Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. november 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 216 - 10. november 2005 Samstundis sum vit kring landið virða og stuðla rættindum og skyldum Tórshavnar at hýsa meg- inpartinum av landsins meginfyrisiting, so hava býirnir kring landið krav uppá, at landsmyndug- leikarnir í høvuðsstað- num virða og stuðla rætt- indum og skyldum teirra sum kraftardeplar at skapa trivnað og menn- ing. Henda stuðul sakni eg í løtuni sum borgar- stjóri í næst størsta býi í landi okkara, sigur Stein- bjørn O. Jocobsen, borg- arstjóri í Klaksvík Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri Klaksvík tann 9. november 2005 ísandi til orðaskiftið í fimmaranum í síðstu viku, ið snúði seg um stovnar, sum møguliga verða fluttir úr Klaksvík, vil eg við hesum koma við nøkrum ískoytandi viðmerkingum og eini inniligari áheitan í tí sambandi. Tá tøk skulu takast kring landið, tá størri vitjanir eru á skránni hjá landsstýri og løg- tingi, tá ídnaðarøki skulu út- vegast, vinnumøguleikar skap- ast og havnaútbyggingar krevj- ast, tá eldraøkið skal útbyggj- ast, ja ... stutt sagt: tá ein hjálp- andi hond er fyri neyðini úti í kommununum ... tá eru ikki so sjáldan boð eftir býráðunum, borgarstjórunum og umsiting- um teirra í býunum kring land- ið. Nei, misskiljið meg ikki: Vit, sum mynda býráðini kring landið eru fegin og errin av tí góða samstarvi, sum er millum okkum og landsstýri, løgting og landsmyndugleikarnar annars. Tað er ein heiður at sleppa at verða við til at samstarva við okkara háttvirdu landsstýris- og løgtingslimir - alt annað vildi verið løgið. Áðrenn eg komi til ta aktu- ellu støðuna, har eg í løtuni kenni landsins myndugleikar at vísa eina vantandi virðing fyri teimum stovnum, sum í áramál hava verið í Klaksvík, so skal eg sjálvandi ikki gloyma at fegnast um tey positivu tiltøk, sum seinnu árini eru framd av landinum her í økinum. Her kunnu nevnast stovnar sum Trygdarmiðstøðin, Bú- stovnurin við Mýrivegin og tann nú ætlaða útbyggingin av Tekniska Skúla í Klaksvík. Í øllum hesum førum hevur kommunan luttikið í verkætlan- unum, ta veri seg fíggjarliga ella á annan hátt. Men ... sum so mangan er eisini eitt men at finna - í øll- um førum í løtuni. Í hesum døgum, nú hesar reglur verða skrivaðar, siti eg sum borgar- stjóri í Klaksvíkar Kommunu við eini ófrættakendari kenslu, sum er íkomin av tí framferð og teimum útmeldingum, sum ymiskir landsstýrismenn og høgir stovnsleiðarar í landsum- sitingini seinastu tíðina eru komnir alment fram við. Fráboðanir, sum stórt sæð allar hava tað til felags, at stovnar, deildir og virksemi, sum í dag er, og sum í longri ella styttri áramál hevur verið í Klaksvík, nú skal flytast út úr hesum næst størsta býi í Føroya landi. Tað skuldi verið óneyðugt at nevnt ítøkilig viðurskifti, men fyri at geva tí ókunniga lesara- num nøkur dømi, kann eg upp- lýsa, at: • 54-skipanin hjá Føroya Tele í Klaksvík varð fyri árum síðan niðurløgd • Deildin hjá Arbeiðseftirliti- num í Klaksvík varð fyri árum síðan niðurløgd • Tænasturnar hjá Politistøðini í Klaksvík eru skerdar í mun til fyrr (nummarplátur o.tíl.) • Skerd játtan til Granskingar- depilin, hóast hesin hevur prógvað sína dygd og dugna- semi • Toll- og Skattstovan fyri Norðoya Økið er sambært landsstýrismanninum ávegis úr Klaksvík • HF-skúlin í Klaksvík sambært landsstýrismanninum ætlast nú fluttur úr Klaksvík • Kl. Sjúkrahús má støðugt berjast fyri síni tilveru, hóast tænastu og virksemi á høgum støði • Ambulansatænastan hjá Kl. Sjúkrahúsi verður javnan hótt við miðsavnan • Aðrar deildir og funksjónir á Kl. Sjúkrahúsi eru og verða antin skerdar ella niðurlagdar • Kommunulæknarvaktarskip- anin ætlast miðsavnað uttan um Kl. Sjúkrahús • O.s.fr. Býráðini royna at skapa trivna Tá ein lesur tey lítið hugaligu dømini, sum eg júst havi nevnt, kann ein