Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 216 - 10. november 2005 Tað er komið sera dátt við hjá hóvligu arabisku lond­ unum, at víðgongdir islamistar nú eisini eru farnir at gera um seg í tí annars friðsæla og friðhalgaða Jordan. Bumbuatsóknir í Amman í gjár hava gjørt av við umleið 60 sivil og løstað fleiri hundrað. Hetta er fyrstu ferð leingi, at víðgongdu islamistarnir gera um seg í Jordan. Spurningurin er so, hvat teir vilja við hesum og hvat tað næsta verður. Hendingin kemur ikki so langt aftaná heldur óhugna­ ligu avdúkingarnar í Miðeystri, har iranski leiðarin á almennum fundi segði, at Ísrael skal ruddast burt av heimskortinum, og har frágreiðing frá ST vildi vera við, at syrialendska stjórnin átti sín lut í drápinum av fyrrverandi libanesiska stjórnarleiðaranum. Bæði Iran og Sýrialand verða løgd undir at hava samhuga við og stuðla teimum víðgongdu islamistunum, sum nú aftur eru uppá spæl í grannalandinum Jordan. Allar hesar hendingar og avdúkingar prógva meira enn nakrantíð, at Miðeystur er einki minni enn ein krúttunna. Tað er greitt, at víðgongdu islamistarnir eru desperatir, nú tað ikki hevur eydnast teimum at seta dagsskránna og spjaða nóg nógvan ótta til at fáa muslimar í fleiri londum at gera uppreistur. Ein sera áhugaverd og sigandi dokumentarrøð í BBC, sum SVF hevur sent tvey týskvøld á rað og har triði partur verður sendur komandi týsdag, viðger nettupp hesar somu spurningar: hvussu teir víðgongdu islamistarnir aftur kunnu seta dagsskránna við m.a. at fara eftir sínum egnu. Tvs. hóvligum, ósekum og sivilum muslimum. Tá tað ikki hevur borið til hjá teimum at fáa fólkið við sær í eitt nú arabiskum londum sum Algier og Egyptalandi og Irak og Afganistan verður mest ræð­ andi og ógvusliga vápnið brúkt, nevniliga hetta at skapa ótta í kjalarvørrinum á sjálvmorðsatsóknum. Spurningurin er bara, nær hetta elvir til móttrýst frá eins egnu. Nær muslimar reisa seg móti teimum mest viðgongdu av sínum egnu! Flestu av teimum deyðu í atsóknunum í Jordan í gjár vóru muslimar. Slíkar bumbuatsóknir kunnu gera, at muslimar sum heild í størri mun fara at venda sær móti sínum muslimsku brøðrum, sum byggja sína tilveru á morð og ótta. BBC filmarnir um óttans ringrás eru sera viðkomandi í júst hesum døgum, og teir geva okkum nakað at hugsa um, tí teir viðgera eisini óttans forsprákarar í okkara kristna heimi, her serstakliga USA. Vit eiga øll at fordøma hendingarnar í Jordan í gjár eins og vit ikki kunnu taka undir við, at lond sum Iran og Sýrialand stuðla terrorvirksemi. DAGSINS MEINING Sosialurin Miðeystur - ein krúttunna VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðslan ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bergun Kass Vit sóu, at tað í hesi sending­ ini varð tosað um likamliga heilsu, og var tað víst á hvussu ein, við sunnum lívsstíli, kann betra um lívsdygdina, og harumframt møguliga eisini leingja sær tíðina her á foldum. Tað var gleðiligt at síggja stjóran á Føroya Telé greiða frá, hvussu tann fyritøkan roynir at skapa karmar fyri og stuðla starvsfólkinum í at vera likamliga virkin. Hetta eisini fyri at fáa starvsfólkatrivnað á arbeiðsplássinum. Tað sum eg havi hug at nema eitt sindur við, er ta ‘sálarligu heilsuna’ og vísa, ella minna á, at best er um fyritøkur sum heild arbeiða við persónligu viðurskiftunum hjá starvs­ fólkunum í rættari raðfylgju, soleiðis at tað eisini verður ein sunn sál í einum sunnum likami. Hugsa vit um ta kendu Maslow’s pyramiduna, sum skal vísa myndina av tørvinum hjá einum menniskja, so vil her tann grundleggjandi tørvurin vera matur og klæðir, og krøvini økjast síðani uppeftir á pyramiduni til onnur ting, so hvørt sum krøvini niðanfyri