Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-09, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUKRONIKK Sámal Matras Kristiansen samfelagsfrøðingur Sæð í ljósinum av nógva kjak­inum, ið hevur staðist av, at Norðoyatunnilin eftir øllum at døma fer at hava við sær, at partar av (almenna) tænastuvirkseminum í Klaksvík fara at flyta vestur um fjørð, vil eg í hesi kronikk royna at seta hetta fyribrigdi í eitt størri høpi. Vanligt er at lýsa hetta málið sum eitt ”politiskt” mál, t. v. s. eitt mál, har politikkurin beinleiðis stýrir og fastsetur hvar ymiskar tænastur skulu vera. Eg vil við hesi grein vísa á, at talan er um nógv meiri grundleggjandi strukturell viðurskifti, og at politikkurin í besta føri antin kann skumpa undir ella – øvugt – tálma gongdini. Leikluturin hjá politikarunum er ikki absoluttur; politikarin hvørki kann ella skal spæla Gud. Politikarin kann hinvegin vera við til at vísa veg (vera framsíggin; visionerur), men tíverri eisini vera við til at halda menningini aftur. Eg havi fylgt væl við í kjakinum, og tað tykist mær heldur hugstoytt at síggja, hvussu politikararnir í Klaksvík royna at fáa tað til at síggja út sum um, at eysturoyingar og streym­ oyingar (havnarfólk) tilvitað royna at avtofta Norðoyggjar. Sjálvur borgarstjórin í Klaks­ vík, Steinbjørn Jacobsen, var úti við slíkum høpisleysum, populistiskum svassi, har hann í viðtali við Sosialin 28. oktobur 2005 segði so­ leiðis: »Hetta er bara enn eitt dømi um miðvísu royndina hjá landsstýrinum at avtofta Klaksvíkina«. Tað er hugstoytt, at politik­ararnir í Klaksvík sum nakað sjálvsagt royna at ákæra onnur fyri egna miseru, heldur enn at taka í egnan barm og ásanna, at tíðirnar eru broyttar, og at teir strukturarnir, ið bygdu Klaksvík upp gjøg­ num tjúgundu øld, eru um at fánast. Hetta sama fyri­ brigdið kenna vit tíverri eisini úr Suðuroynni, har politikararnir mangan royna at finna ein felags fígginda, heldur enn at líta inneftir og ásanna strukturellu trupul­ leikarnar hjá Suðuroynni. Klaksvíkingar tykjast hesar seinastu dagarnar at vera vaknaðir við kaldan dreym, nú teir hava funnið út av, at teir helst hava sovið í tímanum og als ikki hava megnaða at »geara« Klaksvík til nýggju tíðirnar, t. d. við at umskipa handilsstrukturarnar í bý­num, t. d. við einum lokk­ andi handilsmiðdepli. Klaksvík vaks í sínari tíð av strukturellum ávum. Føroyingar sum heild eiga at vera meiri tilvitaðir um tær grundleggjandi treytirnar fyri trivnað á Føroya landi, og tað er mangan misvísandi einans at fokusera upp á »menniskjuliga handling«, uttan at reflektera yvir tað høpi, handlingin ger seg gald­ andi í. Sjálvandi hevði tað týdning, at mætir menn sum J. F. Kjølbro stóðu handan róðrið og stýrdu vinnulívið við hepnari hond. Men einki hevði verið gjørligt, um ikki Klaksvík reint geografiskt var sum skræddaraseymað til fiskivinnuídnaðin. Klaksvík var upp­runa­ liga fýra smáar land­bún­að­ arbygdir, Uppsalar, Gerðar, í Vági og Biskupstøð (áð­­ur Myrkjanoyri). Sum Før­ oyar broyttust frá einum landbúnaðarsamfelagi til eitt fiskivinnusamfelag, vaks búsetingin fram sum eitt úrslit av einari vinnuligari miðsavning kring vágna; sjálvandi or­ sakað av, at handilsfilial hjá einahandlinum kom í bygdina, eins og eisini í Vestmanna og á Tvøroyri. Tá einahandilin varð niður­ lagdur, tok menningin dik á seg, og um aldarskiftið varð býurin Klaksvík veru­ leiki, og gjørdist hann einki minni enn Føroya fiski­ vinnuhøvuðsstaður. Fiski­ vinnu­øldin er nú farin at kám­ ast, ella er í broyting. Føroyar eru á veg inn í vitanar- ella netverkssamfelagið, og vinnu­lívið verður alsamt fjøl­broyttari – hóast út­­flutn­ ingurin tíverri ikki broytist samsvarandi skjótt. Strukturbroytingar í samfelagnum í dag Gjøgnum seinastu nógvu áratíggjuni hava íløgur í und­irstøðukervið ver­ið ein týðandi táttur í sam­ felagsmenningini í Føroyum. Samanbindingin av bygdum og oyggjum hevur verið ein aðaltáttur í moderniseringini av Føroyum, og hevur hetta hepnast í ávísan mun. Fólk eru farin at ferðast meiri millum bygdir, og so líðandi er