Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

v føroyska samfelagsstrukturinum ídnaðarøki, ið als ikki hava tørv á kaikanti, sum t. d. Kambsdalur, Klingrugarður (við Borðoyavík), Ritu­ víks­hálsur, Gøtudalur, á Sandvíkarhjalla, á Hjalla og á Hálsi (hesi trý seinastu í Tórshavn). Somuleiðis er ikki longur neyðugt at búgva nær við havnina, fyri at til skal bera at ganga oman á fiskastykkið, sildavirkið ella oman í egningarskúrin. Grundin til at Klaksvík gjørd­ ist so stór, var, at verkafólkið noyddist at búseta seg á staðnum fyri at kunna út­bjóða sína arbeiðsmegi á arbeiðsplássunum kring vágna. Nú ber tó knappliga til at búgva á Eiði og arbeiða á Kósini, ella umvent: búgva í Klaksvík og arbeiða t.d. í umsitingini í Tórshavn. Í samsvari við hetta rationalið eru nøkur av best umtóktu bústøðunum hesi seinnu árini (mátað í relativum fólkavøkstri), bygdir, ið hava gott vegasamband, sum t. d. Hósvík, Hvalvík og Gøta. Tað er t. d. bert eitt hanagleiv úr Gøtu til Runavíkar og Fuglafjarðar – og skjótt eisini til Klaksvíkar. Tískil hevur Gøtu kommuna eisini valt at lata vera við at gera ov stórar íløgur í havnina, men heldur at nýta pengarnar upp á skúla, barnaansing og annað slíkt. Við nógv øktu pendlingini aftur og fram á Meginlandinum, er gjørligt at »koyra seg« til ymiskar tænastur í øðrum bygdum og býum, og tískil eru bygdirnar á ein grundleggjandi hátt funktionelt samantvinnaðar, og landið verður sum kunnugt støðugt meiri samantvinnað sum árini ganga. Hetta fyribrigdið plagi eg at nevna »hin føroyski netverksbýurin«. Hugleiddur av m. a. hugtakinum um netverkssamfelagið, ið spanski sam­fe­lags­frøð­ ing­urin Manuel Castells (The Rise of the Network Society: 1996) legði fram í nítiárunum, síggi eg Føroyar – ella rættari: føroyska Meg­ inlandið – sum ein stóran netverksbý. Hesin býur er serliga samskipaður kring høvuðsvegin millum Tórshavn, Klaksvík og Runa­ vík – og partvíst Vágarnar. Føroyski netverksbýurin er ein stórur býur, har øll í prinsippinum kunnu arbeiða allastaðni, um tey væl at merkja hava bil. Ein bygd hevur ikki longur tørv á hvørki ídnaði, tænastuvirksemi – tíansheldur kirkju – fyri at vera bygd. Og hinvegin hevur ein handil ikki tørv á einari bygd, tí at fólk bara kunnu koyra til handilin úr øðrum bygdum og býum – um tilboðini væl at merkja eru nóg góð. Soleiðis verður hugsað um at seta á stovn ein handilsmiðdepil í Gøtu­dali, t. v. s. uttan fyri Norðragøtu, heldur enn at byggja handilsmiðdepilin á fúla grótkastinum í Klaks­ vík, ið var ætlað til hetta enda­mál – ella kanska eitt ment­anarhús. Fólk – og ser­­liga eysturoyingar – eru von við at koyra aftur og fram millum bygdir, og ung­dómurin verður eisini væl og virðiliga fløskaður upp við einari »mobilari ment­­an«, har skúlabørn í Runavíkar kommunu verða fartaði aftur og fram inn á Glyvra skúla, eins og børn í Leirvík og Gøtu verða koyrd inn í Fuglafjarðar skúla. Seinni skulu hesir somu ungdómar koyra inn á Kambsdal at nema sær miðnámsútbúgving. Hetta er eingin stórur trupulleiki, tí bussarnir koyra støðugt, og tey flestu hava sum kunnugt bil. Meginlandið sum savnandi eind? Tað er tí áhugavert, at miðfyrisitingin og lands­ stýr­ið so smátt byrja at lufta tankar um at fremja tað føroyska Meginlandið sum eina savnandi eind. Mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, tosaði í 5’aranum 2. novembur 2005 um, at almennu Føroyar heldur enn at hava somu funktiónirnar á nógvum ymiskum pláss­ um í landinum (sum plan­ legg­ingin frá fimmti- og seksti­talinum og frameftir legði upp til) skulu fremja eitt funktionelt arbeiðsbýti, soleiðis at Klaksvík t. d. spesialiserar seg innan fyri matvøruútbúgvingar o. l., meðan HF flytir inn á Kambsdal til hinar mið­ námsútbúgvingarnar. Hetta er ivaleyst ein fruktagóð tankagongd, tí í einum so lítlum landi sum Føroyum er neyvan ráðiligt at spjaða resursurnar. Eisini er tað frískt, at miðfyrisitingin byrj­ ar at síggja, at líka langt er úr Havn til Klaksvíkar sum úr Klaksvík til Havnar, soleiðis at einki forgjørt er í, at havn­ arfólk fara til Klaksvíkar at taka eina útbúgving. Við undirsjóvartunlinum er jú einans ein tími millum báðar býirnar. Rationalið um at fremja Meginlandið sum eina dynam­iska, savnandi eind, soleiðis at alt Meginlandið sum frá líður verður at meta sum eitt stórt, mobilt øki, er av sonnum ein skilagóð nýhugsan. Men hetta er ein stórur kontrastur til bygda­ menningarrationalið, ið