Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 216 - 10. november 2005 13 Mong eru tey, sum fara gjøgnum truplar tíðir, og sum spyrja seg sjálv, um Gud man leggja nakað í tey, ella um tey munnu vera nakað verd. Sunnudagin 13. no­ vemb­er kl. 20.00 verður tiltak á Tjóðpalli Føroya í Tórsgøtu 9 í Havn við sangi, tónleiki, videoklippi og lívsfrásagnum. Evnið verður: ”Tú hevur virði stórt.” Luttakandi verða m.a. Anna Háb­erg, Karl Jo­ hannesen, Bjarni Jøkladal, Petur Háb­erg og Jógvan Zachariassen. Atgongumerki á 30 kr. fáast í Kunningarstovuni í Niels Finsensgøtu 13. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 ­ Fax 341801 ­ Fartelefon 216135 e­mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum b­era vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, b­rúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Knút Eiler Thorsvig, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 8. novemb­er, 61 ára gamal. Kistan fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Knút, kunnu lata Føroya Felag móti Krab­b­ameini eina gávu. Konto í pen­ ingastovnunum. Oliva Jacobsen, Sanda­ vágur, andaðist á Ellis­ heiminum í Miðvági týs­ dagin 8. novemb­er, 86 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Sólrun Holm, fødd Winther, í Havn, b­úsit­ andi í Keypmannahavn, andaðist 7. novemb­er, 88 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 12. novemb­er klokkan 12 úr Samuels kirkjuni. Tey, sum vilja minnast Sólrun kunnu lata Sands kirkju eina gávu. Konto í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir 70 ára føðingardagur Leygardagin 12. nov. verður Hagb­ard Dalfoss 70 ár. Tey, sum vilja heilsa upp á Hagb­ard, eru vælkomin inn á gólvið hjá dótrini í Marknalíð 3 (leygardagin) millum kl. 10.00 og 14.00, har hann verður at hitta. Diamantbrúdleyp Mánadagin 14. novemb­er hava Ketty og Magnus Hamrá í Hósvík diamantb­rúdleyp. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Knud Ejler Thorsvig Tórshavn andaðist týsdagin 8. november 61 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin 11. november kl 18.00 Jarðarferðin verður frá kirkjugarðskapellinum leygardagin 12. november kl 13.00 Familjunnar vegna Marita, Annika, Eyðun og børnini Tey, ið vilja minnast Knud, kunnu lata Føroya felag móti Krabbameini eina gávu, konta í peningastovnunum Kunngjørt verður, at okkara kæra kona, mamma, vermamma, omma og langomma Sólrun Holm fødd Winther í Tórshavn, búsitandi í Keypmannahavn andaðist 7. november 88 ára gomul. Jarðarferðin verður leygardagin 12. november kl 12.00 úr Samuelskirkjuni. Familjunnar vegna Kristian og Gunnvá Tey, ið vilja minnast Sólrun, kunnu lata Sands kirkju eina gávu. Í samb­andi við at Hans Jacob­ Hansen í Havn hevur havt sín seinasta arb­eiðsdag hjá Tórshavnar kommunu, aftaná 25 ár í starvi, var hann til móttøku hjá b­orgarstjóranum Heðin Mortensen fríggjadagin 21. oktob­er. Dagin eftir, tann 22. oktob­er, fylti Hans Jacob­ 80 ár. Hans Jakku, ið er Havn­ armaður við stóra H, hevur starvast á vegdeildini, í Gundadali og í Mylnugøtu. Áðrenn tað hevði hann verið sjómaður í mong ár. Hann var giftur við Lau­ rinu, vanliga nevnd Ninna, ættað úr Kollafirði. Hon andaðist í fjør, 75 ára gomul. Tey høvdu annars kunna hildið gullb­rúdleyp í ár. Á móttøkuni handaði b­ýráðsformaðurin honum nýggju Býarsøguna, b­lómu­ tyssi og nál við b­úmerkinum hjá Tórhavnar kommunu. Dagurin í morgin 11. november . Mortansmessa. Til minnis um b­iskupin Martin í Tours í Fraklandi. Hann var føddur í tí, sum nú verður rópt Ungarn. Sum pápin var hann fyrst hermaður, men gav seg ungur í kirkjuliga tænastu, har hann skjótt kom fram. Hann var kosin til b­iskup í Tours. Mortan var verndarhalgimenni hjá øllum húsdýrum og hjá drykkjumonnum. Navnið er latínskt og merkir stríðshugaður. Hans Jacob til móttøku hjá býráðsformanninum Býráðsformaðurin Heðin Mortensen og Hans Jacob Hansen, sum nú er givin hjá Tórshavnar býráð Sangur og lívsfrásagnir á Tjóðpalli Føroya