samfelagsstruktururin tí­skil broyttur. Vit liva ikki longur bert í bygdini, men í heilum økjum, ja um alt Meginlandið. Alt ov seint valdu vit at fara frá miseyðnaðu (anakronistisku) bygdamenningini til eina meiri framskoðandi økis­­ menning. Tað skuldi ein lemjandi sam­fe­lags­kreppa til, áður enn før­oy­ingar raknaðu við. Í kjalar­ vørrinum av kreppuni skuldu kommunurnar endi­­liga leggjast saman (Kommununevndin 1997-8), men uttan stórvegis hepni. Ikki fyrr enn nú – tíggju ár seinni – byrja økini so smátt at tóna fram. Ikki fyrr enn nú byrja fyrisitingarligu strukturarnir so nøkulunda at laga seg til veruleikan. Og kanska er veruleikin í øllum meldrinum aftur svomin und­ an okkum, meðan vit royna at fanga hann við okkara sera ójøvnu og slitnu strukturellu meskum. Taka vit Landnyrð­ings­ føroyar sum dømi, so verða tær væntandi umskapaðar til tríggjar ella fýra stór­ kommunur í næstum: Norðoya kommuna og antin ein ella tvær kommunur í Eys­ turoynni, umframt sjálvandi kommununa í Sundalagnum. Hetta er sjálvandi ein bati. Men er veruleikin ikki tann, at alt hetta økið er um at vera funktionelt integrerað? Ungdómar úr øllum hesum risastóra økinum ganga í skúla á Kambsdali. Fólk kunnu búgva í Sundalagnum, men arbeiða í Runavík ella í Klaksvík – ella, sjálvandi, í Tórshavn. Serliga nú Norð­ oyatunnilin kemur, verður alt hetta økið knýtt saman í eitt stórt, dynamiskt øki. Sæð í hesum ljósinum er tað als eingin býttur tanki at miðsavna HF á Kambsdali, um vit – væl at merkja – góðtaka fatanina um, at ein samansjóðing av miðnámsútbúgvingum skap­ ar eitt betri lestrarumhvørvi. Hinvegin – kann man so eisini argumentera – kann HF av somu orsøk sjálvandi eisini miðsavnast í Klaksvík. Nú er knappliga so stutt millum Klaksvík og Kambsdal, at eingin trupulleiki er at koyra í millum. Og tó: Har er framvegis tunnilsgjaldið. Hóast ein ávís strukturell forðing verður brotin niður, tá norðoyingar kunnu koyra, heldur enn sigla um Leirvíksfjørð, so eru hesar 100-200 krónurnar (hvussu nógv tað verður er ilt at vita, men helst verður tað nakað tað sama sum um Vestmannasund) framvegis ein forðing, ikki minst men­talt. Men hóast hetta, mugu Norðoyggjar sigast at verða nærri knýttar at Meginlandinum, tá tunnilin letur upp í vár. Bróðurparturin av Norðoyggjum verður tá at meta sum ein partur av Meginlandinum, eins og Vág­arnar eru vorðnar tað hesi seinastu tvey árini. Meginlandið sum allokeringsmarknaður Við øðrum orðum skulu norð­oyingar nú kappast við eysturoyingar, streym­ oyingar og vágafólk um alt millum himmal og jørð. Eg síggi føroyska Megin­ land­ið sum ein stóran »allokeringsmarknað«, t.v.s. eina útbjóðing av »støðum«, ið kappast um at verða útfylt við samfelagsligum funktiónum. Samfelagið kann býtast upp í nógvar ym­iskar tættir: íðnaður, hand­il, tænastustovnar, út­­­ búgvingarstovnar, sjúkra­ røkt­arstovnar, ítróttar­hent­ leikar, bústaðar­øki o.s.fr. Sam­felagið hevur tørv á øllum hesum tættum, men spurningurin er, hvar hesir samfelagstættir skulu »allokerast«. Eg nevndi fyrr í hesi kronikk, at Klaksvík hevur havt eyðnuna við sær sum »stað« hesi sein­ astu hundrað árini, tí at vágin kanska er tann besta av øllum í landinum til fiskivinnuvirksemi. Klaks­­vík er eitt úrslit av, at einahandilsfilialið varð allokerað hagar. Klaksvík er sostatt eitt úrslit av at staðið hevur verið serstakliga væl egnað sum fiskivinnu og handilspláss. Í dag er samfelagið tó broytt, og fiskivinnan er ikki longur so dominerandi sum hon einaferð var. Enn er tørvur á góðum havnum sum í Klaksvík, í Fuglafirði og í Runavík, men afturat er komið virksemi, ið ikki krevur kaikant, men heldur hevur tørv á góðum vegasambandi. Kring allar Føroyar eru nú Undirstøðukervið og umskapanin av Samanbindingin av bygdum og oyggjum hevur verið ein aðaltáttur í moderniseringini av Føroyum, og hevur hetta hepnast í ávísan mun. Fólk eru farin at ferðast meiri millum bygdir, og so líðandi er samfelagsstruktururin tí­skil broyttur. Vit liva ikki longur bert í bygdini, men í heilum økjum, ja um alt Meginlandið. 22 Nr. 215 - 9. november 2005