Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 10. november 2005 9 Á býráðsfundi í farnu viku samtykti Tórshavnar Býráð at lýsa eftir einum vinnusamskipara, sum millum annað skal lýsa vinnulívið í kommununi og útgreina hvørji átøk, ið Tórshavnar Kommuna kann gera fyri at menna vinnuna í kommuni og skapa betri karmar. Borgarstjórin ivast ikki í, at íløgan fer at løna seg aftur fleiri ferðir VinnulíV Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fyribils er ein hálv millión játtað árliga næstu tvey árini til vinnusamskiparan, sum kemur at hava nógvar ymiskar uppgávur. Vinnu­ samskiparin skal eitt nú kortleggja vinnuna í komm­ ununi, orða eina vinnustrategi fyri Tórshavnar Kommunu, og eisini útgreina hvat kommunan kann gera fyri at menna ferðavinnuna í Suðurstreymi. Vegleiða ígongdsetarum Heðin Mortensen sigur, at eftir hansara tykki verður talan ikki um nakra útreiðslu fyri kommununa. ­ Eg síggi hetta sum eina íløgu, og eg ivist ikki í, at hon fer at vinna seg fleiri ferðir inn aftur. Hetta fer vónandi at skapa størri áhuga fyri vinnulívinum í kommununi, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin í Havn sigur, at tað eru nógv ungfólk, sum ætla sær gongd við okkurt í kommununi, og hesi seta seg mangan í samband við kommunuumsitingina fyri at fáa hjálp. Tí verður ein av arbeiðsuppgávunum hjá nýggja vinnusamskiparanum at vegleiða og ráðgeva ungum ígongdsetarum, sum ætla at byrja fyri seg sjálvan. ­ Býráðið heldur, at tað hevur stóran týdning, at vit fáa eitt stað, har fólk kunnu venda sær við spurn­ ingum um vinnulívið í kommununi. Vit fáa eisini javnan fyrispurningar úr útheiminum frá útlendskum fyritøkum, ið eru áhugaðar í at koma í samband við fyri­ tøkur í kommununi. Tí kemur ein tann fyrsta uppgávan hjá nýggja samskiparanum at kortleggja alt vinnulívið í kommununi, soleiðis at vit hava eitt greitt yvirlit yvir alt hetta øki, sigur Heðin Mortensen. Dentur á ferða­ vinnuna Í býráðssamtyktini stendur eisini, at nýggi samskiparin skal útgreina, hvat komm­ unan kann gera fyri at menna ferðavinnuna í øki­ num, og júst hetta leggur borgarstjórin stóran dent á. ­ Í næstum fer kunning­ arstovan at flyta í nýggj hølir, og vit ætla okkum av álvara at menna ferðavinnuna. Nú fleiri smærri kommunur eru komnar uppí Tórshavnar Kommunu, hava vit fingið fleiri smáar perlur, ið tað ræður um at gagnnýta inn­ an ferðavinnuna. Somuleið­ is hava vit brúkt eina stóra upphædd uppá at gera gomlu sluppina Westward Ho í stand, og tað er upplagt, at hon verður nýtt í ferðavinnuni, sigur borgarstjórin. Heðin Mortensen greiðir frá, at í næstum verður lýst eftir vinnusamskiparanum, og hann sigur seg vóna, at viðkomandi kann byrja í nýggja starvinum á nýggj­ árinum. Matstovan, sum Tórshavnar Býráð hevur latið gjørt í Posthúsbygninginum á Vaglinum, verður nú boðin út til áhuga, ið hava hug at reka matstovuvirksemi í hølini uttan fyri arbeiðstíð hjá býráðsumsitingini. MatstoVuVirkseMi Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í drúgva tíð hava handverkarar arbeitt í Posthúskjallaranum, har tað leingi hevur verið ætlan um at gera eina mat­ stovu til starvsfólkini hjá býráðsumsitingini. Nú eru hølini um at verða liðug, og tí verða tey boðin út til áhuga, ið hava hug at reka matstovuvirksemi í hølu­ num. Ikki kappingar­ avlagandi Tey, ið hava áhuga í at leiga hølini til at reka mat­ stovuvirksemi í, kunnu ráða yvir hølunum frá klokkan trý seinnapartar til klokkan eitt um náttina gerandisdagar og alt samdøgrið í viku­ skiftinum. Í dagtímunum gerandisdagar skulu hølini nýtast til starvsfólkini hjá býráðsumsitingini, ið skulu hava kantinu í hølunum. Hetta virksemi verður eisini bjóðað út til møguligar leig­ arar. Tað hevur verið ført fram, at tá ið býráðið soleiðis bjóðar nýgjørd matstovuhølir út, er tað kappingaravlagandi, tí talan er um ein almennan stovn, men hesum vísir borg­ arstjórin, Heðin Mortensen, aftur. ­ Vit hava havt samband við felagið hjá matstovueigarum og greitt teimum frá, at tann, ið kemur at leiga hølini, skal kappast á jøvnum føti við allar aðrar matstovur í býnum. Tað stendur eisini einum og hvørjum frítt at bjóða seg fram at leiga hølini, sigur Heðin Mortensen. Útbjóðingartilfar liggur í Snarskivuni, og seinasta freist at lata umsóknir inn er hósdagin í komandi viku. Stjórin í Vinnuhús­ inum, Jan Mort­ ensen, heldur tað verða gleðiligt, at Tórshavnar Kommuna tekur stig til at nøra um vinnulívið í høvuðsstaðnum VinnulíV Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í Vinnuhúsinum fegnast tey um, at Tórshavnar Kommuna tekur stig til at bøta um karmarnar hjá vinnulívinum. Ein náttúrlig gongd Jan Mortensen sigur tað verða gleðiligt, at komm­ unan metir tað hava týdning at nøra um vinnulívið, og at kommunan roynir at gera ein aktivan innsats fyri vinnulívið í býnum. ­ Tað er bæði gott, men eisini ein náttúrlig gongd, at kommunan er við til at skapa karmar fyri vinnulívið. At Tórshavnar Kommuna hevur tikið hetta stig, fer ivaleyst eisini at skunda undir, at aðrar kommunir í landinum fara at ganga somu leið. Sjálvsagt eru tað ikki allar, ið hava orku til hetta, men nú verður samstarva á so nógvum økjum tvørtur um kommunumørk, og tað kundi tað eisini verið á hesum økinum, heldur Jan Mortensen Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at afturi í tíðini vóru nógvar kommunur beinleiðis blandaðar uppí vinnulív, tá ið tær til dømis áttu part í flakavirkjum, men tann tíðin er farin, og at man nú ístaðin er farin at hugsa um at gera okkurt positivt fyri vinnulívið, er bert at fegnast um, sigur Jan Mortensen. Gleðiligt at kommunan nørir um vinnulívið Býráðið vil hjálpa vinnulívinum Býráðið bjóðar matstovu út Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, heldur tað verða gleðiligt, at Tórshavnar Kommuna tekur stig til at bøta um karmarnar hjá vinnulívinum. Hann væntar eisini, at hetta eisini fer at skunda undir aðrar kommunur. savnsmynd Nýggju matstovuhølini eru so at siga liðug. Enn er einki innbúgv sett upp, men tað skuldi ikki tikið langa tíð, og so verður klárt at fara í gongd. Mynd: Jens Kr. Vang Heðin Mortensen, borgarstjóri, ivast ikki í, at tað fer at íløgan í vinnusamskipara fer at løna seg aftur fleiri ferðir. Mynd: Jens Kr. Vang