ymiskur – alt eftir, hvat
dúkurin skal nýtast til, sigur
Torbjørn.
Hann leggur aftrat, at
kunsttilfarið hevur verið á
marknaðinum í nógv ár, og
hann heldur, at tað loysti
gamla dúkin av einaferð í
fimti-ella sekstiárunum.
- So, vit báðir, sum ar
beiða her í dag, hava ong
antíð arbeitt við tí gamla
tilfarinum, sigur Torbjørn.
Hann vísir á, at sum við
øllum øðrum í samfelagnum,
er eisini meira og minni at
gera á Seglvirkinum.
- Vit hava onkuntíð verið
fleiri enn tveir mans í
arbeiði, men noyðast at laga
arbeiðsorkuna eftir tí, sum
er at gera.
Torbjørn sigur, at hann
onkuntíð hevur havt yngri
kreftir í arbeiði, sum teir
hava lært upp til at taka sær
av tí, sum Seglvirkið ger.
- Hesir eru við tíðini farnir
í læru aðrastaðni ella eru
farnir at royna okkurt annað,
leggur hann aftrat.
Maskinurnar
Torbjørn sigur, at tann elsta
seymimaskinan, sum hann
goymir á virkinum, var ikki
el-drivin.
- Her noyddist tú at traðka
á pedalar fyri at fáa hana at
seyma. Seinni varð ein el-
motorur settur í hana.
Hann sigur, at hendan
maskinan, sum er elligomul,
sjálvsagt ikki verður brúkt í
framleiðsluni longur.
- Tær maskinurnar, vit
brúka í dag, eru ikki so øgi
liga gamlar, men tær eru
heldur ikki nýggjar. Tann
elsta, haldi eg, er frá 1972
og ein onnur er frá 1969.
Tann nýggjasta maskinan
er frá einaferð miðskeiðis í
áttatiárunum, sigur Torbjørn
Gaard.
Uppi á loftinum á Segl
virkinum er sølubúð, har
teir eitt nú selja selja krókar,
sjeklar, ketur, weir, tog og
annað.
- Vit hava onkuntíð verið fleiri enn tveir mans í
arbeiði, men noyðast at laga arbeiðsorkuna eftir tí,
sum er at gera, sigur Torbjørn Gaard, sum eigur og
rekur Seglvirkið í Klaksvík
Mynd: Vilmund Jacobsen
Bygningurin, har Seglvirkið
framvegis húsast í dag, er
bygdur í 1920
Mynd: Vilmund Jacobsen