fram­vegis hevur fastatøkur í nógvum føroyingum, og – ikki minst – politikarum. Um alt Meginlandið skal regionaliserast, so eru tað nøkur strukturell viðurskifti, ið eru við til at forða fyri hesi menning. Tað fyrsta havi eg nevnt, og tað er sjálv­andi tunnilsgjaldið. Men harumframt eru Før­ oy­ar býttar upp í bæði komm­unur og valdømir, ið tilelva ávikavíst lokalar og regionalar politikkir. So leingi sum Eysturoy og Norðoyggjar eru tvinni valdømi, so fer at verða ringt at samskipa politikkirnar fyri hetta økið. Væntandi verður trupult bara at skapa eitt nøkulunda vælvirkandi øki, tá hetta mark skal sáa split millum økini bæði. Tað er enntá ein spurningur um vit ikki longu nú eiga at venja okkum við tankan um at leggja Norðoyggjar og allar Eysturoynna saman í eina kommunu um ikki alt ov nógv ár (ella áratíggju). Um talan skal vera um eitt øki, skal talan so ikki eisini vera um eina kommunu, ella hvussu? Eiga vit ikki at laga okkum til ta strukturellu broytingina, ið fer fram í hesum tíðum, ella enn betri: stuðla og skunda uppundir hesa strukturellu broytingina? Ella skulu vit heldur varðveita teir gomlu fyristingarligu strukturarnar, so hesir kunnu royna at tálma strukturellu broytingina, ella laga hana til tey lokalu viðurskiftini? Tað tykist mær eyðsýnt, at tað er hetta tey royna í Klaksvík, og tað er eftir mínum tykki bæði gott og ringt. Hetta er ein avgerandi spurn­ingur, ið føroyingar eiga at spyrja seg sjálvar. Er tað ikki best at lata marknaðarkreftirnar ráða, soleiðis at vit fáa ein meiri dynamiskan búskap á Meginlandinum, ella er tað kanska heldur sum Rani Nolsøe, býráðslimur í Klaksvík, segði í 5’aranum 2. novembur 2005, at stór­ur partur av føroyska búskapinum (her hugsi eg serliga um lokalu búskapirnar í t. d. Norðoyggjum og í Suðuroynni) er ein margi­ nalbúskapur, og at hesin búskapur fer at kollapsa ella kanska rættari: »implodera«, um ikki hann verður stuðl­ að­ur sosialt, politiskt og fyrisitingarligt? Er tað ikki so, at búskapurin í t. d. Klaksvík er bygdur upp á »reint treiskni« (»sheer defiance«), ið samfelagsfrøðingurin Gest­ur Hovgaard (Local restructuring – The case of Klaksvík: 2002: 115-22) hev­ur víst, og ikki upp á marknaðartreytir? Og um so er, hvussu skal Klaksvík klára seg, um Meginlandið verður umskapað til tað, eg fyrr í hesi grein nevndi ein »allokeringsmarknað«? Endaligi spurningurin er: Hvussu leingi fara klaks­ víkingar at megna at standa ímóti strukturella trýstinum? Hvussu leingi kann tann »reina treisknið« tvíhalda um ein lokalt baseraðan bú­skap? Trupulleikin er, at klaksvíkingar bæði vilja integrerast í Meginlandið, men samstundis vilja varð­­veita teir lokalu struk­ turarnar. Men ber tað til í longdini? Nakrar keldur: • Manuel Castells: ”The Rise of the Network Society”, Oxford/ Malden: Blackwell Publishers Ltd, 1996 • Bergmann Finnsson: ”Samling og splittelse”, Roskilde Universitetscenter: Integreret speciale i Geografi og Historie, 2005 • Jørgen Ole Bærenholdt: ”En krise eller nye muligheder fro bygderne?”, í Sámal T. F. Johansen o.a. (ritstj.): ”Krisen på Færøerne, problemstillinger og perspektiver”, Roskilde Universitetscenter: NORS-skrifter nr.26, Publikationer fra Institut for Geografi, Samfundsanalyse og Datalogi, 1993 • Rolf Guttesen: ”13 Klaksvík – de nordlige øers hovedstad”, í Rolf Guttesen: ”Topografisk Atlas Færøerne”, København: C.A. Reitzels Forlag, 1996 • Dennis Holm: ”Fjarferðing í Føroyum”, Granskingardepilin fyri økismenning: Arbeiðsrit nr. 8, 2004 • Gestur Hovgaard: ”Local restructuring – The case of Klaksvík”, í Richard Apostle o.a.: ”The Restructuration of the Faroese Economy”, Frederiksberg: Samfundslitteratur Press, 2002 • Kommununevndin: ”Nýggj kommunal skipan”, Tórshavn: Kommununevndin, 1/1, 1997; 1/2, 1998; 2, 1998 • Kaj Lemberg: ”Landsplanlægning på Færøerne”, í Byplan 4, 1962, Dansk Byplanlaboratorium, 1962 • Sámal Matras Kristiansen: ”Forestillingen om bostedet”, Roskilde Universitetscenter: Integreret speciale i Socialvidenskab og Geografi, 2005 • Ole Nielung: ”Bygdetyper på Færøerne”, í Kulturgeografiske skrifter 2, Kulturgeografisk Institut, Aarhus Universitet, 1968 Endaligi spurningurin er: Hvussu leingi fara klaks­víkingar at megna at standa ímóti strukturella trýstinum? Hvussu leingi kann tann »reina treisknið« tvíhalda um ein lokalt baseraðan bú­skap, spyr Sámal Matras Kristiansen, samfelgsfrøðingur Nr. 215 - 9. november 2005 23