verða uppfylt. Á sama hátt kunnu persónligu krøvini á ein­ um arbeiðsplássi eisini rað­ festast, t.v.s. at tað verður ein grundleggjandi tørvur, sum síðani verður víðkaður. Tey grundleggjandi viður­ skiftini á einum arbeiðsplássi verða fyri tann einstaka: • At kenna arbeiðsupp­ gávuna til fulnar • At vita hvat krevst av einum (bæði tíðar­ og avriks­ liga) • At verða virdur fyri avrik ­­ • At verða kunnaður um viðurskifti, sum viðrøra einum sjálvum og fyritøkuni sum heild • At verða drigin uppí arbeiðið og tilrættaleggjan, í tann mun ein kann virka mennandi fyri økið ella fyri­ tøkuna • At verða inspireraður í dagliga arbeiðinum av ein­ um dugnaligum stjóra ella leiðara. • At verða mentur og stuðl­ aður til at taka arbeiðsligar avbjóðingar Umframt hesi persónligu viðurskifti, er tað eisini avgerandi fyri avrikið, at fysiskir og tøkniligir karmar eru nøktandi, at ein hevur neyðugu arbeiðstíðina og at tað er gjøgnumskygni og rímiligheit í lønarsamsýn­ ingum, t.v.s. greiðar reglur fyri, hvussu starvsfólk verða lønt. Alt hetta er fundamentið fyri starvsfólkamotivatión og ­nøgdsemi. Ovast í hesari pyramiduni koma síðani aðrir ágóðar, so sum sunnur kostur, møguleikar fyri likamligum venjingum av einum og øðrum slagi v.m. Á fakmáli verður henda miðvísa starvsfólkaleiðsla kallað ­Human Ressource Management (HRM), og dragar hon seg í stuttum um at skipa soleiðis fyri leiðslu­ liga, at mest møguligt fæst úr hvørjum einstakum starvs­ fólki, til gleði og gagns fyri starvsfólk og fyritøku. ­­­ Í uppæliningi av børnum plagar man at tosa um ‘de gratis glæder’, og at tað eru tær, sum eru mest gevandi í samskiftinum millum foreld­ ur og børn. Vit eru í grundini børn alt lívið ­ vit vilja hava rós og vit virka best í einum glaðum og harmoniskum umhvørvi. Soleiðis kann man eisini í arbeiðslívinum tosa um nærveru, góða atmosferu og trivna sum altavgerandi í menningini av fyritøkuni. Hetta stillar stór krøv til stjórar og leiðarar og er ofta torførari at fyrihalda til, enn tað vanliga fyrisitingarliga arbeiðið. Men tað er týdningarmikið at arbeiða í rættari rað­ fylgju við øllum starvs­ fólkaspektrinum, soleiðis at kondirúm og rennibreytir ikki verða nýttar sum terapiøki fyri frustreraðar arbeiðssálir, men meiri sum uppbyggjandi og íblásturgevandi til fram­ burð. Vit mugu finna javn­ vágina! Annars tøkk fyri eina góða sjónvarpssending Samstundis nýti eg hetta høvið at takka Dagny Joensen fyri orðini í Mentunnarsendingi í Svf., har hon vísir á, at tann intelligenta og tann kenslu­ liga síðan (IQ og EQ) mugu fylgjast at og sameinast í menningini av fyritøkunum og landinum sum heild. Eg eri so púra samd í hesum. Viðmerking til Ekkó sendingina í sjónvarpinum, sum snúði seg um evnið ‘Heilsa’. Steðgi nú á eitt bil, meðan væl er Randi í Jógvansstovu Nú eiga vit at steðga á, áðrenn ov seint er. Hesaferð er tað barnar­ verndarøki landsmyndug­ leikarnir roynir at snýsa av sær á kommununum. Um vit ikki eru á varð­ haldi nú, fer tað sama at henda sum hendi við barnaansingarøkinum á sinni. Endurgjald í landskattinum bleiv einki, og har sita vit so nakka­ long í dag. Vit gjalda, teir valda. Kommunala sjálvs­ ræði er eitt eiti. Ábygdin bleiv okkara, ikki eina krónu fingu vit, fyri at yvirtaka málsøkini hjá landinum. Nú er tað so barnavernd­ arøkið tað snýr seg um, og eru vit ikki á varðhaldi, verður tað sama skilið aftur. Góði harra fíggjarmála­ ráðharri. Ver nú fittur og sig okkum beint fram: Hvussu nógv fáa vit frá tær fyri at umsita enn eitt málsøki hjá landinum. Lat svarið vera heilt einkult: Krónur og oyru. Ikki fara at roksa um, at tú hevur latið skattalætta og den slags, tað er alt ov »innviklað« fyri okkum vanligu skattgjaldarar.