lættliga fáa ta fatan, at býráðið í Klaksvíkar Kommunu bara situr við hondum í favn og gremur seg, men eg kann vissa lesaran um, at soleiðis er tað als ikki, tvørturímóti! Seinastu nógvu árini hava bý- ráðini í Klaksvík og í øðrum býum kring landið, gjørt eitt miðvíst og áhaldandi arbeiði fyri at menna eitt býarum- hvørvi og í tí at skapa ein trivna og eitt umhvørvi, har fólk í øllum aldrum bæði kunnu arbeiða og hava eina innihaldsríka frítíð. Sum dømi um framrættaði kommunal tiltøk í míni egnu kommunu kann eg nevna: • Klaksvíkar Bókasavn, ið er størsta bókasavn uttan fyri høv- uðsstaðin - og sera væl virk- andi • Kl. Svimjihøll, ið var tann fyrsta av sínum slagi her heima - nú skjótt við øktum tilboðum • Mentanarhúsið Atlantis • Norðoya Fornminnasavn, ið er størsta fornminnasavn úti um landið • Bústaðarmøguleikar og sethúsaøki • Ídnaðarøki, havnaumstøður o.s.fr. • Klaksvíkar Sløkkilið - ein sera væl virkandi trygd fyri alt Norðoya økið og skjótt longur enn tað • Eldraíbúðirnar undir Kráar- brekku - eitt frambrot fyri bú- staðarmøguleikar teirra eldru • Sambýli á Heygnum og onnur eldratilboð so sum Dagtilhaldið fyri Eldri • Býráðsumsiting, sum javnan verður útbygd og ment við kvalifiseraðum størvum, eitt nú innan tekniska og sosiala økið, barnavernd o.s.fr. • Ein virkin og skapandi ment- anardeild • Stuðul og umstøður til frítíð- ar- og ítróttarfeløg • Virkishús fyri Ung • Fyrstafloks kommunulækna- umstøður • Umstøður til lokalan gransk- ingardepil • Ein virkin og støðugt dagførd kvøldskúlaskipan • Klaksvíkar Tónlistaskúli • Føroya Handarbeiðsskúli • Kommunal menningardeild • Umstøðurnar á serskúlaøki- num eru og verða framhaldandi bøttar • Kommunalur stuðul til lokalar skúlaútbyggingar hjá landinum • O.s.fr. o.s.fr. ll hesi nevndu tiltøk eru og verða framd av Klaksvíkar býráð við eini stremban eftir at skapa ein bý, har leik og lærd bæði kunnu hava eitt arbeiði og hava eina innihaldsríka frítíð, bæði fyri seg sjálvan og alla familjuna, børn, ung, vaksin og eldri. Vit kunnu skjótt semjast um, at enn er langt á mál, men eing- in kann mótsiga mær, tá eg sigi, at í Klaksvík býr eitt fólk, ið setur æru í at vera sjálv- bjargið og at skapa sína egnu framtíð og út frá hesi hugsjón at menna og byggja ein bý fyri øll, bæði leik og lærd. Men ... um henda stremban at skapa livandi býir - kraftar- deplar - kring landið skal eydn- ast, so er ikki nóg mikið, at tað lokala - býráð, vinna og fólk - spæla við. Her krevur landsins høgi myndugleiki at vísa loyali- tet og virðing fyri býunum kring landið. Tað er hesa virðing, sum eg við hesum almenna skrivi so staðiliga eftirlýsi at fáa frá okk- ara háttvirdu landsstýris- og løgtingslimum og landsumsit- ing teirra. Góðu tit, landspolitikarar og - leiðarar við ábyrgd og ávirkan: Gloymið ikki, at tað fyrst og fremst eru býirnir kring landið, sum saman við Tórshavn royna at skapa og hava nakað bjóða borgarunum í økjunum kring landið - tað veri seg vinnuliga við ídnaðarøkjum og havnaút- byggingum, umsitingarliga við kvalifiseraðum størvum og trivnaðarliga við frítíðartilboð- um og umstøðum - og tað gera vit við gleði og góðum huga. Vísið tí Klaksvík og hinum størru plássunum, býunum, kraftardeplunum, kring landið ta virðing og tann stuðul, sum vit hava krav uppá. Stuðlið ar- beiðið okkara í býráðunum at skapa størv, trivnað og menning - soleiðis at hesir nátúrligu kraftardeplar fáa møguleikan at liva upp til rættindi og skyldur sum sterkir kraftardeplar kring landið. Einans á henda hátt kunnu vit varðveita og menna eitt ríkt land, har meira enn bert tí eina býnum verður lív lagað! Innilig áheitan á landsmyndugleikarnar: Vísið størru plássunum kring landið virðing Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, saknar stuðul frá landsmyndugleikunum í høvuðsstaðnum í arbeiðinum at skapa trivna og menning aðrastaðni í landinum V Ø SJÓNARMIÐ